røðari, hevur hann langt síðani prógvað, og hann nýtti eisini øll síni evni, tá hann royndi at sannføra landsfundin hjá Labour um, at hansara politikkur er tann rætti, og at flokkurin kann røkka einum stjórnarskeiði [...] altsamt fleiri bretar funnist at forsætisráðharranum og politikki hansara. Hann verður lagdur undir at hava logið fyri fólkinum í sambandi við kríggið í Irak, og mong halda, at hann er ikki tann maðurin, sum [...] eri tann sami, sum eg altíð havi verið. Eldri, sterkari og við fleiri royndum, men innast inni tað sama menniskjað við teirri somu trúnni sum fyrr. Og hetta er tann einasta leiðslan, sum eg kann bjóða tykkum
parturin hevur eittans mál og tað er at skipa fullveldið Føroya, so hin parturin hevur fríar teymar til at gera tað, hann hevur hug til, tí fyri Tjóðveldisflokkin er politikkur, at slíta frá Danmark, hvat [...] fyri teir fullkomiliga líkamikið. Vit hava nú fingið fíggjarlógina fyri 2004 á borðið, og ikki eiti á kreativiteti og sminkaðum tølum á mest sum øllum økjum. Um fíggjarlógin verður samtykt í verandi líkið [...] møgulig søla av ognini hjá Postverk Føroya á Argjum og íbúðarbygningunum hjá Landssjúkrahúsinum er mótroknað samlaðu løgunum við ávikavist 36 mió. og 30 mió. Við hesum 66 mió. kemur samlaða løgujáttanin
milliluta av misnýtarum og roynir ikki at læra fólk at gerast skilagóðir nýtarar og at njóta t.d. veikar bjór og vín úr heiminum. Sum støðan er nú, kann ein og hvør drekka seg frá húsi og heimi við galdandi [...] politikki og skilagóður politikkur er tað, sum eykennir eitt vælskipað og skynsamt land, ið virðir sínar borgarar, í mun til eitt lorta land, fult av mutri, tilvildarligum ráðandi fordómum og lógloysi. [...] broytist og lógir skulu fylgja við Samfelagið broytist og fólk broytast. Føroyingar eru so at sær komnir í dag, at teir eins og onnur framkomin lond vilja hava loyvi t.d. at njóta heimskendar og forkunnugar
ræðulig tíð fyri okkum grannar og ikki minst fyri tykkum Elinborg, Lív og Monu, at síggja dagamunin. Sum pápi var tú professionellur. Tú legði mær stovugólvið á tá í 1980-unum, og sjálvandi var Lív við tær [...] Gaard og tú (kanska Ellingsgaard var við eisini) skiftu takið hjá Dudduni her í grannalagnum. Djarvur sum mikladalsmenn enn eru, stóð stigin nakað uttarlaga á trappusteininum og fór út av við tær í og tú [...] upp á áarbakkan og byrjaði at arbeiða uppá hann til Anna, mamma tann lítla Bartal, kom til og fekk vatnið úr honum. Tá var Jóhannis veruliga illa fyri eisini. Men lív kom í aftur lítla og fyri hetta bragd
vælkomnan og er glaður fyri hjartaligu móttøkuna, hann hevur fingið. - Eg havi verið sera væl móttikin, Fólk tykjast áhugað og eru vinarlig og blíð. Eg kenni meg næstan sum part av eini familju og vónirnar [...] bispi og dómpróvsti. - Eg havi stóra virðing fyri fólki, ið búgva slík støð sum í Skotlandi, Íslandi og í Føroyum. Tað er hørð náttúra. Tit eru hørð, men hava góð virðir, styrki og guðsótta og hetta boðar [...] Um orsøkina til, at hann søkti starvið sum prestur í Føroyum, enntá í útjaðaranum, sigur Patrick, at hetta var ein avbjóðing og at honum dámar avbjóðingar. Og so er líkamikið, hvørt tað er í býnum ella
Viðtala eftir avtalu. LFÚ-skrivstovan hevur opið mánadag og mikudag millum kl. 12 og 16 og týsdag kl. 16-18. LFÚ-ráðgevingin hevur opið týsdag og hósdag frá kl. 16-18. Føroya Heimavirkisfelag Postboks 1209 [...] Pisuvarða 2, Tórshavn Tlf. 315624 og 315688, Faks 315924, e-mail: maf@maf.fo og maf@post.olivant.fo Heimasíða: www.maf.fo Opið er: má. og tý. kl. 10-15, mi. kl. 13-18, hó. og fr. kl. 10-15. Endamál felagsins [...] týskvøldið kl. 20. Øll eru vælkomin. Eiði Emil Olsen, prestur, heldur fyrilestur í Karmel sunnukvøldið kl. 19. Evni: Luther og Maria moy. Missións- og Ungdómshúsið á Glyvrum Sunnudagin kl. 14 Sunnudagsskúli
fremmant fólk tysti til bygdina og í missiónshúsinum var røðað um dóm og eld og plágur, um dýrið, bæði tað á landi og á sjónum og tær sjey basúnirnar, tey sjey seglini og ta stóru skøkjuna Babylon, sum [...] kirkjuni og umboð eru fyri allar familjur. Yvir av mær situr Louis í Garðshorni og syngur við yndi. Hann umboðar eisini Grundlend, hann er kirkjuvinur og hevur góða rødd. Og nú situr hann og hugsar um [...] teir, og eg fái eina peiling av, hvussu pápi hevði sæð út í dag, um hann hevði verið á lívi og frískur, hyggi eg eftir Elinbert og trekki eitt sindur av stødd og ummáli frá. Køkur í missiónshúsinum Og so
Kjartani til æru, at hansara grein er saklig og fólkaliga orðað, og at hann nemur við týðandi spurningar. Av hesi orsøk, og av tí at tey mál, sum kronikkin og svarið sum heild fevna um, ikki bara eru viðkomandi [...] samgonga hevur givið føringum, og Føroya ungdómi, sjálvsvirðing og sjálvsálit aftur. Stigmenning og breidd Skal eg nú royna at lýsa ein høvuðsmun í áskoðan millum undirritaða og leiðsluna á fullveldisskútuni [...] strategiska leið og politiskt stavnhald. Eftir míni hugsan má ein og hvør politisk nýskipan fyri Føroyar grundast á ríkisfelagsskapin og vaksa lívfrøðiliga burtur úr hesum politiska og mentunarliga stórsigri
er tað, sum politikkur skal snúgva seg um? Alt eftir hvønn tú spyr, fært tú svar. Men fyri okkum í Javnaðarflokkinum er svarið tað einfalda, at politikkur snýr seg um menniskjur. Politikkur er ikki háfloygd [...] fyri, at okkara medborgarar fáa eitt virðiligt og innihaldsríkt lív. Tað eru ikki kanningar, álit og løgfrøðiligir orðastreymar, sum tey hungra eftir og enn minni tað, at vit í politiskari fáfongd fyribeina [...] samgongu við einum eykaklípi, og aftur um brekku kemur stóri niðurskurðurin í ríkisveitingini, og enn hava vit bert merkt byrjanina. Men minkingin av ríkisveitingini er ein veruleiki, og tí mugu vit so royna uppaftur
hjá okkum og í Noregi hevur verið, at tað byrjaði við nógvum smáum fyritøkum. So kom tann fyrsta stóra kreppan, og hóast framvegis smá í altjóða høpi, gjørdust virkini størri og størri og flættaði seg [...] vinnan kemur, og hvør infrastrukturur skal til. Siðvenjan og kunnleiki frá fiskivinnuni hjálpt nógv -Føroyingar hava gjøgnum tíðina ment eina sterka siðvenju fyri íverkseting, lokalum eigaraskapi og tað vit [...] at fara í gongd. Bæði í Noregi og Føroyum eru eisini siðvenjur fyri at býta vitan ímillum sín, og ger hetta, at nógvir partar fáa ágóðan av somu vitanini. -Bæði í Kili og Skotlandi síggja vit, at vinnan