gera vart við, at tað var rætt, sum eg segði, og fari at geva eitt dømi. Í 1961 læt Kjølbro byggja ein nýggjan "Pride", til at røkja farleiðina millum Tórshavn og Klaksvík, sum hann hevði gjørt í mong ár. [...] skerja Leirvíksfjarðarleiðina, sum liggur undir tí, ið ætlanin var í tænastu. ? Tí gjørdist alt so ótrygt. Lat meg eisini siga, at Norðoyggjar var helst einasta økið, sum ongantíð mótmælti hækkaðu ferð [...] reint vitloysi. - At Gunnleivur Dalsgarð, formaður Starvsmannafelagsins ikki vil skilja málið, sum tað liggur, er onnur søk. Leygarmorgunin 5. apríl vórðu endurgivnar samrøður úr Dimmalætting og Sosialinum
ímóti hesum flotta projekti. Lat okkum koyra á og fáa tað fullført sum ætlað og avtalað. Og til tíðina! Hetta verður ein stásilig høll, sum vit øll fara at vera glað fyri í mong, mong ár. [...] so heilt av leið kann prísurin neyvan vera. Tað er rætt, at ein einfaldur langhylur við einari einfaldari høll omaná, kann byggjast fyri ein brotpart, men tað er ikki tað, ið er bílagt. Skiftandi meirilutar [...] slepst undan at byggja nýggjar service fascilitetir so sum skiftirúm, brúsur o. tíl., men har eru eisini eyðsýndir fyrimunir viðvíkjandi rakstrinum, sum verður bíligari, enn um hallirnar lógu hvør sær. Tað
fleiri ár. Tað er sera óheppið fyri okkum, sum búgva rundan um Karlamagnusarbreyt og onnur, sum hava sína dagligu gongd við skúlarnar, at hetta øki liggur sum eitt byggipláss í áravís, uttan at nøkur skilagóð [...] Møguliga hevur tað verið ein ynskisdreymur at gera Karlamagnusarbreyt til eina miðstaðargøtu við handilslívi, men ein og hvør, við eitt lítið sindur av skili dugir at síggja, at ein slík ætlan er alt ov ambitiøs [...] stendur tó eitt litið brot. Har stendur: “Karlamagnusarbreyt er ein miðstaðargøta við handilslívi, ið ber brá av býarøki”. Gøtan er ein knappan kilometur, har eru 50 grundstykki planeraði til handlar.
skuldu tikið føroyakortið fram og hugt hvar Sandoyggin liggur í mun til Hest, tað er Skopun, sum liggur nógv longri frá Gomlu Rætt og Hest liggur beint yvir av, sjálvsagt eiga tit tann longra teinin og [...] aðrastaðni, sum ferðast til Havnar hvønn dag, vit hoyra einki róp og skrál um tað at bussurin skal steðga nógvastaðni á vegnum suður, tí tað er bara natúrligt at steðga á teimum plássunum sum eru á veg suður [...] sostatt mugu vit senda okkara børn til Havnar at ganga í framhaldsskúlan sum nú er skúlaskyldugur. Eg undirritaða eigi tvey børn sum ganga í skúla í Havn, tey búgva til leigu í Havn, tí vit hava onki álítandi
fyri hvørt árið. Viðvíkjandi vegastrekkinum Norðoyri/Klaksvík, so er hetta ein stór skomm, at hesin liggur í hálvum gekki. Sum kunnugt, er onki játtað undanfarnu 2 árini. Tað er alneyðugt, at strandferðslan [...] løgið, nú ein sær, at á fíggjarlógini eru játtaðar 3 mió. í stuðul tin eina ávísa havn. Sostatt meini eg, at grundgevingin fyri ikki at lata stuðul er burtur. Ein kundi trivið í nógv dømi, sum nú verandi [...] lóggávu. Tað er møguliga nakað um tað, tí henda lóggáva virkar ikki sum ætlað. Men soleiðis er við øllum lógarsmíði, men sjálvandi eigur ein at rætta á slík fyribrigdi. Men at fara fram so avgerandi, at taka
smekkaður í við teimum avleiðingum, sum hetta má hava við sær. Tað er so tað, sum tað kann vera. Her er greitt talan um ein tekniskan lógarfeil, sum skuldi verið rættaður sum skjótast, so eingin fór at koma [...] uppskotið, sum ikki so frægt sum líkur treytirnar í viðmerkingunum um, at ætlanin ongantíð var, at nakar skuldi gerast verri fyri við nýggju dagpengalógini. Her verður víst til okkara brøv, sum eru hefti [...] villasta fantasi kunnað ímyndað okkum, at ein landsstýrismaður ella hansara umsiting yvirhøvur kundu hugsa tann tanka, at ein slík lógarbroyting ikki skuldi umfata tey, sum eru rakt av umrøddu avgerð hjá kærunevndni
Hetta er eisini nakað, sum tey ungu kundu gjørt. Eitt annað, sum eisini kann nevnast, eru allar gongugøturnar, bygningar hjá kommununi, sum skula viðlíkahaldast, royta illgras sum veksur framvið øllum [...] at fríðka um í bygdini? Og samstundis geva teimum ungu nakað av arbeiði sum bara er sunt fyri tey og sum fær tey at føla seg sum ein part av bygdartrivnaðinum. Eg eri vælvitandi um at tit longu hava planir [...] hesi ungu fólk, sum vald blivu fóru at avrika. Nú er skjótt val aftur, og vit kundu ynskt okkum at meira var komið burtur úr - tóso, vit hava nýliga móttikið eitt hefti, sum vísir á ymiskt sum kommunan antin
við 4% síðani 1990, sum er ein munandi minni hækking enn fyri t.d. el-virki (47%) , ídnað (25%) og akfør (18%). Men vit sleppa ikki undan at lýsa støðuna í mun til 1990 (og ikki 1992 sum Jørgin Niclasen skipar [...] Koyto-sáttmálan og er ikki eitt granskingarúrslit sum Jørgin Niclasen skipar til. Tað sum tølini greitt vísa er at vit ikki eiga ein orku-politik í Føroyum og at orkunýtslan als ikki verður umsitin. Kyoto-sáttmála [...] er púra burturvið at uppfata frágreiðingina sum ain ákæru og eitt álop á fiskivinnan. Sjálvandi ber ikki til at minka munandi um útlátið frá fiskiflotanum, sum er høvuðsvinnan hjá okkum, tað sigur seg sjálvt
verið ein tann besti at siglt Norrønu inn á Havnina. Tað eru trý viðurskifti sum benda á at hann, tá ið óhappið hendi, er tann við besta førleikanum at føra skipið trygt inn á Havnina. Hann hevur sum tann [...] teimum tilráðingum sum eg meti eiga at koma eftir hesa hending. 1. Tá ætlanin við einum størri skipi er, at tað sjálvt skal leggja at í mest sum øllum veðri má dokumentatión finnast sum sigur at manøvru [...] niðurstøða og tilráðingar eru nøktandi í nevndu frágreiðing, havi eg fylgjandi lýsing av tilgongdini, sum eins væl kann lesast út frá tí, ið kemur fram í frágreiðingini. Sigast skal, at mínar metingar eru gjørdar
nevndarfund. Á øðrum nevndarfundi í sosialunevnd, varð ein loysn funnin. Sum øllum kunnugt, so er Klaksvíkar Kommuna ikki so væl fyri í løtuni, sum hesu seinastu mongu árini. Her mátti raðfestast. Sosialanevnd [...] játtanini frá reinsan av Ósánni, men hetta fall. Mín áskoðan er, at tað hastar at reinsa Ósánna, sum liggur við ein barnaskúla, soleiðis at fyribyrgt verður, at kloakkvatn og onnur óhumska rennur í ánna. Hetta [...] rakstur av játtanini , sum var avsett til útbygging av Dagtilhaldinum. Har vóru tveir kostir í at velja, og hvørgin teirra var mjúkur. Antin skuldu vit ikki brúka av játtanini, sum var avsett til útbygging