Málrok í Sumba

1. deild: Verjurnar vóru víðopnar, tá GÍ vitjaði í Sumba, og talan kundi verið um nógv fleiri enn tey sjey málini

Sumba-GÍ 2-5 (2-4)


Ein skuldi trúð, at tá eitt lið vinnur ein fótbóltsdyst so greitt sum 5-2, so hevur einki verið at tosað um.

Tosaði tú við sumbingar og gøtumenn eftir dystin teirra millum sunnudagin, so tóktust teir tó alt annað enn samdir í hesum.


Talan var nevnliga um ein dyst, har eitt hav av málmøguleikum hjá báðum pørtum vórðu misnýttir, og sum onkur áskoðari málbar seg, so kundi endaliga støðan eins væl verið 10-10.

Sumbingar leiktu við eini uppstilling, sum alt eftir tørvi kann kallast 3-6-2 ella 3-4-3, og hetta tóktist at órógva gestirnar ikki sørt fyrstu minuttirnar. Jan Poulsen og Sasa Tomajek vóru hangandi áleyparar, og sum skilst á lagnum, tóktust gøtumenn ikki at vita, hvønn av hesum teir skuldu taka sær av, tá sumbingar fóru í álop.

Tað gekk heldur ikki long tíð, so hevði Sumba lagt seg á odda við hjálp frá júst hesum báðum. Jan hevði gott pláss, tá hann úr góðari støðu smekkaði til, og tá málverjin bert fekk hálvbjargað, var Sasa fyrstur á, og so var 1-0.

Leiðslan helt sær tó bert fáar minuttir, so hevði Jóan Petur Olsen javnað fyri gøtumenn. Tað skuldi seinni vísa seg, at sumbingar høvdu stórar trupulleikar av deyðbóltum, og tað var júst eftir ein slíkan, at hetta málið. Eitt innkast varð longt inn í brotsteigin, og har kundi Jóan Petur seta bóltin í málið.

Tað eydnaðist tó sumbingum enn einaferð at leggja seg á odda, tá Nebosja Veljkovic, sum nú er komin fyri seg eftir skaða, varð feldur í brotsteiginum. Sumbingar vóru sjálvandi nøgdir um brotssparkið, men teir vildu eisini vera við, at Poul Ennigarð skuldi fingið reyða kortið, men har kom einki úr lummanum hjá dómaranum. Brotssparkinum tók Spasoje Biberdzic sær av, og hann sveik heldur ikki álitið.


Meira deyðbóltar

Sum nevnt omanfyri, so høvdu sumbingar stórar trupulleikar av deyðbóltunum, og GÍ nýtti henda veikleika (ella er tað egin styrki) til bæði at javna og at leggja seg fram um.

Fyrsta var tað Bartal Eliasen, sum var hægstur, tá Súni Olsen sendi fríspark inn fyri, og síðani kom Súni at standa merkiliga leysur mitt fyri, eftir at enn eitt innkast varð longt inn í sumbiar brotsteigin.

Tóktist fyrra málið hjá Súna løgið, so bilti seinna málinum í hvussu so er einki. Súni vann sjálvur bóltin á miðjum vølli, og eftir at hava latið bóltin millum beinini á verjuspælara setti hann beina kós móti málinum, og so var 4-2.


Alt uttan mál

Tey bæði málini hjá Súna fullu beint fyri steðgin, og ein kundi kanska hildið, at sumbingar líka sum fullu í fátt av hesum.

Tað var tó øvugta sum hendi, tí tá sumbingarnir komu út aftur á vøllin, løgdu teir beint í krovið á mótstøðuliðnum.

Málmøguleikar í hópatali spurdust burturúr, men hvat teir so gjørdu, fór bólturin ikki í málið.

Í hinum endanum stóð eisini nógv á, tí sum vera man, so viðførdi álopsleikurin hjá Sumba, at verjuparturin ofta lá eftir á, og tí lá væl fyri hjá gestunum at fara í mótálop.

Hóast møguleikarnir ikki trutu, so kom bert tað eina málið hendan hálvleikin. Hetta hendi eftir eitt av mongu mótálopunum hjá gestunum, har Poul Henning Jacobsen slapp at renna einsamallur móti málverjanum.


Mál skulu til

Sum heild tóktust sumbingar nøgdir um sjálvt spælið í dystinum, men teir ásannaðu samstundis, at úrtøkan hevði verið alt ov lítil.

Tað er nú heldur einki at taka seg aftur í, at mál skulu til, um sumbingar yvirliva enn eina ferð. At møguleikarnir koma, er tó fyrsta fortreytin, og í so máta eru teir komnir hálva leið í bjargingarroyndini. Um tað skal eydnast teimukm at røkka hinari helvtini fáa vit at síggja komandi tveir mánaðirnar ella so.


Sumba-GÍ 2-5 (2-4)

1-0: Sasa Tomajek 7

1-1: Jóan Petur Olsen 10

2-1: Spasoje Biberdzic 18 (br.)

2-2: Bartal Eliasen 20

2-3: Súni Olsen 43

2-4: Súni Olsen 44

2-5: Poul Henning Jacobsen 57


Dómari: Jens Petur Brattalíð (VB)


Sumba:

Eigil Olsen ? Bergur Winther, Dánjal Johan Joensen, Mortan úr Hørg ? Nikola Biberdzic, Hallur Dam Joensen, Spasojé Biberdzic, Hans Jacob Thomsen ? Jan Poulsen, Nebojsa Veljkovic, Sasa Tomajek


GÍ:

Sunnvard Joensen ? Poul Ennigarð, Bartal Eliasen, Leivur Hansen ? Rúni Justinussen, Pauli Jarnskor, Jóan Pauli Olsen, Súni Olsen, Henning Jarnskor ? Hans Pauli Petersen, Óli Hansent ganga seinna partin av hesi vikuni, tá heimsins sterkasti skal finnast.