Viðmerkingar til skrivingina í bløðunum um ferðaætlanina hjá »Teistanum«

Tað var ikki meiningin at leggja uppí skrivingina, um fyrsta túrin hjá »Teistanum« á morgni, tí tað skuldi onki verið at skriva um. Men tá Sólvit Simonsen blívir við at skriva sum um at sandoyingar eiga bæði Teistan og Gomlu Rætt, so fái eg ikki latið vera.

Eg haldi, at bæði Sólvit Simonsen og Páll á Reynatúgvu skuldu tikið føroyakortið fram og hugt hvar Sandoyggin liggur í mun til Hest, tað er Skopun, sum liggur nógv longri frá Gomlu Rætt og Hest liggur beint yvir av, sjálvsagt eiga tit tann longra teinin og ikki hestfólk.
Tað ger tað sama, hvussu stórt fólkatalið er úr hvørjum plássinum, tað er framvegis vit, sum búgva 10 min. frá Gomlu Rætt.
Tað tekur ikki nógv longur tíð hjá Teistanum at koma inn í Hest úr Skopun t.d. tá eystfall er, eigur Teistin at sigla heilt heim á Hvannagjógv ella heilt heim á Hol, áðrenn lagt eigur at verða yvir um, tá er bert 1 fjórðingur ella minni heim til bygdina, so tað skuldi ikki verið nakað at tosa um, tí Teistin er góður at sita umborð og siglur skjótt. Vegurin av Gomlu Rætt til Havnar er bæði góður og skjótur at koyra eftir, so tað er onki uttan »hysteriskt« av Sólvit Simonsen at skriva upp og niður um hasar minuttirnar og ikki minni av Páll á Reynatúgvu at hótta við samgonguslitið av somu orsøk.
Nei, Páll góði, tað var betur at tú sum bygdaráðsformaður og landspolitikkari hevði okkurt annað at bjóða tínum oyggjafólkið á eini so stórari vakrari oyggj, enn 10-15 min. meira svøvn.
Tað eru nógv fólk, bæði úr norðoyggjum, Vágunum og aðrastaðni, sum ferðast til Havnar hvønn dag, vit hoyra einki róp og skrál um tað at bussurin skal steðga nógvastaðni á vegnum suður, tí tað er bara natúrligt at steðga á teimum plássunum sum eru á veg suður, líka sum Hest er á veg úr Skopun og inn á Gomlu Rætt.
Um vit skulu samanlíkna uppskotið hjá Páll og Sólvit um ferðaætlanina hjá Teistanum: Skopun-Hest-Skopun-Gamla Rætt, so kundi rutan hjá nólsoyingum tað sama verið Tórshavn-Nólsoy-Toftir -Tórshavn, tað er líka langt við síðurnar av allari fornuft, sum ferðaætlanin hjá Páll og Sólvit.
Nei, nú má tað halda uppat, at hótta við at taka henda túrin frá Hestfólki, tí tað er alt avgerandi at vit fáa trygd fyri, at hesin túrurin er komin fyri at vera, fyri at fólk kunnu seta búgv her, hóast tey arbeiða á meginøkinum.
Í Hesti er bert skúli til 7. flokk, sostatt mugu vit senda okkara børn til Havnar at ganga í framhaldsskúlan sum nú er skúlaskyldugur.
Eg undirritaða eigi tvey børn sum ganga í skúla í Havn, tey búgva til leigu í Havn, tí vit hava onki álítandi ferðasamband haft síðan tey fóru í skúla í summar. Um lív og heilsa verður skulu vit senda fleiri børn enn, til Havnar í skúla, tí er tað størsta framstig á okkara øki, at vit kunnu fáa okkara børn heim um kvøldið.
Skúlaungdómurin tit harmast um, kann hóast alt ganga í skúla í oynni til tey eru 17 ára gomul.
Sólvit heldur at tað er nógv avgjørt av Sosialinum at fara á forsíðuna við tí at hestfólk eru skuffaðir av Páll av Reynatúgvu og øðrum sandoyingum, tað er tað slett ikki, tí sjálvandi síggja teir á Sosialinum líka so væl sum alt føroyafólk tað løgna í tí, at tit skulu hava hestfólk at sigla tvær ferð um Skopunarfjørð, fyri at koma inn á Gomlu Rætt, tá tað eigur at taka okkum 10-15 min.
Til síðst vil eg takka Heðin Mortensen, tingmanni fyri sambandsflokkin, hjartaliga fyri at hann tók hetta málið á tingsins røðarapall, tí tað er alt avgerandi at vit fáa henda túrin á morgni og ikki verða hótt í tíð og úrtíð við at vit skulu missa henda túrin.
Eisini vil eg takka Gerhard Lognberg og Eyðun Viderø fyri tað teir skriva í bløðunum, um at Hest er ein natúrligur partur av hesi farleið.
Vónandi dugur leiðslan á Strandferðsluni at síggja í eyguni at tað er ikki so synd í sandoyingum at seta vekkaran 15 min. fyrr. Og tað at senda hestfólk suður til Skopunar hvønn morgun, er tað sama sum at taka rutuna frá okkum.