Bretland
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
At Tony Blair er ein framúrskarandi røðari, hevur hann langt síðani prógvað, og hann nýtti eisini øll síni evni, tá hann royndi at sannføra landsfundin hjá Labour um, at hansara politikkur er tann rætti, og at flokkurin kann røkka einum stjórnarskeiði afturat, fær hann, altso Blair sjálvur, ta neyðugu undirtøkuna.
Í seinastuni hava altsamt fleiri bretar funnist at forsætisráðharranum og politikki hansara. Hann verður lagdur undir at hava logið fyri fólkinum í sambandi við kríggið í Irak, og mong halda, at hann er ikki tann maðurin, sum tey valdu at stýra landinum. Júst hesi fingu nøkur orð í røðu hansara á landsfundinum.
- Eg veit, at eg eri tann sami, sum eg altíð havi verið. Eldri, sterkari og við fleiri royndum, men innast inni tað sama menniskjað við teirri somu trúnni sum fyrr. Og hetta er tann einasta leiðslan, sum eg kann bjóða tykkum, segði Blair í røðuni, sum í fleiri brotum var sera persónlig.
Lógvabrestirnir í fundarhølinum í Bournemouth vístu, at floksfelagarnir trúgva honum. Spurningurin er so, um veljararnir eisini gera tað. Fyrradagin vísti ein kanning, at 60 prosent av bretunum hava mist álitið á honum.