Viðmerkingar til Sjóvar Kommunu

   

Niels Martin Olsen
????????????????
Hví hendir so lítið í Sjóvar kommunu. Eftir seinasta kommunuval vóru flest allir strandingar spentir uppá , hvat hesi ungu fólk, sum vald blivu fóru at avrika. Nú er skjótt val aftur, og vit kundu ynskt okkum at meira var komið burtur úr - tóso, vit hava nýliga móttikið eitt hefti, sum vísir á ymiskt sum kommunan antin hevur fingið gjørt ella arbeiðir við at fáa gjørt - men tað eru nøkur ting eg fari at loyva mær at peika á við hesum skrivinum. Tað sigst at Sjóvar Kommuna er væl fyri fíggjarliga, men vil brúka peningin til at standa ímóti við, í ringum tíðum. Hetta er skilagott, men at skapa arbeiði t.d. fyri tey ungu vil eg eisini meina er skilagott.
Nú hava børnini fingið summmarfrí, og skuldi hetta verið ein upplagdur møguleiki hjá kommununi at fingið fríðkað um í bygdini. Men henda møguleika hevur kommunan valt frá - hví? hvat bleiv av "ung í arbeiði"?

Hvat kundi verið gjørt?
Vit hava eitt stórt øki rundan um bygdahúsið, sum í dag líkist mest eini oyði-mørk, har kundi man til dømis planta nøkur trøð og sett nakrar benkur upp, og harvið gjørt hetta til eitt hugnaligt umhvørvið at koma til. Hugsið serliga um økið niðanfyri bygdahúsið. Tað er ikki so øgiliga nógv, sum skal til fyri at skapa trivna í bygdini.
Fara vit eitt sindur longur oman á hondbóltsvøllin, so liggur fult av graslíki har sum bara skal rullast út, betur hevði verði um eisini hegn bleiv sett upp rundan um vøllin. Hondbóltsvøllurin er sera væl egnaður hjá børnum og vaksnum at spæla sær á. Hetta er eisini nakað, sum tey ungu kundu gjørt.
Eitt annað, sum eisini kann nevnast, eru allar gongugøturnar, bygningar hjá kommununi, sum skula viðlíkahaldast, royta illgras sum veksur framvið øllum gongubreytum, eisini kundi man flutt hasa skrellispannina, sum hongur á hasum skeltinum uppi á fløtuvegnum."Haldi hon hongur á skeivari síðu..??? + sett enn fleiri skrelluspannur upp, sum eg haldi tit eisini nevna í heftinum tit sendu út. Her vóru í hvussu er nøkur konkret ting, sum kundu verði gjørd.
Haldi at tað er bæði synd og ein skamm, at man í sjóvar kommunu ikki hevur sett pening av til ung í arbeiði í summar.
Eitt uppskot kundi verði, at man deildi tey ungu upp í hold so øll sluppu framat. Tildømis kundi hvørt hold arbeitt 2 til 3 vikur í part.
Kann tað veruliga passa, at kommunan ikki hevur ráð at brúka eitt sindur av peningi til at fríðka um í bygdini? Og samstundis geva teimum ungu nakað av arbeiði sum bara er sunt fyri tey og sum fær tey at føla seg sum ein part av bygdartrivnaðinum.
Eg eri vælvitandi um at tit longu hava planir á borðinum viðvíkjandi t.d. hondbóltsvøllinum, men fyri okkum borgarar sær út sum at hetta ongantíð fer at blíva til nakað og hví ikki brúka tey ungu til hetta arbeiði?
Annars kann man siga at á Strondum er ikki so galið!!!