Um pengar

Í tíðarskeiðinum millum fyrsta og annan verðaldarbardaga, var sera, sera lítið til av peningi millum manna. Hinvegin var virðingin fyri peningi í sama tíðarskeði sera, sera stór

Eldri menn, sum longu tá høvdu livað eitt langt lív og sum vóru vornir ellisrentunjótarar, goymdu pening sín í skrínum, vanliga inni í sovikarmarinum. Hetta var teirra peningur. Hesum ráddu teir yvir. Sparikassa ella Banka varð ikki tosað um. Gjaldstova og Almannastova vóru ikki til. Einaferð um ársfjórðingin komu hesir sjokulátabrúnu seðlarnir. Hátíðarliga løgdu hesi gomlu teir í skrínið - teir skuldu liggja slættir - og meira enn so kom fyri, at strúkijarn varð tikið í nýtslu, um onkur rukkutur seðil var ímillum.

Eg fekk stóra virðing fyri hesum gomlu monnunum. Alt, sum teir fingu - verið tað av sjónum, av landinum, ella pening á ellisárum til lívsins uppihald - tóku teir ímóti sum eina Guds gávu, sum ikki skuldi søplast burtur, men nýtast á skynsaman hátt.

Fyrsti kunnleiki mín um Sparikassa fekk eg sum lítil smádrongur undir uppvøkstri mínum í Klaksvík. Eg hevði lagt til merkis hetta snotuliga gróthúsið á Ziskatrøð við teim sjáldsama vøkru vindeygum og smáum rútum. Tey søgdu fyri mær, at fínir menn við stórum brillum sótu í hesum húsinum ávís kvøld um vikuna og tóku ímóti tíggju- og fimmogtjúgu oyrum, sum kundu setast inn har at vaksa.

Eg visti, at eplir og røtur og ymiskt annað kundi vaksa, men eg skilti ikki rættuliga, at peningur kundi fáast at vaksa. Tá eg gjørdist eitt sindur størri, skilti eg sjálvandi, at peningurin ikki varð settur niður í mold at vaksa, men at ein kundi fáa ávísa rentuinntøku fyri at hava pening standandi í Sparikassanum.

So leingi gingið varð í skúla. hevði ein sjálvandi kki ráð at seta pening inn í Sparikassan. Ikki tí, í teim seinnu skúlaárum kundi ein fáa væl av fisakarbeiði í skúlafrítíðini frá J. F. Kjølbro og vinna fitt av peningi eftir tátíðarmeti. Í hesum sambandi kann eg ikki lata vera við at nevna tann frálíka arbeiðsformannin hjá Kjølbro - Gunnar Kallsberg, sála. Eg kann enn síggja hann fyri mær - hvønn morgun í teirri gulu ketilsdraktini - altíð smílandi og vælupplagdur.

Tað vóru fáir dagar, vit dreingir ikki fingu arbeiði í summarfrítíðini, tá farið varð norður á Stengurnar. Peningurin varð brúktur at keypa skúlabøkur fyri og annars sum ískoyti til húsarhaldið hjá foreldrunum.

Fyrstu ferð eg var í Sparikassanum, setti eg kr. 500,00 inn á bók. Tá mundi seinni verðaldarbardagi vera komin reiðuliga í helvt. Alexander Enniberg, sáli, sum hetta kvøldi tók móti peningi, spurdi eftir bókini. Nei, segði eg, hetta er mítt fyrsta inngjald.

Nú fór eg betur at skilja tann sera stóra týdning, ein tílíkur Sparikassi hevði fyri Klaksvíkina og Norðoyar sum heild. Klaksvíkin vaks um tað mundið við umleið 100 fólkum um árið.

Peningurin stóð tryggur í Sparikassanum, líka tryggur sum heima í skríninum og so gav hann rentu, Sparikassin kundi so nýta peningin at læna útaftur við eitt sindur hægri rentu, so sethús kundu verða bygd, kommunur o.a. kundu lána pening, ella Sparikassin kundi keypa innlendis brævlán.

Nú høvdu fólk meira pening um hendur. Siglingin til Bretlands við ísfiski høvdu givið landi og fólki miklan pening. Men dýrt var hann vunnin. Nógvir vóru teir, sum ongatíð komu aftur. Heimaútróðurin vant uppá seg, og fiskur kom til landið, sum ongatíð fyrr. Arbeiði vaks bæði á sjógvi og á landi.

Tá bardagin endaði, áttu føroyingar - minnist meg rætt - umleið 80 miljónir kr. tilgóðar í enskum valuta. Í dag hevði hetta kanska svara til fleiri miljardir kr. Skuldin var eingin. Frá Danmark høvdu føroyingar øll krígsárini fingið 2 miljónir kr. árliga gjøgnum danska konsulatið í London.

Tímalønin fyri vanligt arbeiði var um hetta mundið millum eina og tvær krónur.

Ikki var so dýrt at liva heldur tá. Tollur á vanligum matvørum var lítil og eingin. Eitt sindur av tolli var á skótoyi, leikutoy, ymiskum luksusvørum, og so sjálvandi eisini á spiritus og tubbaksvørum, men annars, einki innflutningsgjald, einki meirvirðisgjald.

Menn fóru at trúgva uppá framtíðina, hús vórðu bygd og bygdirnar fóru at vaksa… Lán fekst einki, fyrr enn húsini vóru innilokað. Men ikki bilti. Menn høvdu verið umhugsnir við innvunnum peningi, teir høvdu sett avlopið í sparikassa og nú var hann hentur. Fyri henda pening vórðu húsini bygd og innilokað. Síðan fekst nakað av láni at innrætta húsini so frægt, at farast kundi í tey. Einki hóvasták. Einki við at seta seg í botnleysa skuld fyri lívið. Vanlig hús um ár 1950 mundu kosta frá 30-50.000 kr. alt eftir stødd og byggiumstøðum. Sjáldan varð meira tikið í láni enn 10-14.000 kr.

Eftir 15-20 árum var vanliga lániskuldin niðurgoldin á null. Menn vóru framvegis í bestu árum. Teir fóru at gjalda bruttoskatt, soleiðis at skilja, at ongar rentur vóru at trekkja frá. Skatturin kom tí at vera eitt sindur meira, men hóast hetta, so var altíð eitt sindur til avlops, og hesin peningur fór í Sparikassan. Har kom hann teimum til nyttu, tí teir vunnu rentu. Har kom hann Sparikassanum til nyttu, so hann kundi lána pening til onnur. Har kom hann teimum til nyttu, sum skuldu lána peningin, og har kom hann samfelagnum til nyttu við at innlendis kapitalurin kundi vaksa.

Tað gekk nøkurlunda til nakað væl út í sjeytiárini. Teir gomlu politikkararnir høvdu lagt frá sær og ungir, vællærdir menn tóku við. Tað tyktist at vera eitt annað lag, menn tyktist ovurhugaðir fyri íløgum, lánihugurin vaks og longu til løgtingsvaldið í 1980 varð givin »yellow warning«. Uttanlandsskuldin var komin uppá 1 milliard kr. 4 ár seinni - til løgtingsvalið 1984 - varð givin «red warning«. Nú var lániskuldin komin uppá 3 milliardir kr. So skal eg ikki skriva meira um áttatiárini. Tað søguna kenna øll.

Síðan 1992, tá bankarnir byrjaðu at fara fallit, hevur álit føroyinga á bankar og sparikassar fingið eitt skot fyri bógvin. Tað er heldur ikki so løgið og einki at siga til.

Í mun til fólkatalið mundi Landskassin um hetta mundið vera ein av heimsins størstu skuldarum. Føroyskir eins og danskir embætismenn og politikkarar leitaðu við lykt eftir, hvar teir kundu finna pening at fylla í henda botnleysa landskassa. Í neyð síni eftir peningi settu politikkararnir á uppsparda pening fólksins í bankum og sparikassum við inntøkulógum um fíggjarognargjald eins og munandi hækking av rentuskattinum. Men trýst elir móttrýst. Stórar peningaupphæddir vórðu fluttar av landinum. Eisini vórðu stórar upphæddir clearaðar mótvegis lánum.

Hetta hevur komið peningastovnunum sera illa við.

Ígjøgnum øll áttatiárini ávaraði danska ráðgevandi nevndin føroysku politikkarunum ímóti at halda áfram við verandi politisku gongdini, tí leiðin bar móti fíggjarligu avgrundini. Men føroyskir politikkarar lurtaðu ov illa eftir ávaringunum.