Útoyggjarnar fáa nú stuðul til farmaflutning

Í komandi ári verður møguligt hjá útoyggjafólki at søkja um stuðul til farmagjald av eitt nú olju, soleiðis at tey ikki skulu gjalda meir enn tey sum búgva á meginlandinum.

Herfyri legði Javnaðarflokkurin uppskot fyri Løgtingið um stuðul til útoyggjarnar, til farma- og ferðafólkaflutning. Uppskotið varð samtykt við aðru viðgerð mánadagin fyri jól, og eitt sindur broytt, við triðju viðgerð leygardagin. Nú er stuðulin nevniliga ikki markaður til Svínoy, Fugloy, Mykines og Skúvoy, men til fastbúgvandi í útjaðaraøkinum.

Jóannes Eidesgaard sigur í eini viðmerking, at ætlanin við uppskotinum er at útlíkna tann meirkostnað fastbúgvandi á útoyggjunum hava fyri at koma í samband við høvuðssamferðslukervið.

- Veruleikin er tann, at tað kostar meir hjá einum svínoyingi at koma til Havnar, tí hann skal fyrst sigla túrin inn til Hvannasunds, og tað er henda meirkostnað vit vilja útlíkna.

- Marknaðarbúskapurin er soleiðis háttaður, at tað er brúkarin sum skal gjalda, men vit halda ikki at tað er rætt, at útoyggjafólkið skal vera verri fyri at ferðast, enn vit sum búgva á fastlandinum, sigur Jóannes Eidesgaard.

- Tað sama ger seg galdandi tá vit tosa um farmaflutning. Eitt nú kostar oljan 30 oyru meir í Skúvoy enn hon ger í Havn og tað er eftir okkara meting ikki rættvíst.


Partur av langtíðarætlan Javnarfloksins

Hvør skal umsita skipanina og hvussu umsitingin skal skipast, er ikki greitt enn. Meginparturin av øllum flutningi fer við Strandfaraskipum Landsins og allur ferðafólkaflutningur eisini. Men tað verður ein treyt, at viðkomandi skal vera fastbúgvandi í útjaðaraøkinum.

- Fyri okkum hevur tað ikki so stóran týdning, um skipanin kemur í gildi fyrst í komandi ári ella eitt sindur seinni. Løgtingið hevur avgjørt at fara undir hesa stuðulsskipan, og tað hevur fyri okkum tann størsta týdningin

Jóannes Eidesgaard leggur dent á, at hetta uppskoti er knýtt at upplegginum um útjaðaraøkini, sum var viðgjørt á seinasta landsfundinum hjá Javnaðarflokkinum. Her var lagt upp til miðvíst at bøta um viðurskiftini hjá útoyggjunum.

-Hesin parturin av landinum klárar ikki at styrkja seg sjálvan og tí er neyðugt, at teir fáa tað hjálp teimum tørvar. Hetta er nakað Javnaðarflokkurin ætlar sær at arbeiða við í framtíðini.

Jóannes Eidesgaard nevnir her eisini tað ætlan um kommunusamstarv sum Javnaðarflokkurin leggur upp til. Henda ætlan samsvarar ikki við tað uppskot sum landstýrismaðurin í kommunumálum, Eilif Samuelsen arbeiðir við, men Jóannes Eidesgaard ivast ikki í, at uppskot Javnaðarfloksins er rættar leið.

- Okkara uppskot leggur upp til, at kommunurnar verða tvingaðar inn í eitt samstarv heldur enn í eina samanlegging. Tá samstarvið hevur koyrt í eina tíð, ivist eg ikki í, at fleiri av kommununum síggja tað náttúrliga í at leggja saman. Tá kemur samanleggingin av egnum vilja, og eg ivist ikki í, at tað gevur eitt betri úrslit enn tvang.