Nú skal talið á løgtingslimum lækkast úr 33 tinglimum, sum tað eru nú, niður í 25.
Tað heldur Bjørn Kalsø, løgtingslimur.
Nú fer hann at leggja uppskot fyri Løgtingið um at avtaka átta løgtingslimur, tá ið løgtingsval verður aftur, so at tað bara bera 25 tinglimir í næsta Løgtingi.
Hann hevur umhugsað hetta rættiliga leingi og hann hevur eisini roynt at fáa aðrar tinglimir at leggja uppskotið fram saman við honum.
Men enn veit hann ikki um tað fer at eydnast at fáa nakran at leggja uppskotið fram saman við honum.
Men undir øllum umstøðum verður uppskotið lagt fram í næstum, hóast hann verður einsamallur um tað, sigur Bjørn Kalsø.
Hann staðfestir eisini, at tað er ivingarsamt um tað verður samtykt, men hann heldur, at Løgtingið eigur í hvussu so er at fáa høvi til at viðgera málið.
33 er ov nógv
Bjørn Kalsø sigur, at hetta uppskotið snýr seg bara um at lækka tingmannatalið og snýr seg sostatt ikki um, hvussu nógv valdømi, vit skulu hava, hvussu býtið skal vera ímillum kynini, ella um aðrar yvirskipaðar spurningar.
Uppskotsstillarin staðfestir eisini, at tað er ikki nøkur djúptøkin meting aftanfyri ætlanina at lækka talið niður í 25 løgtingslimir, tí fyri hansara skyld kann talið eisini vera 23 ella 27.
Men hví er tað rætt at lækka talið á løgtingslimum?
Tað eru fleiri orsøkir til tað. Ein orsøk er, at í einum lítlum landi sum Føroyum, haldi eg, at tað er ov nógv at hava 33 løgtingslimir, sigur Bjørn Kalsø.
Hann staðfestir somuleiðis, at nú tað almenna hevur sett sparingar í verk allastaðni, har tað ber til, eiga politikarar heldur ikki at ræðast at seta sparingar í verk hjá sær sjálvum eisini.
- Tað er eisini eitt politiskt mál at leggja kommunur saman, samstundis sum tær skulu hava fleiri og fleiri mál at umsita.
- Sostatt verða uppgávurnar hjá løgtinginum av meiri yvirskipaðum slagi og eg dugi ikki at síggja, at tað skal vera neyðugt við 33 tinglimum.
Onki hald
Summi halda, at hetta fer at máa støðið undan útjaðaranum, men Bjørn Kalsø heldur ikki, at tað hevur hald í veruleikanum.
- Tað er vónleyst at siga nakað um, men í kjalarvørrinum á, at allar Føroyar eru eitt
valdømi, haldi eg, at tað er rætt at tinglimirnir eisini verða færri í tali, sigur hann.
- Samstundis verða teir løgtingslimir, sum eftir eru, sjónligari, og tað verður lættari hjá veljarunum at fylgja við í politiska arbeiðnum.
Her skal viðmerkjast, at ein uppgerð, sum Petur Zachariasen, hagfrøðingur, hevur gjørt fyri Sosialin, sæst, at taka vit hetta Løgtingið sum dømi, høvdu tríggir av tinglimunum, sum ikki høvdu verðið valdir, verið úr Havn, tríggir høvdu verið úr Eysturoy, ein hevði verið úr Vágum og ein úr Suðuroy.
Vera átta tingfólk færri, fer tað kanska at spara einar fýra milliónir krónur.
Allir høvdu mist
Hevði uppskotið um at skerja talið á tinglimum niður í 25, verið galdandi á seinasta løgtingsvali, høvdu allir flokkarnar mist tingsessir.
Petur Zachariasen, hagfrøðingur, hevur roknað út, hvussu tingmannabýtið hevði verið í Løgtinginum í dag við 25 tinglimum. Hann hevur eisini brúkt nýggja útrokningarháttin, sum varð samtyktur í fjør.
Úrslitið er, at tingmannabýtið hevði verið soleiðis. (Talið í klombrum vísir, hvussu nógv, hvør einstakur flokkur hevði mist): Flokkur ”L” stillaði upp seinast og varð ofta nevndur Miðnámsskúlaflokkurin.
A:5 (mist 2)
B:6 (mist 1)
C:5 (mist 1)
D:1 (mist 1)
E: 6 (mist 2)
H: 2 (mist 1)
L: 0
8 høvdu rokið
Hevði uppskotið um 25 tinglimir, verið galdandi í dag, høvdu hesi ikki sitið á tingi í dag
Fyri A: Jógvan á Lakjuni og Poul Michelsen (Hann stillaði upp fyri á, men hevur síðani tikið seg úr flokkinum).
Fyri B: Rósa Samuelsen
Fyri C: Katrin Dahl Jakobsen
Fyri D: Kári P. Højgaard
Fyri E: Tórbjørn Jacobsen og Hergeir Nielsen
Fyri H: Jenis av Rana
Kortini skal viðmerkjast, at politikarar, sum taka sætið í Landsstýrinum, kunnu ikki eisini hava sæti á tingi. av tí sama høvdu tey flestu av hesum kortini sitið á tingi í dag. Sum samgongan sær út í dag, hevði einasta broyting verið tann, at Eyðgunn Samuelsen, og Jaspur Vang høvdu mist sæti sum tiltakslimir. Tað høvdu Heðin Zachariasen og Óli Breckmann eisini. Jenis av Rana hevði heldur ikki sitið á tingi í dag.
Øll hini høvdu sitið sum eykafólk fyri landsstýrisfólkini hjá teimum ymsu flokkunum.
Úr Andstøðun kann eisini staðfestast, at tveir floksformenn høvdu ikki sitið á tingi í dag, nevniliga Kári P. Højgaard og Jenis av Rana. Tað er eisini vert at leggja til merkis, at tingmaður við hægstu tignini, løgtingsformaðurin, Hergeir Nielsen, hevði eisini fallið.