stuðulsleikararnir Lasse Qvist ella Kaj Leo í Bartalsstovu eru darvaðir av skaðum. Fótbóltslagið er hinvegin ikki serliga gott í Runavík. NSÍ hevur mist leiðsluna í fleiri dystum higartil, og tað ber nú við [...] ni. NSÍ hevur vindin í rygginum í fyrra hálvleiki. 10 Víkingur heldur fram at mynda dystin, men gestirnir hava enn ikki spælt seg til nakran upplagdan møguleika. Tað er serliga í høgru síðu, har Bárður [...] skjeyt bæði málini við Løkin í Runavík, tá oddaliðið Víkingur skavaði trý stig afturat undir seg. Tað var eftir steðgin, at miðvallarin gjørdi bart. Fyrst stútaði hann bóltin í netið, sum Bárður Hansen sendi
fótbóltslagið gott við Margáir í kvøld. Í hvussu so er millum tey, sum halda við EB/Streymi. Teirra lið hevur í kvøld vunnið trivaligan 3-0 sigur á B68. Øll málini vórðu skorað í 2. hálvleiki. Hans Pauli Samuelsen [...] Kristoffuri Jakobsen út í høgru, streyk Gudmund Nielsen avstað. Tá ið hann legði innfyri, var Arnbjørn Hansen á rætta stað í røttu løtuni, og umvegis tvørtræið brast bólturin enn eina ferð í B68 meskarnar. Nú [...] vandamikli álopsspælarin skoraði hattrikk, men hann misnýtti í síðstu løtu. Fyri B68 er talan um stórt vónbrot. Toftamenn tykjast resta brodd í fremstu røð, og hetta var fjórða ferðin á rað, at B68 fór av
tað hevur hald í veruleikanum. - Tað er vónleyst at siga nakað um, men í kjalarvørrinum á, at allar Føroyar eru eitt valdømi, haldi eg, at tað er rætt at tinglimirnir eisini verða færri í tali, sigur hann [...] tinglimum niður í 25, verið galdandi á seinasta løgtingsvali, høvdu allir flokkarnar mist tingsessir. Petur Zachariasen, hagfrøðingur, hevur roknað út, hvussu tingmannabýtið hevði verið í Løgtinginum í dag við [...] at politikarar, sum taka sætið í Landsstýrinum, kunnu ikki eisini hava sæti á tingi. av tí sama høvdu tey flestu av hesum kortini sitið á tingi í dag. Sum samgongan sær út í dag, hevði einasta broyting verið
væl í verjustøðu og sjáldan komu álopini hjá TB gjøgnum hjá honum. Var ikki so nógv at síggja í framrættaða spælinum. Pól Jóhannus Justinussen: 4 Hevði trupulleikar av Poul Ingason í luftspælinum í fyrra [...] lívligur og ágangandi í bæði verjustøðu og álopsstøðu. Spennandi um hann sleppur upp í part á U21 landsliðnum. Dan Mortensen: 2 Er altíð raskur, men í gjár kom ov lítið burtur úr í framrættaða spælinum [...] Babacar Ndiour: 4 Spældi eisini væl í verjuni. Tykist sum eitt gott keyp. Veit hvat hann ger, hevur góðan bóltførleika og tekur ongar óneyðugar kjansir í verjuni. Sterkur í ein móti einum støðum. Teitur J
ár. Hann vísti á, at skattalættin í samgonguni varð avtalaður í eini tíð, tá ið afturgongd var í búskapinum og tað sostatt var neyðugt at seta arbeiðsskapandi tiltøk í verk og at seta ferð á búskapin. - [...] at lata 60 milliónir í skattalætta um árið, ella tilsamans 240 milliónir í øllum valskeiðnum. - Útrokningar í fíggjarmálaráðnum vísa, at vit hava longu latið meiri enn 240 milliónir í skattalætta. Lata vit [...] skilagott at seta skattastopp í verk, tí hava longu hildið lyftið um at lata 240 milliónir í skattalætta, heldur Johan Dahl. Óli Breckmann, tinglimur fólkafloksins, var í øðini inn á Magna Laksáfoss og
FCK málið í 53. minutti. Johan fastur maður Tá Johan B. Hansen fyrst í mánaðinum var í Føroyum í sambandi við landsdystin ímóti Slovenia, hevði hann ongantíð verið ímillum teir fyrstu ellivu í OB. Nú tykist [...] teir uppí Í dag verður lutur kastaður um, hvussu liðini skulu hittast í fimta umfarinum í steypakappingini. Tá vera Herfølge og hini liðini, sum higartil ikki hava tikið lut í DONG Cup, við í hattinum. [...] Sunnudagin var hann á OB liðnum í Parkini ímóti FCK ? í OB halda teir, at hann stóð seg sera væl ? og mikudagin var hann aftur á liðnum í lokaluppgerðini ímóti B1909. Hóast B1909 er í 2. deild, so var áhugin á
at sumbingar líka sum fullu í fátt av hesum. Tað var tó øvugta sum hendi, tí tá sumbingarnir komu út aftur á vøllin, løgdu teir beint í krovið á mótstøðuliðnum. Málmøguleikar í hópatali spurdust burturúr [...] bólturin ikki í málið. Í hinum endanum stóð eisini nógv á, tí sum vera man, so viðførdi álopsleikurin hjá Sumba, at verjuparturin ofta lá eftir á, og tí lá væl fyri hjá gestunum at fara í mótálop. Hóast [...] tað var júst eftir ein slíkan, at hetta málið. Eitt innkast varð longt inn í brotsteigin, og har kundi Jóan Petur seta bóltin í málið. Tað eydnaðist tó sumbingum enn einaferð at leggja seg á odda, tá Nebosja
sjey mál í part í 1. deild í ár og eru ovast á málskjúttaralistanum. Bakgrundin var kortini bílig í dystinum móti TB, sum als einki hevði at bjóða uppá. Sasha Radosavljevic hevur havt leikbann í tríggjar [...] TB-verjuna og sendi framvið Magna Hentze í málið til 6-0. Frá hesi løtuni og restina av dystinum hevði B36 málmøguleikar í hópatali, men einki spurdist burturúr, og í tveimum førum bjargaði træverkið TB frá [...] hevði Jens Kristian Hansen á liðnum hesaferð. Men B36-hópurin er væl mannaður, og í hansara stað spældi Allan Manai úti í vinstru síðu. Og tað merktist als ikki, at landsliðsspælarin og liðskiparin ikki
Seinastu 2-3 árini hava bløðini verið á tremur við lýsingum um leys størv at søkja í miðstaðarøkinum. Hetta hava í stóran mun verið størv, har mánaðarlønin hevur ligið frá kr. 25.000,- um mánaðin og uppeftir [...] Thatcher ideologiir í skeljasori, meðan flest øll heimsins samfeløg kappast við hvørt annað um at stovna eitt samfelag á javnt við tey norðurlond, sum, vegna sosialdemokratiskan politikk í stóran part av hesi [...] fyrimynd, har sosialur tryggleiki er settur í hásætið. Hesi sjónarmið liggja sjálvsagt langt frá Óla Breckmann, sum var skúlaður á privatum ultrakonservativum frískúla í Bretlandi. Síðani tá hevur stavnamaðurin
næstformenn í Fótbóltssambandinum. Soleiðis tók Torleif Sigurðsson, formaður í FSF, til, tá tað var greitt, at Børge B. Hansen við so teprum meiriluta, sum tað ber til, var afturvaldur sum næstformaður í eitt [...] fer at vera tann hjálpin í FSF, sum hann hevur verið, bæði meðan hann hevur verið nevndarlimur, og nú hann hevur verið varalimur. Jens Erik Magnussen og Óli Holm vórðu afturvaldir í nevndina, og Mortan Poulsen [...] agitatiónin verið nógv. Serliga feløg í Eysturoy vildu hava Mortan Poulsen í næstformanssessin, meðan tað serliga vóru persónar, sum áður hava verið frammarlaga í føroyskum fótbóltspolitikki og onkrir