Nú verður farið undir fyrireikingarnar til at byggja serliga bústaðir til tey eldru í Tórshavnar Kommunu.
Í hesum sambandi fer Tórshavnar býráðið nú taka støðu til, um ein arbeiðsvólkur skal setast at fyrireika slíka bygging.
Samstundis skal arbeiðsbólkurin eisini fáa heimild til at seta eitt fólk til at arbeiða við hesum málinum burtur av. Alt bendir á, at hetta er eitt mál, alt býráðið er samt um og sostatt er lítið at ivast í, at tað verður samtykt.
Ein uppgerð vísir, at Tórshavnar Komuna er hampiliga væl fyri, hvat røktarheimum og stovnsplássum viðvíkur, men hvat eldrabústøðum viðvíkur, er havnin eftirbátur so tað munar.
Harumframt vísa metingar, at í 2030 1350 fólk í Havnini, sum eru yvir 80 ár, og tað er næstan tvær ferðir so nógv sum í 2015.
Eisini aldursbólkurin 60-79 ár veksur nógv, úr 3.460 fólkum upp í 4.737, ella eini 37 prosent og tað eru hesi, teir nýggju eldrabústaðirnir verða bygdir til.
Í býráðnum siga tey, at talan verður helst um fleiri byggiverkætlanir, størri og smærri, sum kommunan stendur fyri einsamøll, ella í samstarvi við Bústaðir.
Annars der Bústaðir at byggja eitt ávíst tal av eldraíbúðum í sambandi við íbúðarbygging á Óðinshædd og Bústaðir er eisini áhugað í at vera við í íbúðarbygging til eldri, sum er knýtt at onkrum røktarheimi.
Býráðið sigur, at talan er um eina langtíðarætlan og fyrsta stigið er at seta ein arbeiðsbólk at gera eitt tilmæli um, hvat slag av bústøðum skulu byggjast, og tað skal vera liðugt í seinasta lagi 30. juni í ár
Tá skal tað verða greitt, hvørjir bústaðir skulu byggjast hesi næstu trý - fýra árini og eisini hesi næstu árini til í 2030
Býráðið sigur, at í seinnu helvt í 2018 skal tað vera klárt at fara undir at byggja tær fyrstu bústaðirnar
Men í hesum sambandi heldur Trivnaðarnevndin hjá býráðnum, at eisini onnur íbúðarfeløg enn Bústaðir eiga at fáa møguleikan at bjóða seg fram.