Mark fyri politikki

Danir seta avgjaldið niður 2. oktober á rúsdrekka fyri at samskipa prísleguna á rúsdrekka við hini londini í EU. Nú kostar t.d. ein fløska av vodka eini 73 krónur. Í løtuni síggja vit eisini týskar, hollendskar og belgiskar bjórframleiðarar taka seg fram á danska marknaðin við heimskendum øli, ið kann venja danir at drekka meiri góðskubjór, tí stóra fyritøkan Carlsberg er um at missa sítt óhugnaliga monopol.

Neyðugt er við politikki og skilagóður politikkur er tað, sum eykennir eitt vælskipað og skynsamt land, ið virðir sínar borgarar, í mun til eitt lorta land, fult av mutri, tilvildarligum ráðandi fordómum og lógloysi. Eitt land við fólkastýri, hevur fólk, ið skulu umboða viljan, ynski og røkja tørvin hjá fjøldini. Hetta er bæði vakurleikin og samstundis avmarkingin við øllum fólkaræði sum heimspeki: fleirtalið kann áseta "sannleikan" og galdandi veruleika, eisini í eini støðu har minnilutin hevur rætt ? men fólkaræði er, sum klichéin hjá Churchill sigur, tað minst ringa.
Fólkaatkvøða neyðug
Eg vil pástanda, at um vit høvdu eina fólkaatkvøðu um at liberalisera alkoholsøluna í Føroyum og samstundis góvu loyvi at selja, framleiða og innflyta allar øl í heiminum, veikar, sterkar, grønar og gular, so vildu vit sæð eina meiriluta av Føroya fólki tikið undir við eini liberalisering. Men enn situr ein minniluti (ofta fólk ið ikki drekka sjálvi), ið enn tvíhalda um tápuligar lógir, ið eru mannminkandi og í støðum minna meg um brot á mannarættindi, t.d. at man ikki kann keypa eina líkinda útlendska bjór í landinum (og nei Carlsberg og Tuborg eru ikki líkinda bjór, men keðiligt kopi ídnaðarbjór).
Bangnir politikarar
Politikarnir vilja einki gera við økið, tí teir halda, at ein minniluti av mótstøðufólki fer at kappa høvdið av teimum, um tey gera okkurt við rúsdrekkalógina. Men tey skulu einki gera á hesum øki, annað enn at lata fólkið í Føroyum fáa loyvi at avgera hetta mál. Av og á er neyðugt, at fólkavaldir politikarar vísa seg sum veruligir politikarar og spyrja vaksin fólk, ið annars hava loyvi at keypa alt frá fuglabyrsum til rottugift, beinleiðis hvat tey halda. T.v.s. neyðugt er at skipa fyri eini fólkaatkvøðu um serligar álvarsligar spurningar. Slíkt er ikki annað enn góð fólkaræðislig siðvenja. Í Føroyum var einaferð ein fólkaatkvøða um rúsdrekka, hon var bæði lóglig og boðaði um fólkaræði, men hetta er skjótt ein øld síðani. Tá vóru fólk, serliga menn, ið drukku ov nógv. Í dag er samfelagið fulkominliga broytt eini 8 ferð, men uttan lógin um rúsdrekkasøluna, er nærum einki broytt á hesum økinum, tí er neyðugt at spyrja seg, um tað er rætt at tvíhalda um hesa lóg.
Samfelagið broytist og lógir skulu fylgja við
Samfelagið broytist og fólk broytast. Føroyingar eru so at sær komnir í dag, at teir eins og onnur framkomin lond vilja hava loyvi t.d. at njóta heimskendar og forkunnugar bjór og onnur vín enn tey Rúsan hevur møguleikan at keypa í Føroyum, (ið er ógvuligani avmarkað í mun til ein líkinda vínhandil t.d. í Danmark). Fólk í Føroyum í dag eru ikki bert áhugað í at "drekka seg skít", men nógv meiri at njóta okkurt forkunnugt og vilja hava loyvi at smakka tað besta heimurin hevur at bjóða av t.d. víni, bjór, Calvados, Cognac og Armanac.
Eg dugi at síggja, at einasta gongda leiðin frá einari planbúskaparligari einkarsølu er ein total liberalisering, har handlar og heilsølur fáa loyvi at innflyta øl, vín og alt slag av alkohol.
Varð ein liberalisering framd, høvdu vit sæð spennandi bjór og vínhandlar í Føroyum, eina økta kapping um prís, góðsku og útboð. Gjørligt hevði verið hjá føroyinginum at fingið hendur á tí honum lystir og øll tey tíggjutúsundavís av víni, ið Rúsan ikki hevur og tey túsundavís av sløgunum av bjóri í heiminum.
Eg haldi, at náttarlívið og ferðafólkavinnan er nógv tarnað av tápuligum lógum, ið noyða t.d. barrir at steingja á midnátt, til stóran ampa fyri ferðfólk, útisetar og føroyingar í Føroyum alt árið. Uttanfyri Havnina eru nærum eingin skeinkiloyvi givin og ikki er t.d. ein líkinda café ella barr á øllum Skálafjørðinum, meðan møtihús og samkomur vaksa í tali í hvørjari bygd.
Misnýtarin í fokus
Heimspekin handan avmarkingina snýr seg bert um avmarking fyri at bøta um skaðilig árin av rúsdrekka millum ein milliluta av misnýtarum og roynir ikki at læra fólk at gerast skilagóðir nýtarar og at njóta t.d. veikar bjór og vín úr heiminum. Sum støðan er nú, kann ein og hvør drekka seg frá húsi og heimi við galdandi politikki, t.v.s. at avmarkingin er púra einkisigandi og er eingin avmarking, bert ein óneyðug planbúskaparlig handilsforðing, ið tarnar fríari kapping og øsir fólk.
Forboð og avmarkingar virka øvugt
Heimspekin handan hesa avmarking er, at fólk drekka minni, um tað t.d. er dýrt og so fáar barrir og caféir hava opið (fáa skeinkiloyvi) sum gjørligt. Men allar kanningar vísa, at í londum við søgu fyri forboði og við núverandi avmarkingum drekka fólk verri og við minni skili, enn í londum við eini opnari og eldri øl og vínmentan. Í forboðstíðini í USA vuksu t.d. mafiuliðini. Í Føroyum drukku menn finspritt, meðan onnur børsaðu og spunnu gull úr neyðini. Forboð skapar bert vanlukkur og avskeplar fólk og mentan. Í mínum ættarliði á Skálafjørðinum eru nógv deyð blaðung í ferðsluni vegna rúsdrekka, ið beinleiðis kemur av einari vána rúsdrekkamentan, tí vit høvdu ongastaðni at fara (barrir, náttklubbar ella caféir), annað enn at koyra skít til Havnar. Bilurin var barrin, náttklubburin og av og á eisini diskotekið. Vit vóru skít sjálvt um eingin hevði loyvi at bestilla. Vit keyptu, stjólu rúsdrekkakort og misnýttu skipanina sum dagurin var langur. Í minum ættarliðið var rúsdrekka forboðið. Vit kundu ikki fara í nakra Rúsu, men eg rokni ikki við, at nakað ættarlið hevur drukkið so illa, so nógv og á ein ófantaligan hátt sum tey ungu á Skálafjørðinum í áttatíárunum. Tey ungu í dag hava eitt størri frælsi og duga eisini betur at drekka enn vit dugdu. Vit skolaðu blátt Vodka niður, spýðu og fullu í óvit. Tey ungu drekka nógv meiri veikar øl, vín og á ein annan máta enn vit. Forboð og ikki frælsi føra til vanlukkur.
Rúsdrekka ella ikki? Ein pseudospurningur
Í Føroyum eru alt ov nógv, ið spilla hetta kjak við at bomba tað aftur til spurningar sum: "Hví skulu vit hava rúsdrekka?" og "Er tað neyðugt at drekka fyri at hugna sær?", ið er ein roynd at fortrongja, at rúsdrekka er ein partur av okkara mentan og hevur verið tað í 1000 ár. Síðani Gøtu Trónd hava føroyingar smakka sær á. Hetta puritanska og dupultmoralska lyndi, ið helst ikki vil viðurkenna, at rúsdrekka er til, stórtrívist millum trúgvandi og millum avhaldsfólk, men eg tími ikki at kjakast frá hesum støði. Rusdrekka er her sum kaffi og tubbak og hevur verið her á fold longur enn føroyska samfelagið.
Staturin skal stýra, og eg meini eisini, at nakað av tolli skal vera á tubbaki og alkoholi, men eg dugi ikki at síggja, um tað ger nakran mun um eg keypi eina fløsku av víni í Rúsini ella í Miklagarði. Hvat er munurin um eg keypi seks gulløl í kioskini hjá Restorff ella frá Bryggjaríinum sjálvum? Og hví hava einkarsølur, tá vit eins væl kunnu keypa vín, øl og annað í vanligum handlum? Hvat er munurin um eg keypi 6 Westmalle Dubbel bjór frá Belgia ið eru 7.0% (og tí ólógliar) ella 6 vodka fløskur frá Polen, ið eru 40% (ið eru lógligar), ella 6 vínfløskur frá Spaniu a 13% (ið eru lógligar)?
Mark fyri politikki
Men tað er mark fyri hvat kann gerast til politik. Ein fólkaræðisstýrd tjóð ella ein statur, kann t.d. ikki áseta, hvat fólk skulu síggja í sjónvarpinum ella ikki síggja (sjálvt um Jenis roynir), hvørjum fólk hava áhuga fyri á netinum, hvat tey siga sínamillum, hvat tey hugsa, hvørjum klæðum tey ganga í (ella ikki) um tey halda føðingardag (ella ikki), jól, páskir. Vit hava trúarfrælsið og vit hava talufrælsið (undir ábyrgd í mun til Revsulógina). Onkur sigur, at alt er politikur og at siga at tað er eitt mark fyri politik er eisini ein politikkur, sjálvandi er tað ein hugmyndafrøði at avmarka politik. Fyri meg er tað so, at tá ein statur ella ein tjóð skal áseta við lóg hvat fólk drekka, um tey drekka, nær og hvar og nærum hví, tá vísir hetta, at eitt mark er brotið og politikkurin hevur blanda seg í privat viðurskifti, ið ikki raka statin ella tjóðina. Vit hava loyvi at gera av við okkum sjálvi, vit kunnu eta tað vit vilja, eisini um vit steindoyggja av tí, men ikki keypa t.d. eina Westmalle Dubbel, eina Chimay ella eina Leffe bjór (ca. 7,0%) uttan at bróta lógina.
Rúsdrekka brúkt við máta er fyri nógv ein gleði, tí ein frøði er at fara til vínsmakkingar, bjórfestivalir, í býin o.s.fr., ið er ein partur av modernaðari mentan. Tað eru føroyingar, ið hava stóran áhuga og vitan um vín og t.d. bjór, ið sjálvi hava gjørt feløg í Føroyum, ið ikki fáa teirra tørv nøktaðan, tí Rúsan situr á øllum innflutninginum, og tápuliga lógin um at bjór ikki má verða sterkari enn 5,8% oyðileggur rest.
Við núverandi lógaróskilið skjóta føroyingar seg í fótin ár eftir ár, ið ber prógv um ein bangna fjøld av politikarum. Tað er eisini sera mannminkandi, at stórar sølustevnir og nýggjar caféir skulu merkja hendan dupultmoralin í Føroyum. Í dag snýta vit okkum fyri inntøkur av t.d. rúsdrekkaframleiðslu og ein liberalisering á økinum hevði bert økt um vitan og góðskuna av útboðinum. Ein liberalisering hevði givið einstaka brúkaranum eitt úrval av t.d. fremmandum øli og skapt arbeiðs-pláss og eina modernisering av heldur stirvna náttarlívinum í Føroyum.
Okkum tørvar eitt nýtt kjak um hetta í Føroyum í dag. Og at politikarar og onnur, ið eru avvarðandi at hesum máli koma fram við øðrum enn fordómum og tosi um forboð, tí heimspekin handan avmarkingina er einkisigani og hjálpir tí ongum, enn ikki millilutanum av misnýtarum. Betur var, um dentur varð lagdur á at økja um útboðið av veikara ølinum og víni og lært fólk at gerast meira skilagóðir brúkarar.

???????????????????????????????????????????????????????
Essay um rÚsdrekkalógina
Kim Simonsen
Vín- og bjóráhugaður limur í t.d. felaginum Danske Ølentusiaster.