“Nýggjársynski”
Í grein undir yvirskriftini “Nýggjársynski” kemur JE til ta niðurstøðu, at nú mugu tvey greið mál setast. “annað er, at vit nú taka okkum saman og gera nakrar bygnaðarligar broytingar í samfelagnum, sum fáa okkara strukturella hall á fíggjarlógini burtur. ... hitt er at ein fíggjarlóg má haldast, og at afturvendandi yvritrekk hoyra fortíðini til...” greið tala má sigast, og skal JE fáa undirtøku frá okkum í Tjóðveldi til hetta beinanvegin.
Vit hava eisini í fleiri umførum roynt at víst á, hvussu vit kunnu fáa tað strukturella hallið á fíggjarlógini burtur. Bæði undir fíggjarlógarviðgerðini og í fíggjarnevndararbeiðnum til fíggjarlógina fyri 2009. Men tá var JE ikki har. Jú, hann var onkuntíð í salinum og inni í fíggjarnevndini. Men hann var ikki har við hvørki mótspæli ella viðspæli til okkara uppskot. Tíansheldur, at hann kom við nøkrum alternativi. Vit saknaðu og eftirlýstu ferð eftir ferð einum útspæli frá JE til bygnaðarligar broytingar og til tað strukturella halli á fíggjarlógini. Men har kom onki íkast. Hvørki frá JE ella øðrum í samgonguni. Jú, onkur einstakur royndi, men teir sterku, sum ráða í ABC fingu bast øllum, sum minti um eina strategiska ætlan.
Er ryggurin sterkari enn tollurin á sigarettum?
Men tað skal JE eiga, at hann var rættiliga atfinningarsamur móti yvirtrekkum hjá sínum samstarvsfeløgum í landsstýrinum. Og verður hann eins strangur alt 2009 viðvíkjandi yvirtrekki, sum hann var undan jólum, og sum hann er í greinini í Sosialinum 30. desember, má kanska serliga hansara egni partamaður í landsstýrinum veruliga taka sær um reiggj. Og nú verður spennandi at síggja, um ryggurin á JE mótvegis Hans Paula er sterkari, enn hann var mótvegis Jørgen og Jóhan, tá ið talan var um at leggja toll á sigarettirnar.
Vit hava greið boð
Men um vit halda okkum til tær bygnaðarligu broytingarnar og strukturella hallið á fíggjarlógini, so er boðið hjá okkum rímiliga greitt.
Boðið hjá Tjóðveldinum hevði kravt nakrar bygnaðarligar broytingar og hevði minkað um strukturella hallið munandi. (uppskot okkara sæst á síðunum 46 til 54 í álitinum frá fíggjarnevndini og er hetta at finna á HYPERLINK "http://www.logting.fo" www.logting.fo).
Á inntøkusíðuni vildi tilfeingisgjald, sum lagt verður á ogn Føroya fólks, givið landskassanum uml 40 mió kr
Grønur skattur ella CO2gjald vildi givið 25 mió kr. Svarar til, at hálv króna verður løgd á hvønn litur sum seldur verður á bensinstøðunum. Samstundis, sum hetta verður gjørt, eigur landsstýrið at skipa fyri tiltøkum sum minka um útlátið av vakstrarhúsgassum, og harvið gera okkum minni heft at oljuni. Hetta eigur at gerast við tiltøkum, sum hava til endamáls at finna fram til og menna varandi orkukeldur.
Við at hækkað ALSútgjaldið úr 70% til 80% vildi landskassin fingið 5,00 mió. kr.
Vit mæla eisini til at rentustuðulsskipanin verður broytt soleiðis at hon í fyrsta lagi verður fasthildin fyri gjørdar handlar, tó við einum innsettum avdráttarprofili á 15 ár. Øll nýggj húsalán koma undir eina niðurlaðing á 4% p.a., soleiðis, at skipanin er burtur um 10-15 ár. Skipanin hevur verið atvoldin til ein avlagaðan húsaprís og í størstan mun er hetta vorðið ein spurningur um at flyta landskassagjaldføri beinleiðis yvir í gjaldføri hjá fíggjarstovnunum, sum fíggja sethúsamarknaðin.hetta vildi minkað um útreiðslurnar hjá landskassanum við 11 mió kr.
5,00 mió. kr. Arvaavgjaldið er væl lægri í Føroyum enn í londunum kring okkum, tí kann ein regulering í takstinum geva landskassanum hesa inntøkuna.
40,00 mió. kr. Hækking í inntøkuskattinum hjá hægru inntøkunum. Skattapolitikkurin hesi seinastu árini hevur bara verið til fyrimunar fyri tey vælbjargaðu við høga lønarlagnum. Inntøkur landskassans eru tódnaðar við áleið 400 mió. kr. um árið av hesi orsøk. Nú tað hakar í búskaparliga, eiga hesar somu breiðu herðar at taka á seg sín part av byrðuni. Fíggjarmálaráðið eigur at broyta skattalógini samsvarandi hesi áseting.
60,00 mió. kr. Sjómansfrátturin verður tikin av í skattaskipanini. Ein skattaskipan eigur at vera generel fyri allar borgarar í einum landi.
28,00 mió. kr. Inntøkutrygdin hjá fiskimonnum verður flutt arbeiðsmarknaðinum, har hon heilt natúrliga hoyrir heima. Arbeiðsmarknaðurin eigur stóra trygdargrunnin ALS, sum sjálvsagt eigur at broyta sínar viðtøkur, soleiðis, at inntøkutrygdin fær innivist í heusm geiranum. Sjó- og fiskimenn eru tvingsilsinnlagdir at gjalda í grunnin, men trupult er hjá hesum fakbólkum at fáa nakað úr grunninum aftur. Tískil verður hetta uppskotið sett fram.
0,50 mió. kr. Filmseftirlitið verður tikið av.
2,50 mió. kr. Brúkaragjøldini á Trygdarmiðstøðini verða ásett soleiðis, at støðin gerst útreiðsluneutral á fíggjarlógini.
0,00 mió kr. Sitandi samgonga tykist onga ætlan hava um, at fara undir Sandoyartunnilin yvirhøvur. At seta 2 mió. kr. á fíggjarlógina hevur eittans sum endamál at kyrra ein samgongutinglim. Úr oynni. Hesar 2 mió. kr. høvdu verið betri farnar í verkætlanina, at gera eina ítróttarhøll í Sandoy. Kommunurnar í oynni seta seg neyvan førar fyri at fara undir hesa ætlan í bræði, tí eigur landsstýrið at gera eina serliga lóg fyri hesa bygging. Komast kann aftur til tunnilin, táið tað veruliga er ætlanin at fara undir at gera hann.
15,00 mió. kr. Tøka av yvirskotsfæið í Búnaðargrunninum, sum er landsins ogn og sum er yvirkapitaliseraður í óneyðuga stóran mun.
0,10 mió. kr. Pro Vita verður strikað av útreiðslusíðu fíggjarlógarinnar.
1,50 mió. kr. Minking av rakstrinum hjá løgmansfyrisitingini.
1,40 mió. kr. Minking av rakstrinum hjá úttanríkisráðnum, har m.a. ein óneyðug kanning av ES eigur at vera tikin burtur.
7,00 mió. kr. Endurgjaldsgrunnur alivinnunar verður inntøkuførdur og nýttur sum stovnsfæ í einum nýggjum granskingargrunni, sum bert hevur til endamáls at granska í fiskaaling, eitt nú í toskaaling.
Hallið hjá okkum hevði verið einar 200 mió kr lægri
Umframt hesar meirinntøkur hevur Tjóðveldi eisini uppskot um meirútreiðslur. Hóast meirútreiðslur er tann populerari parturin, so verður hann ikki endurtikin her. Tí tað er serliga meirinntøkur, og minni útreiðslur, sum JE eftirlýsir. Men taka vit meirútreiðslurnar frá meirinntøkunum er hallið á okkara uppskotið knappar 200 mió kr lægri enn á henni, sum samgongan telvaði seg fram til undan jólum.
Og tað, sum eyðkennir okkara meirinntøkur og meirútreiðslur er, at broytingarnar leggja seg eftir:
at javna byrðarnar í samfelagnum
at styrkja tey lágløntu og meðalløntu
at tryggja íløguvirksemi í øllum økjunum í landinum
at útbúgving, gransking og mentan verður ment.
at menna vinnulívið.
Basa kreppuni í góðari tíð
Hetta gera vit fyrst og fremst fyri at forða kreppuni at fáa fastatøkur. Forða fyri fólkafráflyting. Og forða fyri, at hallið á fíggjarlógini verður so stórt, at landskassin ikki heldur til tað, meira enn eini tvey, trý ár. og jú meira vit leggja trýst á landskassan, verri verður at koma uppaftur. Og hesuferð mugu vit kanska enntá lána okkum til hallið. (hvør so vil geva lán í hesum døgum), og um vit so valdu at taka av innistandandi í staðin, so eru vit longu farin niður um tað lógarásetta markið fyri minsta innistandandi, sum er 10% av BTÚ.
Hugleiðingar komu eina viku ov seint
Hesa ferð valdi samgongan, at samtykja eina fíggjarlóg við einum hallið á 500 mió kr.
Eftir uppskotinum frá JE vildi hallið verið 570 mió kr, einamest tí, at har var onki (null) uppskot um bygnaðarbroytingar, onki uppskot um at lækka strukturella hallið. At hann so hugleiðir um bygnaðarbroytingar eina viku eftir, at hansara egna uppskot er samtykt við ávísum barberingum, er so bara tann tragikomiska síðan av hesi søgu.
Vit vilja samstarv
Nú veit eg ikki, hvat JE heldur um okkara uppskot. Men hann eftirlýsir einum kjakið. Og okkara uppskot er annað enn hugleiðingar og atfinningar. Talan er um ítøkiliga uppskrift og beinrakna strategi. Her skal greinin síggjast sum ein roynd at taka JE uppá orðið, og vóna vit sjálvandi at fáa mótspæl við alternativum loysnum!
Hetta gera vit, hóast vit sita í andstøðu, og hóast alternativið hjá okkum kundi verið at sápla tað niður, sum samgongan kemur við. Men tað gera vit ikki! Ikki bara tí at hon ikki kemur við nøkrum, men eisini tí, at vit vilja í eitt konstruktivt samskifti við samgonguna. Tí fara vit aftur og aftur at vísa á gongdar leiðir. Men undirtøka fyri okkara uppskotum má koma frá samgonguni. Hon hevur jú meirilutan. Ein byrjan kundi verið frá fíggjarmálaráðharranum sjálvum.
Tí spyrji eg JE: hvat heldur hann um boðini, sum verða endurtikin her í greinin
Hann sigur seg eftirlýsa einum kjakið. Tað hevur hann gott nokk fingið, og fær tað aftur her. Nú manglar bara, at vit fáa eitt útspæl frá høvuðspersóninum sjálvum.
Ópopuler átøk, sum gagna!
Nógv av hesum eru ópopuler átøk, gamaní! Men hesi eru við til at lækka um strukturella hallið. Og tað er tað, sum JE vil hava burtur, sigur hann í greinini.
Nú veit eg ikki, um kreppan er nóg ógvuslig til, at JE kann taka av hesum skilagóðu loysnunum. Eg ivist ikki í, at hann er samdur í meginpartinum av okkara uppskotum.
Tíðin er við at ganga undan
Nú er ein fjórðingur av tíðini farin av hesum valskeiðnum. Tá fíggjarárið 2009 er runnið er helvtin av skeiðnum farið. Tí má JE veruliga skunda sær, um hann skal náa at gera nakað sum helst við bygnaðarbroytingar og við strukturella hallið. Nærri vit nærkast komandi vali, verri verður at finna meiriluta fyri ópopulerum broytingum. Og hugsið tykkum, um nú tíðirnar batna, so verður ikki tespiligt hjá JE at taka skilagóðar avgerðir!
Men góða eydnu við nýggjársynskinum! Mótspæl fært tú frá Tjóðveldinum, og viðmerkingar somuleiðis. Og vit himprast ikki við at taka undir við skilagóðum avgerðum.