Lata 383 milliónir ov nógv í skattalætta

Magni Laksáfoss, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur aftur nú blakað eina bumbu mitt inn í samgonguna. Nú er hann ímóti at halda avtaluna í samgonguni um at lata skattalætta næsta ár

Føroyingar skulu ikki hava meiri skattalættar, enn teir longu hava fingið.

Tað heldur Magni Laksáfoss, landsstýrismaður í fíggjarmálum.

Hann hevur aftur nú slept eini bumbu mitt inn í samgonguni.

Samgongan hevur avtalað at lata skattalætta næsta ár. Men nýggi landsstýrismaðurin í fíggjarmálum mælir nú ítøkiliga frá at lata nakran skattalættan næsta ár.

- Eg mæli ikki til at hækka skattin á nakran hátt. Men eg mæli til skattastopp, so at skatturin heldur ikki lækkar meiri, segði hann mikudagin, tá ið løgtingið viðgjørdi uppskotið hjá Tjóðveldisflokkinum um, at strika skattalættan næsta ár.

Hann vísti á, at skattalættin í samgonguni varð avtalaður í eini tíð, tá ið afturgongd var í búskapinum og tað sostatt var neyðugt at seta arbeiðsskapandi tiltøk í verk og at seta ferð á búskapin.

- Samgongan trýsti á speedaran tí tað var neyðugt. Men nú er so nógv ferð á búskapinum, at vit mugu taka fótin av speedaranum ístaðin fyri at trýsta enn meiri á.


Lata 383 milliónir ov nógv

Magni Laksáfoss staðfesti, at samgongan hevði avtalað at lata 60 milliónir í skattalætta um árið, ella tilsamans 240 milliónir í øllum valskeiðnum.

- Útrokningar í fíggjarmálaráðnum vísa, at vit hava longu latið meiri enn 240 milliónir í skattalætta. Lata vit skattalætta aftur næsta ár, hevur hendan samgongan latið tilsamans 383 milliónir í skattalætta, leyðsliga mett.

- Sostatt hava vit longu nú hildið lyftið í samgonguskjalinum um at lata 240 milliónir í skattalætta og tí er ikki neyðugt at lækka skattin aftur næsta ár.


Taka fótin av speedaranum

Hann segði, at í løtuni er búskapurin undir trýsti. Arbeiðsloysið er søguliga lágt, øll arbeiðsmegi verður gagnnýtt og tað merkir, at íløgurnar eru dýrkaðar, at lønirnar hækka, og vit hava hall á handilsjavnanum og helst eisini á gjaldsjavnanum.

- Vit hava rokkið markinum fyri, hvat vit megna at framleiða og tað merkir, at serliga útflutningsvinnurnar verða trýstar av landinum, tí vit klára ikki at útvega arbeiðsfólk til framleiða tað, vit annars kunnu.

Magni Laksáfoss sigur, at tí er tað neyðugt at forða fyri at búskapurin hitnar enn meiri.

Hann leggur afturat, at um 30 ár hava vit nógv fleiri eldri fólk, enn vit hava í dag, samstundis sum um arbeiðsstyrkin ikki veksur tilsvarandi.

Tað merkir, at hvørt fólk í arbeiðsførum aldri kemur at betala størri part av inntøkuni til eldraøkið.

Í hesum sambandi arbeiðir samgongan við at broyta eftirlønarskipanina.

Men tað er ikki nóg mikið at fólk hvør sær spara til eldri ár. Tað er eisini neyðugt at hava avlop á fíggjarlógini nú, fyri at hava at brúka seinni til eldrarøkt, samferðslu, skúlaverk o.s.fr.

- Tí er neyðugt at hava avlop á fíggjarlógini upp á 500-600 milliónir um árið, sum vit skulu hava at til at taka í seinni árum.

- Í løtuni er avlopið minni enn 150 milliónir, so enn er langt eftir á mál, sigur Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum.

- Tí haldi eg, at tað er neyðugt at tálma gongdini og tí haldi eg eisini, at tað er skeivt at geva fleiri skattalættar, tí vit mugu hava størri avlop, sigur Magni Laksáfoss.


Rúkandi ósamd

Summir tinglimir í samgonguni eru sinnaðir at viðgera møguleikan fyri strika avtalaða skattalættan næsta ár. Aðrir siga kortanei

Marjus Dam, sum er partamaður hjá landsstýrismanninum sigur, at skattatrýstið ger, at tað er ógjørligt at fáa fólk at arbeiða yvir og tí er nógv arbeiðsmegi, sum ikki verður gagnnýtt.

- John Johannessen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, sigur, at hevur samgongan longu hildið lyftið um at lata 240 milliónir í skattalætta tilsamans, hevur hon hildið avtaluna.

- So lata vit ongan lætta næsta ár, er tað ikki at bróta samgonguskjalið, segði

Ein annar partamaður hjá landsstýrismanninum, Johan Dahl, tekur undir við, at samgongan fer at umhugsa skattalættan næsta ár.

- Vit eiga at gera tað dagføringar, sum eru neyðugar og tí ljóðar tað skilagott at seta skattastopp í verk, tí hava longu hildið lyftið um at lata 240 milliónir í skattalætta, heldur Johan Dahl.

Óli Breckmann, tinglimur fólkafloksins, var í øðini inn á Magna Laksáfoss og segði, at eru tað fløskuhálsar, sum darva búskapinum, er at lata teir upp ístaðin fyri at hækka skattin.

Hann staðfesti eisini, at tað verður ikki talan um annað hjá hesi samgonguni enn at halda lyftið um at lækka skattin aftur næsta ár.

Jørgen Niclasen, formaður fólkafloksins, kallaði Magna Laksáfoss fyri umboðsmann Tjóðveldisfloksins í landsstýrinum. Hann sigur, at skattapolitikkurin hevur skapt ein so stóran vøkstur í samfelagnum, sum ger, at vit í dag hava tann luksustrupulleika, at vit hava trot á arbeiðsmegi.

Magni Laksáfoss er eisini søtur musikkur í oyrunum á tjóðveldisfólki.

Annita á Fríðriksmørk, løgtingskvinna fegnaðist um at hann vildi avtaka skattalættan fyri at taka ábyrgd fyri komandi ættarliðum.

Høgni Hoydal helt, at tað var áhugavert at hoyra ein fíggjarmálaráðharra, sum tosaði fakliga og ikki hugsjónarliga.