Erna Solberg hevur verið forkvinna í Konservativa flokkinum síðani 2004. Eftir ein syngjandi veljaralúsing meta fleiri røddir í flokkinum, at tað er tíð uppá, at onnur taka kjansin at standa á odda fyri flokkinum. - Mynd: Heiko Junge/Ritzau Scanpix

Høyre fekk veljara­lús­ing: Sol­berg ynsk­ir Arbeiðara­flokki­num til­lukku

Gamli liberal-konservativi flokkurin í Noregi, Høyre, fær lægstu veljaraundirtøka hjá flokkinum higartil á stórtingsvalinum.

Erna Solberg hevur verið forkvinna í Konservativa flokkinum síðani 2004. Eftir ein syngjandi veljaralúsing meta fleiri røddir í flokkinum, at tað er tíð uppá, at onnur taka kjansin at standa á odda fyri flokkinum. - Mynd: Heiko Junge/Ritzau Scanpix

Liberal-konservativi flokkurin, Høyre, í Noregi, sær út til at hava havt sítt ringasta val til Stórtingið nakrantíð.

Við 99 prosentum av atkvøðunum taldar, sær flokkurin út til at hava fingið 14,6 prosent av atkvøðunum.

Tað upplýsir norski miðilin NRK.

Á seinasta valinum í 2021 fekk flokkurin 20,3 prosent av veljaraundirtøkuni.

Erna Solberg, sum er forkvinna í flokkinum og var forsætisráðfrú frá 2013 til 2021, viðurkendi valósigurin í kvøld í røðu í valveitsluni hjá Høyre.

- Eg vil byrja við at ynskja Arbeiðaraflokkinum, sum enn einaferð verður størsti flokkur, og Framsóknsflokkinum, sum verður størsti borgarligi flokkur, tillukku, sigur hon.

- Tað var ikki tað valúrslitið, sum vit høvdu vónað. Vit megnaðu ikki at lyfta okkum í seinasta spurtinum í valstríðnum, sigur hon.

Meðan Høyre mánakvøldið fall munandi, tykist tilflytarakritiski og borgarligi Framsóknarflokkurin at hava meira enn tvífaldað sínar atkvøður.

Sambært fyribils atkvøðuteljingini síggjast 23,8 prosent av veljarunum at hava atkvøtt fyri flokkinum, og tað er ein vøkstur á 12,2 prosentstig.

- Vit endaðu í einum trongum stað millum Arbeiðaraflokkin og Framsóknarflokkin. Tað gjørdi tað trupult hjá okkum. Tað var eitt trongt stað, sum vit ikki sluppu burtur úr, og tað er okkara ábyrgd, sigur Solberg og leggur afturat:

- Ikki minst av øllum, tað er mín ábyrgd, og tað eri eg ótrúliga hørm um.

Hon lovar, at Høyre kemur aftur sum sterkasti borgarligi flokkur.

Hetta er aðru ferð á rað, at Erna Solberg stendur á odda fyri Høyre í ósigri á Stórtingsvalinum.

Fleiri røddir í flokkinum søgdu mánakvøldið, at tey halda, at fyrrverandi forsætisráðfrúan eigur at leggja frá sær sum floksforkvinna, eftir at veljarin vrakaði flokkin.

- Spurningurin er helst bara, um tað hendir í kvøld ella ikki, sigur Sture Pedersen, borgarstjóri í Bø kommunu, við norska miðilin VG.

Fabian Stang, sum áður hevur verið borgarstjóri í høvuðsstaðnum Oslo, heldur eisini, at tíðin er komin.

- Tað er eitt sindur við fyriliti fyri Ernu. Hon hevur verið ótrúliga evnarík og hevur staðið út í so mong ár, at tað er rímiligt, at summi av okkum eru erlig og siga, at tað hevur verið ein fantastisk tíð, men at nú er tíðin búgvin til, at onnur fáa møguleikan, sigur Stang við NRK.

Erna Solberg hevur verið floksforkvinna í Høyre síðani 2004. Hon nevndi ikki sína politisku framtíð í røðu síni mánakvøldið.

 

/Ritzau/

 

Erna Solberg hevur verið forkvinna í Konservativa flokkinum síðani 2004. Eftir ein syngjandi veljaralúsing meta fleiri røddir í flokkinum, at tað er tíð uppá, at onnur taka kjansin at standa á odda fyri flokkinum. - Mynd: Heiko Junge/Ritzau Scanpix