Dimmalætting nr. 164, 24. august í ár, hevur oddagrein um setanina av stjóra á Vinnuháskúlanum. Eg hvørki kann ella vil taka støðu til innihaldið í ítøkiliga málinum, tí eg eri embætismaður í Mentamálaráðnum. Eg eri tí ógegnigur, eins og øll onnur starvsfólk, ið hava loyalitetsskyldu mótvegis landsstýrismanninum, hóast eg einans kenni málið úr miðlunum.
Men umleið helvtin av oddagreinini hjá Dimmalætting er um, hvat ið embætisverkið ger og eigur at gera, tá politikari fer út um mark. Tað er ein almennur (generellur) spurningur –enntá ein, sum eg áður havi fingist rættiliga nógv við í frítiðini, so tað bæði kann og vil eg siga nakað um. Tí hesum partinum av oddagreinini er lítið skil í.
Oddagreinskrivarin skrivar, at “borgarans verja móti herskutum politikarum eigur at vera eitt sterkt og vælvirkandi embætisverk, men vit síggja ferð eftir ferð, at embætisverkið hoyknar og ikki megnar at gera sítt arbeiði”. Síðani sigur hann, at landsstýrismaðurin hevur slept øllum vanligum mannagongdum við setanini, og spyr, hví tíð og peningur skulu brúkast til setanarnevnd, um landsstýrismaðirin “uttan átalu”sleppir at seta tann, sum hann velur at seta.
Tað, sum reiðiliga bendir á, at oddagreinskrivarin ikki hevur innlit í, hvat hann skrivar um, og sum fekk meg at skriva hestta, er tó orðini “Skulu vit aftur fáa álit á embætisverkinum, so mugu hesi fólk nú trína fram – annars mugu vit halda, at tey góðtaka hesar metodur”.
Skulu vit líta á upplýsingarnar í tíðindagreinunum í Dimmu um hetta mál, so kunnu hesi orðini í oddagreinini bara vera skrivað av einum, sum ikki hevur innlit í grundreglurnar fyri embætisførðslu.
Nú kenni eg sum sagt ikki ítøkiliga málið innanífrá, men sum miðlarnir – eitt nú Dimmalætting – hava greitt frá, so er líkt til, at málið er væl dokumenterað. Ongin ivi tykist vera um, hvat ið setanarnevndin mælti til, ella hvørjar grundgevingar hennara vóru. Sjálvt umhugsnið fyri, hvussu setanarnevndin verður mannað, er lýst. Hetta er góð embætisførðsla.Tað er sostatt positivt skeivt, at allar vanligar mannagongdir eru settar til viks. Alt, sum higartil er komið fram, bendir á, at allar embætisligar mannagongdir eru fylgdar! Málið ljóðar at vera væl upplýst, soleiðis at tann sum fær innlit – ella ein eftirlitsmyndugleiki – kann eftirmeta tilgongdina.
Dimmalætting hevur á ongan hátt víst á, at embætisverkið er hoknað í hesum máli, ella at embætisfólkini ikki hava gjørt tað tey skulu gera. Hví so koma við ákærunum móti embætisverkinum?
Hvør eigur avgerðina?
Nú er tað so, at landsstýrismaðurin tekur avgerð í umrødda setanarmálinum. Soleiðis er skipanin. Helst er tað hvørki rætt ella rímiligt, at ein politikari hevur nakað at gera við at seta onnur enn næstu starvsfólk síni, men soleiðis er skipanin, og tí skal tað eisini vera soleiðis, til heimildirnar í setanarmálum, eins og so mongum øðrum fyrisitingarligum avgerðarmálum, verða fluttar frá politikarum til embætisfólk.
Men so longi sum ein landsstýrismaður hevur avgerðina í einum fyrisitingarligum máli, so hevur hann eisini skyldu til at bera seg at hareftir. Hann skal taka støðu til eitt tilmæli, hann skal ikki gummistempla tað. Ein landsstýrismaður sum bara fylgir embætisligum tilmælum, hevur smoygt ábyrgdina av sær, og lagt hana á embætisfólkini. Tá verður ikki samband millum ábyrgd og heimildir. Og tá verður verri at vita, hvør skal verða drigin til svars, tá okkurt er farið av lagi.
Um ein landstýrismaður tekur eina skeiva ella ósakliga fyrisitingarliga avgerð, so kann hann verða drigin til svars fyri tað, eins væl og embætisfólk kunnu verða drigin til svars fyri skeiva ella ósketna embætisførðslu, eitt nú um tey hava gjørt skeiv ella ósaklig tilmæli. Øll kunnu taka feil, men ongin – hvørki politikari ella embætismaður – hevur loyvi til at taka skeivar, óundirbygdar ella skeiklaðar embætisligar avgerðir við vilja ella í ósketni.
Uppgávurnar hjá embætisfólki, tá landsstýrismaður skal taka avgerð
Tá ein landsstýrismaður hevur avgerðarheimildina, so hvørki kann ella skal embætisfólkið rætta avgerðir hansara – hvaðna minni steðga teimum.
Uppgávan hjá embætisfólki er at viðgera og avgreiða mál eftir galdandi reglum og siðvenjum, tá tey hava tryggjað sær, at tey eru hóskandi upplýst. Tá tey skulu fyrireika avgerðir hjá politikarum, skulu embætisfólkini tryggja, at politikararnir hava eitt rætt og hóskandi grundarlag at taka sínar avgerðir á – eitt støði, sum er haldgott, bæði formliga og innihaldsliga. Haraftrat skal embætisverkið tryggja, at alt hetta er skjalprógvað, soleiðis at til ber at síggja, hvussu fyrireiking og avgerð hava verið.
Men embætisfólkið kann ikki gera av, hvørja avgerð ið politiski myndugleikin tekur, tí tá tekur embætisfólkið jú avgerðina.
Er talan um politiskar avgerðir, er onki at siga til, um politiski myndugleikin tekur nøkur heilt onnur atlit – politisk atlit, sum embætisfólk oftast eiga at fáa sekkin fyri at taka, men sum politikarar sjálvandi skulu taka, tí at teir eru politikarar. Tað er tað, sum ger, at tað ikki kann sigast at vera skeivt, at landsstýrið til dømis ætlar at lata privatar gera undirsjóvartunnil millum Suðurstreymoy og Eysturoynna, hóast givið er, at landið í longdini hevði vunnið nógvan pening við at gjørt verkætlanina sjálvt, og t.d. kundi nýtt inntøkurnar til áhaldandi útbygging av samferðslukervinum. Um politikararnir – hvørt tað so er tí at teir velja at sleppa sær undan at skula útvega fígging í fyrsta umfari, ella tí at teir vilja lívga “frælsa” kinesiska vinnulívið – velja eina privata loysn, hóast hon ger tunnilsgjaldið dýrari, og samfelagsliga vinningin minni, so eru teir í sínum fulla rætti til tað. Tí tað er politikkur.
Tá talan er um politiskar avgerðir, so er ongin yvir politikarunum. Embætisfólkini fyrireika politisku átøkini eftir politiskum boðum, eftir bestu sannføring og við tí frægasta av sínum fakliga førleika. Men um politikararnir eitt nú ikki hava tíð at bíða eftir øllum fyrireikingunum, so kunnu teir velja at geva boð um at seta ófyrireikað ella illa fyrireikað átøk í verk. Embætisfólkini kunnu velja at vísa, at tey ikki kunnu taka fakligu abyrgdina av átakinum við at biða um at fáa skrivlig boð, men tey kunnu ikki nokta at gera sum politikararnir gera av, tá um politisk átøk ræður.
Eftirlit er onki, uttan at uppundir val hugsa fólk um ymiskar politiskar avgerðir og átøk, og um alla handa politisk lyfti, og vejla so helst somu politikarar aftur, ella onkrar sum líkjast. Tað kalla vit fólkaræði.
Setanarmál eru tó hvørki politikkur ella fólkaræði. Tey eru embætisligar avgerðir, og tí er ein landsstýrismaður, sum hevur heimildir í einum setanarmáli, undirlagdur somu spælireglur sum embætisfólk. Hann skal taka sakliga grundgivnar, formliga rættar avgerðir í slíkum málum. Tí skulu embætisfólkini hjálpa honum við, við at upplýsa málið so væl sum neyðugt, og við at gera greið, grundgivin tilmæli. Haraftrat skulu tey hjálpa bæði honum, sær sjálvum og skipanini við at tryggja at hetta er skjalprógvað, so at til ber at koma afturumaftur, tá onkur ivast í, um rætt er atborið.
Tá ein landsstýrismaður tekur eina aðra avgerð enn mælt er til, skal eisini hann kunna grundgeva sakliga fyri síni avgerð og vísa á sakliga grundarlagið.
Aftur til málið um skúlastjóran á vinuháskúlanum: Mær tykir, at frægari høpi er í greinunum, sum Dimmalætting hevur skrivað um málið, enn í oddagreinini, og eftir teimum at døma eru mannagongdir og tilmæli í lagi.
Málið er væl dokumenterað, mannagongdirnar eru fylgdar. Ongin hevur mær vitandi sett spurnartekin við nakað, uttan við avgerðina hjá landsstýrismanninum. So hvørjar “metodur” sipar oddagreinskrivarin til? Hvussu vildi hann havt, at embætisfólk skulu “trína fram”, um tey meta at ein landsstýrismaður ger eina skeiva ella ósakliga meting, tá hann tekur eina avgerð? Ganga mótmælisgongur ella skriva lesarabrøv? Steina landsstýrismannin, kanska?
Oddagreinskrivarin rekur framundir, at embætisverkini í hinum norðurlondunum høvdu steðgað eini avgerð sum hesi, um hon hevði verið ósaklig. Kanska tí at hann ikki dugir á at skyna millum ósakligar/skeivar avgerðir og ólógligar avgerðir, hóast tað er hvør sítt.
Hevði oddagreinskrivarin sett seg eitt sindur inn í, hvussu tilgongdin hevur verið í málum, tá politikarar í hinum norðurlondunum hava tikið skeivar – enntá ólógligar – avgerðir, so hevði hann vitað, at embætisfólk í norðurlondum steðga ikki avgerðum hjá politikarum.
Hevði hann sett seg eitt sindur inn í, hvussu hægsti fakligi førleikin metir at embætisfólk eiga at bera seg at, tá politikarar fara um mark, so hevði hann vitað, at embætisfólk eiga heldur ikki at steðga avgerðum hjá politikarum. Lesið til dømis tað, sum danska Búskapar- og løgfrøðingafelagið, DJØF skrivaði um evnið í álitinum “Fagligt etiske principper”, sum Lars Nordskov Nielsen sáli (fyrrverandi fólkatingsins umboðsmaður, seinni professari í fyrisitingarrætti) ritstjórnaði, ella lesið samandráttir um hetta sama á heimasíðuni hjá felagnum, eitt nú í www.djoef.dk/r-aa-dgivning/ans-ae-ttelsesvilk-aa-r/medarbejdere-konsulenter-og-ledere/klausuler-loyalitet-tavshedspligt/loyalitetspligt-og-erhvervshemmeligheder/etik.aspx .
Embætisfólk hava ongatíð skyldu til til dømis at fara í fjølmiðlarnar við einum máli. Tey kunnu hava rætt til tað, men tað er nakað heilt annað, og tað verður sjáldan gjørt um okkara leiðir. Í frammanfyri nevnda áliti hjá fakfelagnum hjá donsku embætisfólkunum verður mett, at tá talan er um ólógligar avgerðir, ella avgerðir, ið helst eru ólógligar, hava embætisfólk skyldu til at kunna hægri myndugleikar, áðrenn tey seta tær í verk.
Í álitinum verður eisini mett, at embætisfólk ongatíð hava skyldu til at kunna til dømis umboðsmannin ella grannskoðanina. Tey kunnu kanska – eftir umstøðunum – hava rætt til at gera so; men ein ólóglig avgerð er heilt nakað annað enn ein ósaklig ella skeivt grundað avgerð.
Onki kann ella skal forða honum sum hevur heimildirnar at taka tilætlað ósakligar ella skeivt grundaðar avgerðir. Hevði tað borið til, so hevði tann, sum tekur avgerðina, í veruleikanum ikki havt avgerðarmyndugleikan, og so forfjónast ábyrgdin. Men fyrisitingarliga fyrireikingin skal vera soleiðis, at øllum pørtum er greitt, at tað ber til at kanna avgerðina, og vit hava nógvar eftirlitsskipanir, sum kunnu draga ein landsstýrisman til svars: Løgmaður, landsstýrismannanevndin og dómstólarnir hava hvør í sínum lagi slíkan myndugleika. Løgtingið kann gera ábyrgd galdandi, og Løgtingsins umboðsmaður hevur eisini ein sera týðandi leiklut, hóast hann ikki hevur avgerðarmyndugleika. Endiliga – ella kanska fyrst og fremst – eru eisini fjølmiðlarnir, sonevnda ella sjálvútnevnda fjórða statsvaldið. Teirra leiklutur kann vera so sera avgerandi og vælgerandi. Men so mugu miðlarnir eisini so dánt seta seg inn í, hvat teir skriva um, ella ið hvussu so er leita sær ráð hjá fólki sum hevur skil fyri tí, sum gongur fyri seg.
Svíkja hesar eftirlitsskipanir, so er lítið at gera. Tað verða so ikki embætisfólkini, sum taka stig til at rætta upp aftur í slíkum førum, tí skyldan hjá embætisfólkinum er eftir góðum fyrisitingarsiði at vera loyal móti politiska myndugleikanum innan lógarkarmarnar. Og tann dagin, tá embætisfólk kunnu eftirmeta metingar hjá politikarum og seta avgerðir teirra til viks, tá hava vit so ið hvussu so er yvir høvur ikki fólkaræði her á landi.
Eg fari at mæla oddagreinskrivaranum til at kunna seg eitt sindur betur, áðrenn hann skrivar, og kanska eisini at broyta tónan. Annars fær hann valla annað burturúr, enn at minka sítt egna trúvirði, at bróta niður álitið á skipanini, hóast hon tykist virka – og helst eisini, at embætisfólk skíggja fjølmiðlarnar meira. Og tá fer at liggja betur fyri hjá politikarum, um teir vilja taka skeivar ella ósakligar fyrisitingarligar avgerðir.










