bara verða um at leggja saman við Havnini. Annars hava vit hoyrt graml um, at á hægri stað er ætlanin at fáa okkum at leggja saman norðureftir, men tað fara vit at seta okkum hart ímóti. Tað er onki [...] Hans Jacob Hansen heldur, eisini at tað tað rættasta hjá kollfirðingum er at leggja saman við Havnini. Men tað skal bara ikki vera nú? Nei, vit halda, at tað er rætt at kommunurnar eru hvør sær til hetta [...] liðugt. Tað er ruddiligari at viðurskiftini ikki verða broytt í einum valskeiði. Bygdaráðsformaðurin sigur, at borgarafundurin, og fólkaatkvøðan, sum verða skuldi, verða sum ætlað. Hann sigur, at bæði verða
Býráð hava at vita, um teir eru áhugaðir at leggja saman frá 1. januar í 2001 at rokna. Tað er ein spurningurin, vit fyrst og fremst mugu fáa greiði á, sigur borgarstjórin í Havn. Hann sigur, at Tórshavnar [...] oktober. Men vit bíða, tí tað eru teir, sum eiga útspælið. Leivur Hansen, býráðsformaður í Havn, sigur, at Tórshavnar Kommuna fer ikki at leggja trýst á kollfirðingar. Vit vildu, at báðar kommunurnar skuldu [...] fíggjarætlan frá 1. januar, og at samanleggingin skuldi verða fullfíggjað frá 1. januar 2001, beint eftir komandi kommunuval, sigur hann. Men kollfirðingar vildu ikki, at tað skuldi ganga so skjótt fyri
verið og er tað helst framvegis at lata upp fyri tí fyrsta útbjóðingarumfarinum tíðliga í 97. Tað ljóðar, at uppskot til skattalóg og annars reglur og treytir í sambandi við eina útbjóðing er um at vera [...] hvat er best at gera. Tony Rochester sigur, at eru útlit fyri, at marknatrætan kann loysast innan fyri eitt ár, so er tað hansara persónliga meining - tað er ikki ein Total meining - at føroyskir politikarar [...] eiga at bíða hetta árið við at bjóða út. -Men gera tit av at bíða í eitt ár og marknatrætan framvegis ikki er loyst tá, so hava tykkara politikarar fingið eina sera torføra avgerð at skula taka, og eg hevði
ningur er at greiða og koma við tilmælum um, hvussu eitt føroyskt landsoljufelag eigur at verða skipað við atliti at ognarviðurskiftum, stýring, handilsligum og samfelagsligum stevnumiðum og leikparti [...] leikparti tess í sambandi við ta politisku og umsitingarligu skipanina og tað privata vinnulívið. Sambart einum tíðindaskrivi frá vinnumálastýrinum er arbeiðssetningurin hjá nevndini tann sami, sum Oljuráðlegg [...] Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri, Bjarni Olsen, stjóri á Hagstovu Føroya, Malan Johannesen, fulltrúi og Jógvan Ellefsen, advokatur. Arne Poulsen er valdur til formann í nevndini.
í nógv harrans ár. - Tað besta vit kunnu gera er at sóttreinsa alt drekkivatn í Føroyum, men tað kann taka nokkso langa tíð áðrenn tað verður til nakað, og inntil tað haldi eg, at vit skuldu ?screena³ [...] Starvsstovuni greiðir frá, at hon finst so at siga allastaðni, har drekkivatnið ikki er sóttreinsað, og at hon berst við fugli og seyði. - Hon finst eitt nú í høsnarungum, men av tí at allir høsnarungar vit [...] Starvsstovuni um, at teir høvdu funnið bakteriur í drekkivatninum hjá teimum, og at hósvíkingar skuldu kóka vatnið áðrenn tað varð drukkið. Jógvan Mørkøre, bygdarráðsformaður gjørdi av beinanvegin at senda avrit
háttaður, at tað er brúkarin sum skal gjalda, men vit halda ikki at tað er rætt, at útoyggjafólkið skal vera verri fyri at ferðast, enn vit sum búgva á fastlandinum, sigur Jóannes Eidesgaard. - Tað sama ger [...] koyrt í eina tíð, ivist eg ikki í, at fleiri av kommununum síggja tað náttúrliga í at leggja saman. Tá kemur samanleggingin av egnum vilja, og eg ivist ikki í, at tað gevur eitt betri úrslit enn tvang. [...] høvuðssamferðslukervið. - Veruleikin er tann, at tað kostar meir hjá einum svínoyingi at koma til Havnar, tí hann skal fyrst sigla túrin inn til Hvannasunds, og tað er henda meirkostnað vit vilja útlíkna. -
orsøkum enn fiskiveiðu og fiskaframleiðslu, so er vandi fyri einum falli í lønarútgjaldingum í 1998 og frameftir, og tað fer at merkjast hart hjá landskassanum og hjá kommununum. Tá lítið og onki avlop er budgetterað [...] Føroya løgmaður. Longu í 1995 sóust tekin um, at tað fór at eydnast at venda fíggjarligu gongdini í Føroyum. Hagtølini fyri 1997 vísa eins og tølini fyri 1996, at tað av álvara gongur framá í Føroyum. Hvørji [...] verið uppaftur betur Aftaná at hava víst á, at tað hevur gingist okkum betur, enn roknað varð við, og at týðuligir vandar liggja fyri framman, kann eg nevna, at tað kundi verið uppaftur betur. Í nýggjársrøðuni
við partamanninum og vágapolitikaranum Ivan Johannesen. Men henda trupulleik hevur løgmaður loyst á tann hátt, at hann sjávlur fer at taka sær av samferðslumálunum. Hini málsøkini verða býtt soleiðis: Ivan [...] hvussu løgmaður nú fór at býta málsøkini. Røddir hava verið frammi, sum hava hildið, at Ivan Johannesen fór at taka yvir flestu málini. Men her hevði løgmaður bara tann trupulleika, at hann ikki er samdur [...] landsstýrismaður: Sjóvinnumál Samferðslumál, herundir havnir og vegir/lnadsverkfrøðingurin, strandferðsla og loftverðsla situr løgmaður fyri tað, ið eftir er av valskeiðnum.
sigur, at kanadiska kvotan nú er uppfiskað, og at Enniberg helst fer at koma hendan vegin aftur nakað skjótt. Tó var ætlanin at kasta á Flemmish Cap, helst í gjár, til tess at vita, um nakað er at fáa av [...] sigur Mortan Johannesen. Og fara teir at tveita alla teirra veiðu á bretska marknaðin, man tað fara at merkjast í prísunum, heldur hann og mælir til at taka tað eitt sindur róligt. Um árið, ið júst er [...] yvirhøvur. Svartkalvin verður avhøvdaður og frystur umborð. Mortan Johannesen, reiðari, sigur, at túrurin var skjótur, og fiskurin nógvur, og tí ber helst til at fáa nøkur oyru burturúr. Um ikki so var
Soleiðis er tað eisini við tíðindunum. Tíðindi verða borin fram sum genial, og hóast tey ikki eru eftirfarandi, verða tey ikki rættað. Sjónvarpið tekur sær einarætt at tulka, hvat er rætt og hvat er skeivt [...] eru gummitíðindi eftir teirra høvdi. Teirra einasta eina meining skal passa inn, hvussu víkir og vendir. Sum tað seinasta hevur sjónvarpið gjørt seg til sjálvgjørdan dómara í bankamálinum. Men eisini hetta [...] journalistunum. Til sjónvarpið. Sleppið tykkara einastu einu meining og haldið tykkum til fleiri. Tá verður størri møguleiki fyri, at tann rætta er ímillum teirra. P. J.