Viðmerkingar til broyting í løgtingslóg um dagpening

Sum umboð fyri borgarar hava vit týðuliga merkt ta miðvísa avlagimg av rættartrygdini hjá borgarunum, sum tykist at vera tann almenni politikkurin her á landi. Eitt gott "dømi" um hetta er tann viðgerð sum eitt samfelag gevur sínum sjúku.
Tað er júst hetta, sum verður so væl og virðiliga lýst við hesum málinum.

Forsøgan er tann í stuttum, at ein fiskimaður í vár sendir eina kæru til kærunevndina í almannamálum í samband við dagpening. Úrslitið av hesi kæru gevur sum úrslit, at vegna eina nýggja og skeiva formulering í dagpengalógini, verða fiskimenn útilokaðir frá dagpengaskipanini. Frá dag til annan varð kassin smekkaður í við teimum avleiðingum, sum hetta má hava við sær. Tað er so tað, sum tað kann vera. Her er greitt talan um ein tekniskan lógarfeil, sum skuldi verið rættaður sum skjótast, so eingin fór at koma í trupuleikar av hesum.

Trivnaðarmálaráðið ongan skund.
Sjálv viðgerðin í Trivnaðarmálaráðnum má sigast at benda á, at hon ikki á nakran hátt er merkt av, at her er talan um borgarar í neyð, sum knappliga standa á berum uttan endurgjald fyri mista inntøku, sum má sigast at vera grundleggjandi rættur hjá borgarum.
Trivnaðarmálaráðið fekk longu tíðliga í summar kunnleika til ta avgerðina, sum fór at koma. Hetta skuldi ført til, at neyðuga lógarbroytingin kundi verið løgd fyri tingið aftaná ólavsøku og kundi verið avgreidd í august. So hevði eingin merkt nakað. Men Trivnaðarmálaráðið latast ikki um vón, og tí hendi einki.
Aftaná at avgerðin hjá kærunevndini var fallin í september skrivaðu vit fyrst til Trivnaðarmálaráðið um málið og gjørdu vart við, at her mátti berast skjótt at. Síðan vóru vit á fundi og førdu fram somu sjónarmið og vístu á, at vit dag og dagliga fingu nýggj mál um sjúkar fiskimenn, sum vóru avvístir av dagpengaskipanini orsakað av umrøddu avgerð og sum ongan annan møguleika høvdu at fáa endurgjald fyri mista inntøku. Vit gjørdu vart við, at fyri at fáa hetta at henda skjótast gjørligt var lættast at føra lógina aftur til upprunatekstin í føroyskari týðing. Hetta vildi merkja broyting av einum ella tveimum orðum. Hetta skuldi kunnað verið gjørt eftir fáum døgum. Og tá talan er um skundmál plagar tingið at kunna víkja frá tíðarfreistum og nevndarviðgerð.
Tískil skuldi hetta kunnað verið avgreitt eftir eini ella tveimum vikum.

Hálvt ár um at broyta tvey orð.
Trivnaðarmálaráðið hevur tikið sær góða tíð. Tað er liðið umleið eitt hálvt ár, síðan Trivnaðarmálaráðið fekk fráboðan um væntaðu avgerðina. Og tað eru farnir meira enn tveir mánaðar síðan vit reistu málið yvir fyri ráðnum, og nústaðni kemur uppskotið, sum ikki so frægt sum líkur treytirnar í viðmerkingunum um, at ætlanin ongantíð var, at nakar skuldi gerast verri fyri við nýggju dagpengalógini. Her verður víst til okkara brøv, sum eru hefti við málinum.
Hetta kundi nú alt verið sínar sakir, men...

Várharra setti ongan eftir!
.. tað sum fær okkum veruliga til at øtast er uppskotna orðingin um, at lógarbroytingin ikki skal koma í gildi fyrr enn 1.januar 2003.
Tá vit fingu uppskotið til ummælis gjørdu vit vart við, at hetta mátti vera eitt mistak. Tað kundi ikki bera til, at Trivnaðarmálaráðið veruliga ætlaði, at sleppa teimum niður ímillum, sum púra ósek eru sett uttanfyri lógina av umrøddu orsøk. Og vit vildu fegin hava hetta váttað. Hesa váttan fingu vit ikki. Men nú sæst greitt, at her er als ikki talan um eitt mistak.
Í viðmerkingunum verður staðfest, at takkað verið avgerðini hjá kærunevndini eru talið av persónum í skipanini, men hetta tal fer upp aftur við lógarbroytingini. So hetta er gjørt við beráddum huga.
Hetta merkir, at landsstýrismaðurin veruliga ætlar, at teir fiskimenn, sum eru ov offur fyri vánaligt lóggávuarbeiði, skulu sjálvir svíða fyri hesum. Teir skulu enntá svíða fyri tað drál í umsitingini, sum er orsøkin til, at málið nústaðni kemur á tingborð. Og landsstýrismaðurin hevur enntá lagt eina mánaða uppfyri við teirri avleiðing, at raktu fiskimenninir ikki eingang skulu fáa pening til jóla.
Vit hava greitt fiskimonnum frá, at teir mugu hava tol. Men tá lóggávan var greidd í tinginum fóru teir at fáa sína veiting frá dagpengaskipanini. Vit hava ikki í okkara villasta fantasi kunnað ímyndað okkum, at ein landsstýrismaður ella hansara umsiting yvirhøvur kundu hugsa tann tanka, at ein slík lógarbroyting ikki skuldi umfata tey, sum eru rakt av umrøddu avgerð hjá kærunevndni. Hetta er í stríð við tey mest grundleggjandi mannarættindi at gera mun á borgarum, sum her verður gjørt. Enntá mun á sjúkum borgarum.
Men ikki tess minni er tað hetta sum liggur í uppskotinum. Tað er sjálvsagt upp til tingið hvat tað ger. Men uttan mun til úrslitið av tingviðgerðini, so vita tingmenn nú hvat málið snýr seg um.
Fer málið í nevnd vilja vit fegin boðsendast.