Gummitíðindi og bankamálið í SvF

Ein hyggjari skrivaði herfyri um gummitíðina í sjónvarpinum, og hann hevði púra rætt.

Ein tíð stendur á skránni, men hon verður ongantíð hildin. Soleiðis er tað eisini við tíðindunum. Tíðindi verða borin fram sum genial, og hóast tey ikki eru eftirfarandi, verða tey ikki rættað. Sjónvarpið tekur sær einarætt at tulka, hvat er rætt og hvat er skeivt. Hetta eru gummitíðindi eftir teirra høvdi. Teirra einasta eina meining skal passa inn, hvussu víkir og vendir.

Sum tað seinasta hevur sjónvarpið gjørt seg til sjálvgjørdan dómara í bankamálinum. Men eisini hetta er ein gummidómur. Aftanfyri standa tveir journalistar, hvør meira subjektivur enn annar við tøttum tilknýti til amatørarnar í bankamálinum. Trúvirðið gerst eisini gummi.

Men hyggjarin er ikki býttur. Tit halda tykkum kunna liva og látast sum tykkum lystir fyri hyggjarans dýrt goldnu pengar, men hyggjarin hevur krav uppá saklig tíðindi, tvs. sæð frá øðrum síðum enn tí einastu einu hjá journalistunum.

Til sjónvarpið. Sleppið tykkara einastu einu meining og haldið tykkum til fleiri. Tá verður størri møguleiki fyri, at tann rætta er ímillum teirra.


P. J.