Trivaligur heimasigur í Streymnesi

Hóast tað oysregnar, so er fótbóltslagið gott við Margáir í kvøld. Í hvussu so er millum tey, sum halda við EB/Streymi. Teirra lið hevur í kvøld vunnið trivaligan 3-0 sigur á B68. Øll málini vórðu skorað í 2. hálvleiki.

Hans Pauli Samuelsen setti hol á við beinleiðis frísparki, og so skoraði Arnbjørn Hansen tvær ferðir. Tað var um reppið, at vandamikli álopsspælarin skoraði hattrikk, men hann misnýtti í síðstu løtu.

Fyri B68 er talan um stórt vónbrot. Toftamenn tykjast resta brodd í fremstu røð, og hetta var fjórða ferðin á rað, at B68 fór av vøllinum uttan fulla úrtøku. Burtur úr fýra teimum seinastu umførunum hevur B68 fingið eitt stig!

EB/Streymur hevur nú fjúrtan stig og er á fimta plássi.

B68 hevur tíggju stig og er á sjeynda plássi.

 

 

EB/Streymur-B68 3-0 (0-0)

1-0: Hans Pauli Samuelsen 51.

2-0: Arnbjørn Hansen 66.

3-0: Arnbjørn Hansen 84.

Dómari: Dagfinn Olsen

EB/Streymur: Tróndur Vatnhamar - Gert Hansen, Egil á Bø, Marni Djurhuus, Alex dos Santos (Leif Niclasen, 20.) - Gudmund Nielsen (Arnar Dam, 72.), Pætur Dam Jacobsen, Sorin Anghel (Daniel Udsen, 66.), Kristoffur Jakobsen, Hans Pauli Samuelsen - Arnbjørn Hansen

Gult kort: Kristoffur Jakobsen, Marni Djurhuus, Sorin Anghel, Pætur Dam Jacobsen

 

René Tórgarð, Brian Olsen, Dánjal S. Davidsen og Bjarni Jørgensen eru skaddir.

 

B68: Vlada Filipovic - Poul N. Poulsen, Jóhan Dávur Højgaard, Oddur Højgaard, Niclas Joensen - Jóhan Petur Poulsen, Remi Langgaard (Eli Simonsen, 47.), André Olsen, Pól Jóhannus Justinussen - Jónleif Højgaard (Øssur Hansen, 66.), Keita

Gult kort: Remi Langgaard, Oddur Højgaard

 

Ndende Adama Guéye og Óli Olsen eru leikbannaðir, og Kristian Anton Andreasen er skaddur.

 

-------

 

Dystargongdin:

 

10 min.

0-0

 

20 min.

0-0

Alex dos Santos hjá EB/Streymi er júst nú borin av vøllinum á børu. Hann var liggjandi eftir nærdyst og reisti seg ikki aftur. Inn fyri Santos er komin Leif Niclasen.

 

30 min.

0-0

Tað gongur javnt á, og liðini hava síðstu løtuna havt hvør sín møguleika. Fyrst var tað Oddur Højgaard hjá B68, sum stútaði ímóti málinum eftir frísparksinnlegg. Tróndur Vatnhamar bjargaði.

So fekk Arnbjørn Hansen hjá heimaliðnum risa møguleika, eftir at Hans Pauli Samuelsen hevði spælt hann leysan. Arnbjørn var einsamallur frammanfyri Vlada Filipovic, sum vann tvídystin teirra millum.

 

45 min.

0-0

Teir eru farnir at hvíla seg við Margáir. Støðan er framvegis málleysur javnleikur. Málmøguleikarnir hava ikki verið so nógvir. Fram ímóti steðginum hevði EB/Streymur góða roynd, men bólturin smeyg sær skeivu megin stólpan eftir roynd frá Hans Paula Samuelsen.

Liðini hava fingið eitt gult kort í part.

 

55 min

1-0: Hans Pauli Samuelsen 51.

Heimaliðið tiltuskaði sær fríspark á brotsteigar samankomingini í høgru. Hans Pauli Samuelsen lyfti bóltin upp um manngarðin, og umvegis tvørtræið brast bólturin í meskarnar aftanfyri Vlada Filipovic.

B68 framdi ein minutti eftir steðgin eina útskifting. Miðvallarin Remi Langgaard, sum hevði gult kort, fór út, og Eli Simonsen varð settur á vøllin í hansara stað.

 

65 min.

1-0

Málmøguleikarnir hava ikki verið so nógvir. Hesa síðstu løtuna hevur Keita hjá B68 roynt seg, uttan at tað var seraliga vandamikið.

Nærdystirnir eru fleiri og tættari, og hóast tað er rættuliga kalt, so tykjast menn vera heitir. Hesa seinastu løtuna hevur Dagfinn Olsen fleiri ferðir havt gula kortið á lofti.

 

66 min.

2-0: Arnbjørn Hansen 66.

Eftir sending frá Kristoffuri Jakobsen út í høgru, streyk Gudmund Nielsen avstað. Tá ið hann legði innfyri, var Arnbjørn Hansen á rætta stað í røttu løtuni, og umvegis tvørtræið brast bólturin enn eina ferð í B68 meskarnar.

Nú skal nógv til hjá B68, sum stríðist fyri at koma fyri seg aftur í nógvum regni.

 

80 min.

2-0

Kristoffur Jakobsen hjá EB/Streymi hevur havt góða langskotsroynd undan vindinum og regninum, men Vlada Filipovic bjargaði væl.

Gudmund Nielsen varð útskiftur beinanvegin eftir, at hann og innskifti Øssur Hansen høvdu verið í ógvusligum nærdysti.

 

85 min.

3-0: Arnbjørn Hansen 84.

Nú er tað ivaleyst greitt, at øll trý stigini vera eftir við Margáir, og harvið at toftamenn einki fáa við sær til hús.

Triðja málið stóðst eftir at B68 hevði havt fríspark. EB/Streyma verjan ruddaði burtur, Arnbjørn Hansen tamdi bóltin í vinstru, streyk framvið tveimum mótstøðumonnum, og tá ið hann var komin mitt fyri smekkaði hann bóltin í málið.

 

Liðugt!

3-0