Vit hitta nýggja prestin í Vági, eftir at hann hevur verið nakað yvir eina viku í starvinum.
Tað tykist, sum alt er á leið, sum nýggi presturin í Vági hevði hugsað sær. Hann kennir seg vælkomnan og er glaður fyri hjartaligu móttøkuna, hann hevur fingið.
- Eg havi verið sera væl móttikin, Fólk tykjast áhugað og eru vinarlig og blíð. Eg kenni meg næstan sum part av eini familju og vónirnar hava víst seg at samsvara við veruleikan, sigur Patrick DeNeergaard, ið eisini fegnast um góðu móttøkuna frá kirkjumyndugleikunum, bispi og dómpróvsti.
- Eg havi stóra virðing fyri fólki, ið búgva slík støð sum í Skotlandi, Íslandi og í Føroyum. Tað er hørð náttúra. Tit eru hørð, men hava góð virðir, styrki og guðsótta og hetta boðar frá góðsku, metir Patrick DeNeergaard.
Avbjóðing
Um orsøkina til, at hann søkti starvið sum prestur í Føroyum, enntá í útjaðaranum, sigur Patrick, at hetta var ein avbjóðing og at honum dámar avbjóðingar. Og so er líkamikið, hvørt tað er í býnum ella á bygd.
- Uppgávan er at boða evangeliið. Og tað sum telur er, hvussu fólk eru, sigur Patrick, og sipar til, at hvar tey eru stødd hevur minni at siga.
- Føroyingar eru fitt fólk, sigur Patrick.
Sjálvur kemur 35 ára gamli Patrick úr Århus, har hann eisini hevur lisið guðfrøði.
Men hann metir so avgjørt ikki, at so stórur munur er á at koma til Føroya.
- Føroyingar hugsa sum tey gera í Jútlandi, og tað er ein góður eginleiki, sigur Patrick við einum farra av skemti,
- Tað snýr seg um at vera til hjálpar, har tað er neyðugt, og tað snýr seg um at vera fólkaligur, men samstundis eru hesi fólk nakrar harðar bananir, tá á stendur, hugleiðir Patrick.
Littur
Patrick er føddur í Irak og uppvaksin í Arabisku Emiratunum.Sum 16 ára gamal kom hann til Danmarkar. Mamman og pápin eru kristin.
- Tað eru mong sløg av kristnum fólki í Irak. Mamma er katólsk, pápi hennara er hálvur indari og hálvur onglendingur og er av Conway familjuni, ið er stór familja.
Uppá spurningin, hvørt Patrick hevur kent á egnum kroppi, at á okkara leiðum eru fólk, ið ikki uttan víðari góðtaka fólk við dimmum holdi ella øðrvísi hugsandi, sigur hann, at tað kann hann ikki beinleiðis siga.
- Flestu innflytarar eru muslimar og eru lættir at fáa eygað á, eru lættir at kenna á eittnú teirra klædnapløggum, men tað eru mangir, ið ikki eru muslimar, minnir Patrick á, men hann ásannar, at flestu fólk við dimmum holdi vera skjótt flokkað sum innflytarar og útlendingar.
Patrick metir, at hansara fjøltáttaða bakgrund gevur honum ein betri førleika at skilja ymisk fólk.
Og at hann eisini var ST-soldátur á Cypern gav eisini innlit í hvussu fólk eru.
- Har er land, ið er skilt sundur og fólk, ið ynskja at verða sundurskilt og tey, ið ynskja felagsskap, so har er spenningur í, sigur Patrick.
Heilagi andin talar
Um sína støðu í prestastarvinum sigur Patrick De Neergaard.
- Eg eri ikki fundamentalistur, men hinvegin merkir tað ikki, at alt er loyvt. Eg komi við opnum sinni og vil fegin hitta fólk, sum tey eru.
At sunnara prestagjald í Suðuroynni ofta hevur borið orð fyri at hava fleiri jarðarferðir, enn t.d. dópar ella brúdleyp, ræðir ikki nýggja prestin.
- Hetta er ein partur tænastuni í starvinum, men sjálvandi er størri gleði í dópi og brúdleypi, tí tá er tekin um fólk, ið koma aftur at seta búgv og um fólkavøkstur, sigur Patrick, sum er farin undir at læra seg føroyskt, so hann fer at skilja málið. Hann er byrjaður við at lesa í sálmabókini og honum dámar stak væl, tá føroyingar syngja.
- Tit syngja so hjartaliga og málið er gjørt til sang, metir Patrick.
Spurdur, um hann metir seg sum talara, ið kann fanga eina fjøld, sigur nýggi presturin í Vági:
- Tað er ikki so nógv tað, ið eg geri, men Heilagi Andin arbeiðir við sínum mátti. Eg skal bara boða gleðiboðskapin so einfalt og skilligt, sum tilber.
Saknar styrkivenjing og cafélív
At Patrick kemur úr býumhvørvi, Århus, ger sjálvsagt, at hann hevur merkt sær, at á bygd eru ikki somu frítíðartilboð, sum á størri plássum.
- Í míni frítíð havi eg háhuga í frímerkjum og myntum, men eri eisini ítróttarhugaður, har renning, súkkling og styrkivenjing liggja frammaliga, so sjálvandi er saknur t.d. í eini styrkivenjingarmiðstøð. Men mær dámar eisini at ganga túrar í náttúrini og at gera mat og at lesa. At fara á café dámar mær eisini, so eisini har er kanska okkurt, ið saknur er í, sigur Patrick, sum tó trívist væl og sum gleðir seg at fáa vitjan av vinfólki.
Mamman hevur ikki góða heilsu, so óvist er um hon kemur hendaveg at vitja, men vinfólkini hava boðað frá, at tey koma at vitja, greiðir Patrick frá, og letur okkum vita, at hann visti um Føroyar, áðrenn hann kom til landið, at tað er líkt Skotlandi, at her er seyður og at írskir munkar vóru her í gamlari tíð at at landið var partur av víkingatíðini.