Beint fyri jól fekk Hósvíkar kommuna bræv frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni um, at teir høvdu funnið bakteriur í drekkivatninum hjá teimum, og at hósvíkingar skuldu kóka vatnið áðrenn tað varð drukkið.
Jógvan Mørkøre, bygdarráðsformaður gjørdi av beinanvegin at senda avrit til øll húski í Hósvík, soleiðis at tey vórðu kunnaði um støðuna.
Talan er um kampylobaktor bakteriuna, sum serliga er tengd at flogfenaði og seyði. Bakterian hevur eftir øllum at døma verið rættuliga vanlig um okkara leiðir í nógv ár, men tað er ikki fyrr enn nú, at hon er staðfest við mátingum.
Jógvan Mørkøre, bygdarráðsformaður sigur, at so vítt hann veit so kemur henda bakteria fyri í so at siga øllum yvirfladuvatni, sum ikki verður sóttreinsað. Eftir umhvørvisreglunum skal alt vatn sóttreinsast, men tað er bara ikki so.
- Tað eru alt ov nógvar kommunur í landinum, har vatnið ikki verður sóttreinsað, og eftir míni meting verður umhvørvislógin ikki tikin í nóg stórum álvara.
- Í Hósvíkar Bygdarráð hava vit lagt eina fasta ætlan á umhvørvisøkinum og hana ætla vit at halda. Eftir hesi ætlan verður vatnið hjá hósvíkingum sóttreinsað innan alt ov leingi.
Jógvan Mørkøre sigur, at hann einki visti um kanningarnar fyrr enn hann fekk brævið beint fyri jól.
Búkilska
Hvat er hetta so fyri ein bakteria - hendan kampylobaktor.
Birna Mørkøre av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni greiðir frá, at hon finst so at siga allastaðni, har drekkivatnið ikki er sóttreinsað, og at hon berst við fugli og seyði.
- Hon finst eitt nú í høsnarungum, men av tí at allir høsnarungar vit keypa í Føroyum eru frystir, so er tað eingin trupulleiki. Bakterian tolir nevniliga ikki at verða fryst. Harafturat finst kampylobaktor eisini í mjólk sum ikki er hitaviðgjørd.
Úrslitið av einari slíkari bakteriueitran er búkilska. Tað er ikki serliga stórur vandi fyri viðvarandi trupulleikum, men ansast skal serliga eftir børnum og eldri fólki sum eru veikari enn onnur.
- Í 1996 vóru 15 tilburðir av kampylobaktoreitran í Føroyum. Talið hevur verið rættuliga skiftandi seinastu árini, men í fjør vóru tað rættuliga nógvir tilburðir.
Mæla til varsemi
Birna Mørkøre sigur, at tað er rættuliga skiftandi hvussu nógvar bakteriur eru í drekkivatninum í Føroyum.
- Vit hava ikki gjørt nóg nógvar mátingar til at kunna siga tað við vissu, men hon hevur verið í Føroyum í nógv ár. Nú er tað bara staðfest við mátingum
Orsøkin til, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan gjørdi mátingarnar er, at tey hava tikið ein nýggjan mátingarhátt í nýtslu, og fyri at síggja um dugur var í honum, tóku vit nakrar royndir.
- Vit gjørdu seks royndir, og tríggjar av teimum vóru positivar. Tá vit vistu at kampyobaktor bakterian var í vatninum hildu vit, at vit skuldu geva kommununum boð.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan mælir annars til, at vit ikki loypa ótta á fólk. - Sjálvandi skal ávaringin frá okkum takast í álvara, men her talan um eina bakteriu sum hevur verið í Føroyum í nógv harrans ár.
- Tað besta vit kunnu gera er at sóttreinsa alt drekkivatn í Føroyum, men tað kann taka nokkso langa tíð áðrenn tað verður til nakað, og inntil tað haldi eg, at vit skuldu ?screena³ alt okkara drekkivatn fyri slíkar bakteriur. Tá vita vit hvar vit standa, sigur Bárður Enni, stjóri á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.











