Løgmaður, sum umsitur oljumál, tók beint fyri jól eitt nýtt stig í oljupolitikkinum. Hann hevur sett eina nevnd, hvørs arbeiðssetningur er at greiða og koma við tilmælum um, hvussu eitt føroyskt landsoljufelag eigur at verða skipað við atliti at ognarviðurskiftum, stýring, handilsligum og samfelagsligum stevnumiðum og leikparti tess í sambandi við ta politisku og umsitingarligu skipanina og tað privata vinnulívið.
Sambart einum tíðindaskrivi frá vinnumálastýrinum er arbeiðssetningurin hjá nevndini tann sami, sum Oljuráðleggingarnevnd Landsstýrisins í frágreiðingini ?Fyrireikingar til oljuleiting? mælir til, í síni niðurstøðu viðvíkjandi einum føroyskum landsoljufelag.
Limirnir í nevndini eru: Arni Poulsen, vinnumálastjóri, Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri, Bjarni Olsen, stjóri á Hagstovu Føroya, Malan Johannesen, fulltrúi og Jógvan Ellefsen, advokatur.
Arne Poulsen er valdur til formann í nevndini.