Tey eru øll frá ymsum støðum í Føroyum, hava ymsa bakgrund og kendu ikki hvønn annan, tá tey búðu í Føroyum. Men tað gera tey nú, eftir at tey øll eru flutt av landinum til Keypmannahavnar í útbúgvingarørindum og búgva á Oyrasundskollegiinum á Amager – størsta kollegii í Norðurlondum við umleið 1500 íbúgvum. Tað finnist ikki nakað samlað yvirlit yvir, hvussu nógvir føroyingar búgva á Oyrasundskollegiinum, men tað ljóðar, at talið er millum 500 og 600.
Fáa føroyskt netverk
Millum hesar mongu føroyingar, teljast Súsanna og Heini, sum búgva á Oyrasundskollegiinum saman við dóttrini. Tey fluttu niður í 2008 og beint á Oyrasund, uttan at søkja ella troyta aðrar møguleikar áðrenn.
– Vit vildu búgva her, tá vit fóru niður við einum barni. Vit ynsktu, at tað skuldi vera trygt og hetta er perfekt til eina barnafamilju, greiðir Súsanna frá.
– Tá tú hevur børn og ikki býrt tætt upp at familjuni, so hevur tú brúk fyri einum øðrum netverki. Tað hava vit her við øllum vinfólkunum, sum búðu her áðrenn vit komu, og sum vit eisini hava fingið síðani, leggur Heini aftrat.
Tá Helgi flutti niður í 2004, var fyrsta adressan eisini á Dalslandsgade, har Oyrasundskollegiið er.
– Eg søkti bara Oyrasund. Tað var ikki eitt must, at tað skuldi vera tað, men har búðu øll hini, sum eg kendi tá. Í ár eru tað sjey ár síðani, eg kom her av fyrstan tíð og eg kundi ikki funnið upp á at flutt, sigur Helgi avgjørdur.
Ein av orsøkunum er føroyska netverkið, sum Heini og Súsanna eisini vísa á.
– Eg møti nýggjum vinum her, bygdafólk, sum eg annars ongantíð annars hevði lært at kent. So hóast tað bara eru føroyingar, eg havi lært at kenna her, so er tað kortini ein heilt nýggj verð. Vinmenninir, sum eg fylgist mest við í Danmark, eru fólk eg havi lært at kenna á Oyrasundi, fortelur Helgi.
Oyrasund var ikki meiningin
Søgan hjá Ellu er í so máta øðrvísi. Hon og sjeikurin, Høgni Hansen úr Tjørnuvík, fluttu niður í 2009, men búsettust á Frederiksberg.
– Tá vit skuldu flyta har frá, høvdu vit aðrar ætlanir, men brádliga var Oyrasund ein møguleiki, sum eisini var bíligur samanborið við so nógv annað, so vit valdu at royna tað, greiðir Ella frá.
Flestu vinkonurnar hjá Ellu búgva eisini á Oyrasundi, so tær sær hon munandi meiri til, enn hon gjørdi áður. Ella trívist eisini væl á Oyrasundi, men dugir eisini væl at sígga, at tað ikki einans eru fyrimunir við at búgva har.
– Tað eru eisini vandar við hesum. Ein er, at tú ikki verður nóg væl integreraður í danska samfelagnum, sigur Ella og sipar til, at tað í stóran mun ber til at liva eina føroyska tilveru í danska høvuðsstaðnum.
Tað eru nevniliga nógv dømi um fólk, sum búgva á Oyrasundi, spæla hondbólt, fótbólt ella flogbólt við ÍF Føroyum, ganga í Kristnastovu og Eliaskirkjuni ella í Føroyahúsinum og Skarv. Tá er tað bara útbúgvingin, sum hálar teg inn í danska samfelagið av og á.
Og á Oyrasundskollegiinum eru so nógvir hentleikar, at tað fyri so vítt ikki er neyðugt at fara út um matrikkulin. Har er lesirúm, teldurúm, venjingarhøli, borðtennis, sparkivøllur, fimleikahøll, ymisk verkstøð, venjingarhøli til tónleik, veitsluhøli, barr, vaskarí og ein grillbarr við pitsa og øðrum grillvørum.
Integratiónin var eisini ein orsøk til, at Ella valdi at spæla flogbólt við einum donskum felag, heldur enn at velja flogbóltsdeildina hjá ÍF Føroyum.
Avbyrgd frá øðrum
Heini og Súsanna og eisini Helgi duga væl at fylgja sjónarmiðunum hjá Ellu. Tey vísa eisini á, at á Oyrasundi ert tú ikki bara í vanda fyri at verða avbyrgdur frá dønum, men eisini føroyingum, sum búgva aðrastaðni.
Sum dømi nevnir Heini, tá teir fara at spæla fótbólt á lítla asfaltvøllinum í garðinum.
– Tá eru vit bara føroyingar, sum búgva her. Eg haldi meg hava eini 60 nummur, sum eg kann ringja til á kollegiinum, fyri at manna lið. Men eingin okkara kundi funnið uppá, at fingið onnur fólk, sum búgva beint við kollegie, upp í part, tí tey eru onkursvegna uttanfyri, sigur Heini meðan hann flennir at støðuni.
Súsanna greiðir somuleiðis frá, at ynskja tey at vitja fólk, so er lættasta loysnin at vitja fólk á kollegiinum.
– Ikki minst tá vit hava børn, tí so sleppa vit frá at lata Miriam í og kunnu ganga í inniskóm yvir til vinfólkini, sigur hon.
Føroysk ávirkan
Júst hetta, at tað er so lætt og ómakasleyst at detta inn á gólvið hvør hjá øðrum, er eisini við at gera Oyrasundskollegie so sjarmerandi. Drekkamunns-mentannin er í hásætinum og fólk ganga bara inn hjá hvørjum øðrum.
Og mongu føroyingarnir hava eisini sett sín dám á kollegie á annan hátt. Í grillbarrini fært tú nú soya til kipsini. Tað er annars ikki vanligt, men ein dagin fyri nøkrum árum síðani hevði ein føroyingur fingið nokk av kipsum uttan soya. So hann gjørdi ikki mætari enn at geva fólkunum í grillbarrini eina fløsku av soya við boðunum um, at so leingi føroyingar búðu á Oyrasundi, skuldu tey altíð hava soya til kipsini.
Eitt annað dømi um føroysku ávirkanina, er sunnudagsskúlin, sum Heini og Súsanna skipa fyri á kollegiinum hvønn sunnumorgun. Hesin savnar eina rúgvu av føroyskum børnum, og eisini foreldur uttanfyri kollegiið koma við børnum sínum.
Avmarkað privatlív
Men mongu føroyingarnir merkja eisini, at tað er ógvuliga trupult at liva eitt lív, har eingin leggur merki til tín og tað, tú gert. Føroyingar eru jú allastaðni kring teg.
– Allir okkara nærmastu grannir eru føroyingar. Yvirbúgvin, undirbúgvin, grannin til høgru og grannin til vinstru. Øll eru føroyingar, flennir Ella, meðan Helgi leggur aftrat, at privatlívið er ógvuliga avmarkað á Oyrasundi.
– Tað ber ikki til, at hava nakað privatlív. Her kanst tú ikki goyma teg og øll vita, hvat tú gert, sigur hann. Helgi er tó skjótur at leggja aftrat, at tíðin á Oyrasundi ivaleyst er einasta tíðarskeiðið í lívinum, har tú kemur at liva so tætt upp at so nógvum fólkum, sum tú kennir.
Tí snýr tað seg um at njóta Oyrasund við øllum sínum fyrimunum, og so annars bera yvir við restini, meðan tú býrt har.
- - -
FAKTA:
Súsanna Kass Kristiansen
og Heini Kristiansen
25 og 24 ára gomul og eiga
tvey ára gomlu dóttrina Miriam
Nes og Skála
Súsanna lesur til farmaseut
og Heini á CBS
Búð á Oyrasundi síðani 2008
Ella Joensen
24 ár
Kollafjørður
Lesur lívfrøði og ítrótt
Búð á Oyrasundi síðani 2010
Helgi Justinussen
29 ár
Havn
Lesur á CBS
Búð á Oyrasundi síðani 2004