ikki er meira enn 50 ára gamal, so er hann av teimum handilsmonnunum í býnum, sum hava virkað longst í vinnuni - í hvussu so er hevur hann verið partur av handilslívinum í Havn í 35 ár. Vit tosa um Jákup [...] Eri komin aftur til røturnar Nú Jákup hevur latið klædnahandilin aftur, er ein býarmynd horvin. Sum Jákup sigur, so er tað vorðið tyngri at reka eina klædnahandil í dag, tí nú eru so nógv, ið kappast. Meðan [...] og oljuklæði ikki er heilt tað sama, sum millum klædningar og slips uppi á »Glade Hjørne«. Tað nyttar einki at koma til mín nú, skalt tú hava klædning, hvíta skjúrtu og slips. Her er tað sjómaðurin og
Landsstýrið er langt síðani givið við at bera nýggj sjónarmið fram, tíansheldur nýggjar upplýsingar. Tvørtur ímóti júkar man uppísaman aftur, endurtekur, trúttar niður í fólk. Landsstýrið er langt síðani farið [...] farið frá at upplýsa og til at agitera, at royna at umvenda tað mótvilliga fólkið, um at tað sum landsstýrið ætlar, er tað einasta rætta, og alt hitt er ábyrgdarleyst. Fyri tað fjórða so ?kunnar? landsstýrið [...] sjónarmiðum. Fyri tað fyrsta er tað ikki bara hettar, at sjálvstýrismálið ikki verður lýst frá fleiri síðum. Tað er verri enn so, tí umframt at lýsa síni egnu sjónarmið tekur man nú til eitt nýtt propagandatrick:
Udfordringen. Nú veit eg ikki heilt vist, hvønn afrikanara Thorbjørn sipar til, men av tí at vit halda Udfordringen og hava gjørt tað í fleiri ár, giti eg, at tað er Charles Ndifon meint verður við. Er tað hann [...] eru blivnir vælsignaðir av tænastuni hjá hesum manni. Tað er ikki so langt síðani, at ein kvinna í Klaksvík vitnaði í sendingini "Tilvera" um, hvussu undurfult hon varð vorðin grødd frá lívs-hóttandi [...] var Paulus, sambært 2. Korintbrævi kapittul 1, ógvuliga tilvitaður um hjálpina, sum forbønin frá øðrum veitir. So er tað spurningurin um trúgv. Mótstøðufólk av forbøn spyrja ofta, fyri ikki at siga altíð:
Nei, segði eg, hetta er mítt fyrsta inngjald. Nú fór eg betur at skilja tann sera stóra týdning, ein tílíkur Sparikassi hevði fyri Klaksvíkina og Norðoyar sum heild. Klaksvíkin vaks um tað mundið við umleið [...] longu tá høvdu livað eitt langt lív og sum vóru vornir ellisrentunjótarar, goymdu pening sín í skrínum, vanliga inni í sovikarmarinum. Hetta var teirra peningur. Hesum ráddu teir yvir. Sparikassa ella Banka [...] Banka varð ikki tosað um. Gjaldstova og Almannastova vóru ikki til. Einaferð um ársfjórðingin komu hesir sjokulátabrúnu seðlarnir. Hátíðarliga løgdu hesi gomlu teir í skrínið - teir skuldu liggja slættir -
miðlunum. Men umleið helvtin av oddagreinini hjá Dimmalætting er um, hvat ið embætisverkið ger og eigur at gera, tá politikari fer út um mark. Tað er ein almennur (generellur) spurningur –enntá ein, sum eg áður [...] vinningin minni, so eru teir í sínum fulla rætti til tað. Tí tað er politikkur. Tá talan er um politiskar avgerðir, so er ongin yvir politikarunum. Embætisfólkini fyrireika politisku átøkini eftir politiskum [...] ítøkiliga málið innanífrá, men sum miðlarnir – eitt nú Dimmalætting – hava greitt frá, so er líkt til, at málið er væl dokumenterað. Ongin ivi tykist vera um, hvat ið setanarnevndin mælti til, ella hvørjar gru
hann er samdur í meginpartinum av okkara uppskotum. Tíðin er við at ganga undan Nú er ein fjórðingur av tíðini farin av hesum valskeiðnum. Tá fíggjarárið 2009 er runnið er helvtin av skeiðnum farið. Tí [...] at skipanin er burtur um 10-15 ár. Skipanin hevur verið atvoldin til ein avlagaðan húsaprís og í størstan mun er hetta vorðið ein spurningur um at flyta landskassagjaldføri beinleiðis yvir í gjaldføri [...] uppskot um bygnaðarbroytingar, onki uppskot um at lækka strukturella hallið. At hann so hugleiðir um bygnaðarbroytingar eina viku eftir, at hansara egna uppskot er samtykt við ávísum barberingum, er so bara
verðini verið til sum stovnur millum bæði kyn – langt áðrenn lóggivið varð um tað! Tað er nakað, sum eitur “hevd”. Hetta er eitt løgfrøðiligt hugtak – hevd er ein óskrivaður, góðkendur rættur, grundaður á [...] fari at nevna nakrar av teimum. Hvat er best fyri børnini? Eingin ivi kann vera um, at ein familja, har mamma og pápi eru tilvitað um sína ábyrgd, er besti karmur um ein natúrligan og góðan uppvøkstur. [...] eita frameftir. Tí, hvat er eitt hjúnaband? Tað er týdningarmikið, at vit fyrst tosa um tað. Sambært orðabókini merkir orðið, hjún: “maður og kona, ið eru gift” og orðið, hjúnalag, er: “løgfest samband millum
m. Tað er eisini mark fyri, hvussu nógv borgarar sjálvir skulu gjalda fyri heilivág. Ung undir 18 ár og eldri yvir 67 ár koma sambært nýggju lógini ongantíð at gjalda meira enn 1.195 krónur um árið fyri [...] fyri heilivág. Hjá teimum í aldrinum 18 til 67 ár er hámarkið 1.600 krónur um árið. Grundreglan er, at tað ikki eigur at verða ein fíggjarligur smeitur fyri tey, ið vegna sjúku hava tørv á nógvum ella k [...] stuðulin til hetta varð tikin burtur í summar. Men nú skal ein nevnd gera ein lista yvir merkivørur og annað, sum skul fáa tilskot frá Heilsutrygd. - Dømi um kostískoyti og merkivørur, sum kunnu væntast at
burtur av. Alt bendir á, at hetta er eitt mál, alt býráðið er samt um og sostatt er lítið at ivast í, at tað verður samtykt. Ein uppgerð vísir, at Tórshavnar Komuna er hampiliga væl fyri, hvat røktarheimum [...] Óðinshædd og Bústaðir er eisini áhugað í at vera við í íbúðarbygging til eldri, sum er knýtt at onkrum røktarheimi. Býráðið sigur, at talan er um eina langtíðarætlan og fyrsta stigið er at seta ein arbeiðsbólk [...] Nú verður farið undir fyrireikingarnar til at byggja serliga bústaðir til tey eldru í Tórshavnar Kommunu. Í hesum sambandi fer Tórshavnar býráðið nú taka støðu til, um ein arbeiðsvólkur skal setast at
skin av sannlíkindum um seg, men hetta var gramlið um, at ein norðurlendskur mentunarmiðdepil (eins og tann, ið hevði staðið við Vatnsmýrina í Reykjavík síðani seinast í trýssunum) nú skuldi byggjast onkustaðni [...] vildi súrgast um gras og fjas í bløðunum, so fekst húsið, sum sagt, ókeypis (ella tað billaðu fólk sær inn). Og ókeypis hevur nógv at siga í Føroyum. Tað sum er ókeypis, ábyrgir jú ongan. Nú eru so fimm [...] eitt dýrt gjald. Ókeypis er ikki altíð kostnaðarleyst, langt burturífrá. Hvat gjald var tað so meðni, ið føroyskt mentanarlív mátti rinda fyri Norðurlandahúsið? Íðan, tað gjaldið er snøgt sagt politiskt