Blé var dagsins maður í Runavík

Evrard Blé skjeyt bæði málini við Løkin í Runavík, tá oddaliðið Víkingur skavaði trý stig afturat undir seg.

 

Tað var eftir steðgin, at miðvallarin gjørdi bart. Fyrst stútaði hann bóltin í netið, sum Bárður Hansen sendi inn fyri málið úr høgru. Blé økti um leiðlsuna fimm minuttir seinni, tá hann setti brotsspark í netið.

 

Sigurin var uppiborin. Víkingur var meira á bóltinum í fyrra hálvleiki, og hóast runavíkingar løgdu meira fyri eftir steðgin, so vóru gestirnir úr Sarpugerði omaná. Víkingur heldur enn fast um oddasessin, hóast stuðulsleikararnir Lasse Qvist ella Kaj Leo í Bartalsstovu eru darvaðir av skaðum.

 

Fótbóltslagið er hinvegin ikki serliga gott í Runavík. NSÍ hevur mist leiðsluna í fleiri dystum higartil, og tað ber nú við sær, at runavíkingar eru á niðurflytingarplássi. Tað var tó lítið, sum NSÍ kundi gera við oddaliðið í dag.

 

Víkingur hevur 19 stig fyri fyrstu sjey dystirnar.

 

NSÍ – VÍKINGUR 0-2 (0-0)

Við Løkin, Runavík

Dómari: Lars Muller

0-1: Evrard Blé, 68.

0-2: Evrard Blé, brts., 73.

NSÍ: Kristian Joensen – Monrad Holm Jacobsen, Pál Mohr Joensen, Jens Joensen, Sjúrður Jacobsen – Árni Frederiksberg, Jann Martin Mortensen, Óli Arge, Magnus Olsen, Ári Ellingsgaard – Klæmint A. Olsen

VÍKINGUR: Geza Turi – Bárður Hansen, Erling Jacobsen, Atli Gregersen, Hanus Jacobsen – Evrard Blé, Fritleif í Lambanum, Niclas Niclasen - Hjartvard Hansen, Josef Bassene, Sølvi Vatnhamar

 

94 Dysturin er liðugur. Víkingur hevur vunnið og heldur fast um oddasessin.

85 Víkingur hevur fult tamarhald á dystinum. Luftin er farin úr runavíkingum. Gestirnir úr Sarpugerði hava verið nærri at økja um leiðsluna, enn at NSÍ skal svara aftur.

73 MÁL!! Evrard Blé er sera kaldur úr ellivu metrum. 0-2!

72 Brotsspark til Víking! Bólturin stakk av óvart upp í hondina á Sjúrði Jacobsen, og dómarin ivaðist ikki. Brotsspark.

68 MÁL!! Víkingur hevur lagt seg á odda! Bárður Hansen sendi bóltin inn fyri málið úr høgru, og Evrard Blé stútaði kúluna í netið. Sera væl spælt. 0-1!

58 Tað er munandi meira ferð á spælinum nú. NSÍ hevur júst havt eina sera naska roynd. Árni Frederiksberg, NSÍ, var sera nær við, men bólturin fór beint fram við stongini.

46 Seinni hálvleikur er byrjaður.

 

45 Hálvleikur við Løkin í Runavík. Víkingur var meira á bóltinum fyrstu løtuna, men NSÍ kom fyri seg so líðandi. Tað var ikki fyrr enn seinastu løtuna, at liðini spældu seg til upplagdar møguleikar. Bassene, Víkingur, hevur havt naskastu royndina, tá hann stóð væl fyri í brotsteiginum, men Kristian Joensen vardi væl fyri.

40 Dysturin við Løkin er javnur nú, men tað hendir ikki serliga nógv. Hjartvard Hansen hevur tó verið nær við, tá hann lyfti bóltin upp um Kristian Joensen, men Pál Mohr Joensen stóð klárur og stýrdi bóltinum til hornaspark. Annars hava fáir møguleikar verið higartil.

33 So hevur NSÍ havt sín fyrsta møguleika. Jann Martin Mortensen kom í góða skotstøðu, og miðvallarin smekkaði til úr 20 metrum. Geza Turi, málverji hjá Víkingi, stóð bara og hugdi at, meðan bólturin fór beint upp um málið.

25 Víkingur hevur enn leikliga yvirvág. Gestirnir eru sera grammir á miðvøllinum, og tað eydnast at bróta spælið hjá runavíkingum har. Enn eru fáir møguleikar við Løkin. Hvørki NSÍ ella Víkingur hava fingið stórvegis ferð á bóltin higartil.

20 Víkingur hevur havt sína fyrstu veruliga roynd á málið hjá NSÍ! Gestirnir fóru í skjótálop, og bólturin stakk fyri føturnar á Bassene, sum var staddur inni í brotsteiginum. Framherjin royndi seg við vinstra beininum, men Kristian Joensen vardi væl.

15 Enn er lítið skipað fótbóltsspæl við Løkin í Runavík. NSÍ er komið nakað fyri seg nú, og runavíkingar hava roynt at spælt seg inn á hálvuna hjá Víkingi, men einki er komið burtur úr enn. Bólturin ferðast mest í miðringinum. Josef Bassene, Víkingur, hevur roynt seg av brotsteigarmarkinum, men Kristian Joensen, NSÍ, var ikki settur undir trýst av skotroyndini. NSÍ hevur vindin í rygginum í fyrra hálvleiki.

10 Víkingur heldur fram at mynda dystin, men gestirnir hava enn ikki spælt seg til nakran upplagdan møguleika. Tað er serliga í høgru síðu, har Bárður Hansen og Hjartvard Hansen spæla, at Víkingur hevur roynt at hótt NSÍ.

5 Víkingur hevur verið nógv á bóltinum fyrstu minuttirnar. NSÍ hevur mest sum bara runnið aftaná gestunum. Gestirnir hava havt eina roynd á málið hjá Kristiani Joensen, men málverjin var ikki settur undir stórvegis trýst.

1 So er sjeynda umfar byrjað! Tað er kalt og nakað av vindi við Løkin í Runavík, men tað ávirkar ikki spælið. Helgi L. Petersen er ikki við hjá NSÍ, og Jógvan Martin Olsen, venjari hjá Víkingi, hevur hvørki Lasse Qvist ella Kaj Leo í Bartalsstovu tøkar.