Viðmerkingar til Eyðgunn Samuelsen: Ongantíð verið í iva um at Dagtilhaldið Sóljan framhaldandi skal vera opið

Tá ið eg byrjaði í býráðum, var eitt tað fyrsta, sum var á skránni Dagtilhaldið, Sóljan, har løgtingið júst hevði samtykt at taka fíggjarliga grundarlagi undan Dagtilhaldinum í Klaksvík.

Tað var ongantíð nakar ivi í mínari sál, at Dagtilhaldið framhaldandi skuldi vera opið. Men spurningurin var, hvar fíggingin skuldi finnast.

Á fyrsta fundi hjá nývaldu sosialunevnd , vóru vit samd um, at Dagtilhaldið skuldi framhaldandi vera opið. Nevndin bleiv eisini samd um at finna eina loysn hvussu Dagtilhaldið skuldi rekast restina av árinum. Avgjørt bleiv at arbeiðast skuldi við hesum til næsta nevndarfund.

 

Á øðrum nevndarfundi í sosialunevnd, varð ein loysn funnin.

 

Sum øllum kunnugt, so er Klaksvíkar Kommuna ikki so væl fyri í løtuni, sum hesu seinastu mongu árini. Her mátti raðfestast.

 

Sosialanevnd bleiv samd um, at vit fyribils skuldu brúka pening til rakstur av játtanini , sum var avsett til útbygging av Dagtilhaldinum.

 

Har vóru tveir kostir í at velja, og hvørgin teirra var mjúkur. Antin skuldu vit ikki brúka av játtanini, sum var avsett til útbygging av Dagtilhaldinum og vera noydd til at snara lykilin um -ella brúka pening frá hesi játtan, soleiðis, at Dagtilhaldið framhaldandi kundi verða opið restina av árinum.

 

Hetta uppskotið bleiv einmælt samtykt á seinasta býráðfundi.

 

Rætt er tað, at minnilutin Eyðgunn Samuelsen, Hans Arne Bertholdsen og Jákup Mikkelsen, høvdu eitt minniluta uppskot, um at fíggja Dagtilhaldið Sóljuna við at taka av játtanini frá reinsan av Ósánni, men hetta fall.

 

Mín áskoðan er, at tað hastar at reinsa Ósánna, sum liggur við ein barnaskúla, soleiðis at fyribyrgt verður, at kloakkvatn og onnur óhumska rennur í ánna. Hetta burdi verið gjørt fyri nógvum árum síðani.

 

Sosialadeild niðurraðfest ?

Tá ið eg byrjaði í býráðnum, var nógv broytt á sosialudeild beint frammanundan. Sparirunda hevði verið eftir tað fíggjarliga ódnarveðrið í býráðum beint áðrenn býráðsvalið

 

Henda sparirunda rakti ikki sosialudeild, men deildin hevur síðani mist starvsfólk sum fóru í onnur størv.

 

Sosialanevnd í nýggja býráðnum hevur tikið hetta málið upp - at tað manglar fólk á sosialudeild og er ferð við at finna eina loysn á trupuleikanum. Sjálvt um tað følist buldrut til tíðir, so ivist eg onga løtu í, at her fara vit eisini at finna eina loysn . Eri av tí sannføring, at júst í ringum tíðum er brúk fyri einari vælvirkandi og ikki niðurraðfestari sosialudeild.

 

Samgongan hevur raðfest, at hava Dagtilhaldið opið, og arbeitt verður við at betra um korini hjá sosialudeild.

 

Samstundis verður Ósáin eisini reinsað og er tað í tøkum tíma, at hetta verður gjørt. So her er longu komið væl burtur úr.

 

Visiónir á eldraøkinum

Tað sum eg fleiri ferðir havi ført fram í fjølmiðlunum og eisini í mínum arbeiði, sum býráðslimur, er fyribyrgjandi arbeiði á eldraøkinum.

 

Okkara eldru, skulu hava eitt virðiligt og innihaldsríkt lív. Her havi eg fleiri ferðir pointerað hvussu umráðandi tað er at hava eitt vælvirkandi dagtilhald, tí hetta er við til at fyribyrgja, at okkara eldru fara á ellisheim fyrr enn neyðugt.

 

Sjálvandi vilja tað so aftur vera nøkur, sum hvørki brúka dagtilhald ella fara á ellisheim.

 

Til síðst kann eg nevna, at vit hava visiónir um eitt nýtt Ellis- og vistarheim í Klaksvík. Eg havi eisini í fjølmiðlunum spurt um partur av peninginum, sum løgmaður sigur vit eiga í ymsum grunnum, kann brúkast til at byggja ellisheim fyri, so tørvurin á eldraøkinum verður nøktaður.

 

Jú sanniliga hevur kommunan visiónir um nógv ymiskt, men tað er eingin loyna, at figgjarstøðan hjá kommununi ikki loyvir øllum hesum í løtuni, men einaferð fer at lýsna, og tá eru vit til reiðar at føra visiónirnar út í lívið.