Viðmerkingar til Frágreiðingina um óhappið á Norrønu 15. januar 2004

Kristin Rasmussen
Sivilverkfrøðingur

Av tí at eg ikki haldi at niðurstøða og tilráðingar eru nøktandi í nevndu frágreiðing, havi eg fylgjandi lýsing av tilgongdini, sum eins væl kann lesast út frá tí, ið kemur fram í frágreiðingini. Sigast skal, at mínar metingar eru gjørdar út frá tilfarinum, ið finst í frágreiðingini, mínum kunnleika til skip og gongdini annars frá skipið kom til landið. Eg havi ikki havt høvi til at síggja annað tilfar.

Fyrst um partarnar í hendingini: Veðrið, Tórshavnar Havn, skipið og manningina.

At veðrið í Føroyum er skiftandi vita øll. Og teir sum sigla hava altíð veðrið í huga í teirra avgerðum. Hetta fyri at staðfesta at veðrinum kann ein ikki geva skyldina fyri nakað. Veður og vindur má sær ráða. Vit mugu laga okkum eftir veðrinum og ikki øvugt.

Samanborin við aðrar havnir er einki sermerkt við Tórshavnar Havn. Lætt at leggja at hjá smærri skipum. Men verða skipini størri verður trongt inni á vágunum báðum og truplari og truplari verður at manøvrera. Betri útbúnaður á skipunum bøtir um manøvrumøguleikarnar, versnandi veðurlíkindi gera teir verri. Nær eitt skip ikki kann koma inn á Havnina er treyta av stødd á skipi og útgerð umborð, veðurlíkindum og teimum royndum, skiparin hevur at sigla uppá Havnina.

Norrøna er eitt stórt skip í mun til vágirnar í Havn. Tó ikki størri enn so, at reiðaríi metti, tá ið simulatoroyndirnar skuldu gerast, at Hanstholm Havn er verri atkomulig. Men eg haldi, sum fólk flest, at Norrøna er í so stór at sigla uppá Havnina skal hetta gerast í mest sum øllum veðurlíkindum. Til at manøvrera er Norrøna bygd við síðuskrúvum framman og tveimum skrúvum og tveimum róðrum aftan. Hetta gevur brúkiligar manøvrueginleikar. Bæði Smyril og gamla Norrøna eru útgjørd á sama hátt og haðani koma allir teir frá, ið hava avgjørt hvussu nýggja Norrøna skuldi útgerast. Tær royndir, teir hava gjørt ígjøgnum árini, hava viðført at teir valdu somu loysnina til nýggju Norrønu. Sjálvur meti eg at síðuskrúvur aftan høvdu hjálpt uppá manøvruevnini og gjørt skipið tryggari at manøvrera undir skiftandi umstøðum. Sigast kann at sama manøvruloysn sum á nýggju Norrønu er vald á komandi nýggja Smyrli.

Teir, ið vóru á brúnni henda dagin óhappið hendi, eru allir skipsførara lærdir. Skiparin hevur siglt við gomlu Norrønu síðani 1983, verið skipari síðan 1992. Harafturat hevur hann: 1. verið í manøvrusimulatori fyri at læra skipið at kenna áðrenn tað varð sett í drift, 2. verið úti við skipinum 20. mai 2003 og gjørt praktiskar manøvruroyndir á opnum havi fyri at gera seg enn betri kendan við manøvrueginleikarnar hjá skipinum og 3. hevði tá ið óhappi hendi royndir við at sigla umleið 60 ferðir inn á Havnina. Eftir hesum at døma skuldi hann verið ein tann besti at siglt Norrønu inn á Havnina. Tað eru trý viðurskifti sum benda á at hann, tá ið óhappið hendi, er tann við besta førleikanum at føra skipið trygt inn á Havnina. Hann hevur sum tann einasti gjørt praktiskar manøvruroyndir á opnum havi, hann mælir beinanvegin nýggja Norrøna er komin til landi frá at sigla skipið inn á Vestaruvág, men vil heldur bakka inn. At hetta gevur betri manøvrumøguleikar er nevnt í lærubókini fyri skipsførarar og verður brúkt av hinum størru skipunum, ið koma á Havnina. Í triðja lagi sæst út frá umstýrings- (pitch feedback) útskriftini at hann ongantíð hugsar um at koyra fram á BB skrúvu og bakk á SB fyri at venda skipinum, tá ið tað liggur fast uttanfyri endan av molanum. Hetta vildi viðført at skipið við tað sama rak á Viðarnes. Manøvruroyndirnar (løb 110-113) vísa eisini hetta: ov nógvur vindur er, skipið rekur á Viðarnes, simulatorurin slær út.

Um maskinmenninar, ið vóru í maskinrúminum henda dagin, er at siga at teir vístu í verki, at teir kundu sítt kram.

Vit eru nú komin til gongdina henda dagin Norrøna fer á land. Fyrst er at nevna at diskutiónirnar í reiðarínum frá tá ið skipið kemur til landið og í tíðini framyvir enda við, at Norrøna siglir inn á Vestaruvág heldur enn at bakka inn soleiðis sum skiparin heldur vildi. Eg skal ikki gera meg til dómara yvir hvat er rætta loysnin. Úrslitið av hesum telvingum varð, at Norrøna byrjaði at sigla inn á Vestaruvág og so at manøvrera har frá. Ein loysn líknandi teimum sum Smyril brúkar og gamla Norrøna brúkti.

Tað gongur fram ímóti sumri, veðrið verður betri og royndirnar fleiri, so tá ið veturin kemur halda menn seg hava fingið tamarhald á hvussu berast skal at. Tó so, neyvt skal manøvrerast, 3. okt. 2003 ber Norrøna við molan.

15. januar 2004 kemur Norrøna móti Havnini í ivaveðri. Alt bendir á at teir á brúnni vóru árvaknir. Teir vóru væl greiðir yvir at berast skal rætt at og at metast skal rætt. Tað er í frágreiðingini einki, sum sýnir at sløs er uppií. Út frá veðurfráboðanini frá landi og teirra vindmátara metir skiparin út frá sínum royndum at siglast kann inn. Komin inn ímóti molanum kemur eitt æl (í einum æli økist vindferðin og ættin skiftir umleið 10 gradir við urinum) og knappliga drívur skipið meiri av enn roknað varð við. Skiparin roynir at rætta uppá hetta við at trýsta skipið upp ímóti vindinum ímóti molanum. Stýriborð skrúvu fram, bakborð skrúvu aftur og fulla kraft á síðuskrúvurnar. Eg eri ikki kendur við at manøvrera, so eg kann ikki lesa pitch feedback kurvarnar so neyvt, men eg má siga, at eg dugi ikki at síggja nakað tilvildarligt í teimum. Serliga dugi eg ikki at siga hvussu nógv ein skal koyra á SB skúvu og BB skrúvu fyri at trýsta skipið. Skiparin kennir skipið og veit hvat hann skal gera. Eitt er greitt hann roynir ikki at trýsta forendan á skipinum upp ímóti vindinum við at koyra á BB skrúvu og bakka við SB skrúvu. Hetta vildi viðført at afturendin á skipinum dreiv inn ímóti Viðarnesi. Teir hava rent seg fastar. Skipið kann ikki manøvrerast. Ytru kreftirnar (t.e. vindurin) eru ov stórar í mun til tær kreftir skipið hevur at arbeiða ímóti við og skipið drívur spakuliga á land.

Tí haldi eg, at manglandi neyvur kennskapur til hvussu nógvan vind skipið tolir samanborið við at vindtrýstið økist við vindferðini í øðrum potensi er tað sum ger at skipið kemur í hesa støðuna. Skiparin kundi havt hugt betur so hann var varur við ælið ella kundi hann tað, tað vita vit ikki. Í hvussu so er so vísa royndirnar í simulatorinum (løb 101 og 102) at við hesi vindferðini er ringt at koma inn á Havnina sjálvt um man bara skal leggja at molanum. Løb 101 vísur at man kemur at, í løb 102 verður skipið liggjandi úti frá kaiini. Tað má metast sum hann ikki fær skipið at. Eingin roynd verður gjørd at leggja skipið at ferjuleguni. Simulatorroyndirnar vísa klárt at skipið er ringt at manøvrera í vindferð upp til 23 m/s. Og tað bendir sostatt á at skiparin tekur sína avgerð um at sigla inn út frá at Havnin boðar 10 - 17 m/s.

Aftaná at skipið hevur borið við verður roynt at fáa skipið leyst aftur. Hetta er vanlig mannagongd ímillum føroyingar í Føroyum. Í lærubókini fyri skipsførarar verður nevnt, at man skal leggja skipið stilt aftaná at hava rent á land og so peila tangar og kanna hvussu langt skipið hevur siglt upp á land. Hetta er galdandi fyri donsk viðurskifti (útgrunt, sandbotnur). Bókin nevnir eisini at atlit skal takast fyri veðurlíkindum og umstøðunum annars. Í hesum føri valdi skiparin at fáa skipið leyst aftur. Hugsar ein meir um vandan sum kann standast av at Norrøna ber við land undir manøvru, so er eyðsæð at neyvan verður nakar vandi fyri ferðafólk og manning. Skipið sjálvt kann fáa eitt sindur av skaða. Men soleiðis hugsa skiparar ikki. Teir vilja fyri alt í verðini ikki sigla á land. Sjálvur havi eg mest óttast fyri at skrúvurnar fóru at bera við Tinganes undir manøvru inn í ferjuleguna við tí úrslitið at skipið noyddist úr drift í eitt longri tíðarskeið.

Í uppgerðini í frágreiðingini yvir skaðar á skipið verður ikki nevnt at skaði kemur á BB skrúvu ímeðan skipið stendur fast. Hetta saman við nógva vindinum kann vera orsøkin til at skipið ber við molan á veg út.

Tá ið leki kemur á í maskinrúminum, bera teir skjótt at fáa lensipumpurnar í gongd sjálvt um vacum ikki kann súgvast á tær og harafturat fáa teir sett neyðlensingina til við at kava undir sjógv fyri at koyra ventilarnar frá. Teir fara eisini skjótt í gongd við at pumpa ballast yvir í SB. Teir arbeiða ikki undir vanligum umstøðum, men undir stórum trýsti. Samskiftið við brúnna kann vera merkt av tí og av hesi orsøk velur skiparin at sigla inn aftur á Havnina, tá hugurin at halda til havs má metast at hava verið størri. Skiparin vísir stórt álit á maskinmonnunum og hví skal hann ikki tað, tá ið vit hugsa um hvussu raskir og skilagóðir teir eru í teirra arbeiði. Teirra orð ger man ikki bara til einki.

Hetta má vera nokk til at eg kann koma við teimum tilráðingum sum eg meti eiga at koma eftir hesa hending.

1. Tá ætlanin við einum størri skipi er, at tað sjálvt skal leggja at í mest sum øllum veðri má dokumentatión finnast sum sigur at manøvrueginleikarnir eru í lagi. Best hevði verið um hetta var eitt klassakrav. Nakað líkt teimum ísklassum, skip verða bygd til.

2. VDR má verða nóg betri tryggjaður. Hann má líkjast meira svarta kassanum umborð á flogførum. Orsøkin til at VDR ikki verður tikin í álvara er at eingin umborð skal brúka data í honum til nakað sum helst. Tað er bert aftaná ein tilburð at brúk er fyri honum. Hann verður tí altíð niðurprioriteraður, tá ið nógv er at gera.

Nógvar aðrar ábøtur kunnu gerast eitt nú tilráðingarnar í frágreiðingini, tó ivist eg í hvussu gott tað er at blanda havnamyndugleikarnar inn hetta málið, t.e. tilráðing nr. 9. Samskifti skal vera ímillum partarnar, men skip er eitt og havn er eitt.

Eg má siga at aftan at hava lisið frágreiðingina sovi eg líka gott umborð á Norønnu, sum eg havi gjørt. Tað er einki við arbeiðinum hjá teimum umborð og við skipinum, sum fær meg at óttast.