Framsóknarflokkurin stormar fram og gerst størsti borgarligi flokkur á valinum til Stórtingið í Noregi.
Nú 99 prosent av atkvøðunum eru taldar, sær anti-tilflytaraflokkurin út til at fáa 23,8 prosent av atkvøðunum.
Tað er meira enn tvífalt so nógv sum á valinum í 2021, har flokkurin fekk undirtøku frá 11,6 prosentum av veljarunum.
- Tað er heilt fantastiskt. Vit hava havt okkara besta val, og tað eri eg sera fegin um, sigur forkvinnan í flokkinum, Sylvi Listhaug, á valveitsluni hjá flokkinum mánakvøldið, sambært norsku tíðindastovuni NTB.
- Nú mugu vit fegnast um eitt fantastiskt úrslit, sjálvt um vit sjálvandi høvdu viljað sæð eitt stjórnarskifti. Tað er tað, vit arbeiddu fyri, men eingin kann siga, at vit ikki gjørdu okkara fyri tað, sigur hon.
Í staðin verður reyðgrøni vongurin við Jonas Gahr Støre, forsætisráðharra á odda, verandi, eftir at hava tryggjað sær meiriluta við greiðari leiðslu.
Framsóknarflokkurin sá - áðrenn valið mánadagin - sítt besta valúrslit higartil í 2009, tá flokkurin fekk 22,9 prosent av atkvøðunum.
- Vit vilja uppbyggja liðið, sum fyrst skal vinna valið í 2027 (kommunuval, red.) og síðani stórtingsvalið í 2029. Men í kvøld fara vit at hátíðarhalda okkara besta úrslit nakrantíð, sigur hon.
/Ritzau/