Eisini hava Føroyar skyldu at fráboða og útrokna tølini sambært UNFCCC vegleiðingini. Hetta er gjørt í frágreiðingini "Útlát av veðurlagsgassi í Føroyum" har útlátini eru útroknað sambært altjóða roknihættum, sum Føroyar hava skyldu at nýta. Um Jørgen Niclasen og Fólkaflokkurin ikki ætla sær at gerða tølini upp sambært sáttmálanum eiga teir heldur at biða um fyrivarni fyri sáttmálanum enn niðurgerða eitt arbeiði teir sjávir hava játtað at taka lut í. Onnur lond gera tølini upp á sama hátt, og eiga vit eisini í Føroyum at kunna almannakunngera slík tøl.
Ein av arbeiðissetingunum fyri verkætlanini var soljóðandi :
At gera eina fullfíggjaða uppgerð yvir útlatið av vakstarhúsgassum frá 1990-2001 og at eyðmerkja tær størstu útleiðingarnar av vakstrarhúsgassum
Frágreiðingin lýsir hagtølini, ið Føroyar hava skyldu at fráboða fyri tíðarskeiðið 1990-2001 og er ikki ætlað sum eitt tilmæli til Oljumálaráðið innan umhvørvis- ella orkumál. Frágreiðingin lýsir støðuna innan útlát av veðurlagsgassi í Føroyum á ymiskum hæddum.
Tað er púra burturvið at uppfata frágreiðingina sum ain ákæru og eitt álop á fiskivinnan. Sjálvandi ber ikki til at minka munandi um útlátið frá fiskiflotanum, sum er høvuðsvinnan hjá okkum, tað sigur seg sjálvt og frágreiðingingin leggjur heldur ikki upp til tað (akkurat øðvugt lýsir frágreiðingin at útlátið frá fiskiflótanum er hækkað við 4% síðani 1990, sum er ein munandi minni hækking enn fyri t.d. el-virki (47%) , ídnað (25%) og akfør (18%). Men vit sleppa ikki undan at lýsa støðuna í mun til 1990 (og ikki 1992 sum Jørgin Niclasen skipar til), tí tað er árið sum sammetast skal við, tá ið støða skal takast til Kyoto-sáttmálan. Tølini er skipað og gjørd upp eftir áheitan frá Oljumálaráðnum, at nýta til at taka støðu til Koyto-sáttmálan og er ikki eitt granskingarúrslit sum Jørgin Niclasen skipar til. Tað sum tølini greitt vísa er at vit ikki eiga ein orku-politik í Føroyum og at orkunýtslan als ikki verður umsitin. Kyoto-sáttmála ella ikki.
Altjóðar frágreiðingar lýsa okkara tøl fyri hvønn íbúgvara og tað kann ikki verða rætt at vit ikki kunna bera tøluni fram á sama hátt her heima. Hvat so liggur aftanfyri at vit liggja so høgt er nakað heilt annað. Sjálvandi liggja ávis viðurskiftit aftanfyri, men tað broytir ikki at okkara útlát fyri hvønn íbúgva er so høgt í mun til onnur lond sum tað er.
Um tiltøk skulu setast í verk frá almennari síðu, verður hetta vónandi í samstarvi við vinnu- og brúkarabólkar í Føroyum. Sum frágreiðingin staðfestir, eru útlátini av veðurlagsgassi hækkað fyri fleiri bólkar í Føroym síðani 1990:
Brúkarabólkur :Broyting í útlátinum 1990-2001Útlátið av koltvíiltu
í mun til samlaða útlátið
(miðal fyri 1990-2001)
El-virki+ 47%14%
Ídnaður+ 25%15%
Akfør+ 18%9%
Onnur skip+ 6% 3%
Fiskiskip + 4%32%
Handlar og stovnar+ 1%6%
Húsarhald- 13%20%
Skynsom umsiting av náttúruríkidøminum (vatn, jørð, luft, fiskur, o.s.fr.) er neyðug, um komandi ættarlið skulu kunna lívbjarga sær her á jørðini. Veðurlagsbroytingar kunna ikki bara koma at raka okkum her í Føroyum (streymviðurskiftini kunnu broytast og fiskastovnarnar hvørva, ongin veit), men hava longu elvt til álvarsligar truppulleikar fyri fólkasløg aðrastaðir á jørðini. Føroyar eru ein partur av heiminum, og eiga vit tí at bera okkum at samsvarandi.