orkestur. Óløf Kolbrún Harðardóttir (sopran) var í so ófjølbroytt í framburði sínum, tá hon var einsamøll og tá hon sang í hópi við hinum solistunum. Hon var, sum heild, ov áleypandi tá solistarnir sungu [...] andlitsbragd og eina silkimjúka rødd. Eingin ivi var hjá áhoyraranum um hvørjar kenslurnar vóru, tá hon sang t.d.: »Nil inultum remanebit«. Krzystof Boryiewicz var ógvuliga hábærsligur. Hann sang við róligari [...] ljóðleys vera 160 mans stóra kórið var sera væl disiplinerað. Tú hugsar kanska: »Hvat hevur tað við tónleikin at gera, um tey duga at reisa og seta seg niður ljóðleyst?« Men tað var tað fyrsta eg legði til merkis
tað gevur? Men teir fáa ikki somu viðgerð, ikki somu rættindi og ikki somu trygd uttanlands, tí annar hevur eitt føroyskt pass, hin hevur valt ES-pass. Hetta brýtur øll prinsipp um javnbjóðis rættindi. Vit [...] seg ikki um at fólk sjálvboðin velja at seta seg í eina verri støðu enn teimum nýtist. Allir føroyingar hava sama møguleika til at fáa sær eitt danskt ES-pass, so her er talan um frítt val, og ikki dis [...] verið hevur um, hvørt tað eigur at bera til hjá føroyingum at fáa ES-pass í staðin fyri eitt sokallað føroyskt pass. Hvat er eitt pass? Í kjakinum higartil hevur verið tosað um passið, sum var tað eitt
oyggjafólkinum so langt menn vita um. Umframt hvalaveiðu veiðir fólkið eisini risastóru djevlaskøtuna, sum er so vanlig um hesar leiðirnar. Eisini hon verður skutlað, tá hon liggur uppi í sjónum. Pátrúgvin [...] verða settur í hvalin. Báturin ríkur avstað, og sprænurin stendur um æsingarnar. Hvalurin tekur dyk á seg og kavar. Tá ræður um ikki at vera í nánd av endanum, sum er festur í skutulin. Men tað kemur [...] sveivini, tí tað er ikki lukkuligt at koma fyri, tá hvalurin brestir við sveivini. Tá er oftani tryggast at liggja í sjónum. Var hetta ein stór uppliving fyri Trónd, so hevur hann tó ikki bert ?góð? minni
hevur gjørt áðrenn. So verður hon broytt, so hon er øðrvísi. Ein ávísur stoltleiki er í starvinum. Hetta er eisini neyðugt, tí umráðandi er at hava nøgdar kundar. - Ikki ber til at fara í læru. Ein má [...] seg til rættis, um ein hevur serstøk ynski. Longu nú er okkurt stuttligt komið burturúr. Ein dyggur HB-stuðul hevur fingið tatoverað eina kanin og áskriftina HB. Vónandi skiftir hesin ikki felag fyribils [...] fór úr Íslandi, var bert ein tatovørur í Reykjavík. Í dag eru 4. Tað skal sjálvsagt liggja fyri at tekna, skal ein tatovera. Sigge sigur tó, at sum við øllum øðrum í fakinum, so ber ikki til at fara í skúla
Síðani skal persónurin, sum søkir um skeinkiloyvi kannast, eitt nú um viðkomandi er fíggjarliga førur fyri at fara undir matstovuvirksemi, og um hann hevur reina revsiváttan. Um nú landsstýrismaðurin ásetur [...] mannagongdin, at matstovueigarar skulu senda umsókn um at fáa skeinkiloyvi til loyvisnevndina, og so verður hon viðgjørd eftir vanligu reglunum í lógini. Drúgv viðgerð áðrenn loyvi verða latin Loyvisnevndin [...] fyrr enn í fyrsta lagi í septamber mánaða, sigur Rúni Joensen. Finnbogi Arge, landsstýrismaður, var ikki at hitta í gjár.
tølini, og allastaðni runt um í Fraklandi var fólkið frá sær sjálvum av gleði. Veistla alla náttina Eisini í norðurfranska býnum Boulogne, har føroyska Fiskasølan hevur sína deild, var veistla og fagnaður í [...] fronsku litunum í andlitunum, í hattum og við fløggum. Tað var eitt stórt upplivilsi at sleppa at verða við til tað. Høvdu ikki væntað nakað Tórheðin var tíðliga til arbeiðis í gjáramorgunin, so hann noyddist [...] hann fór til arbeiðis var framvegis lív í býnum. ? Fólk vóru glað og kát. Nógv øl varð drukkið, men alt gekk friðarliga fyri seg. Tað vil siga at einki rok var, men larmurin var øðiligur alla náttina.
part av teininum, vann við meiri enn einum sekundi. Tá var rómur á viðhaldsfólkinum hjá HR, og tá báturin kom aftur til Havnar, var móttøkan sum hon plagar at vera á bygd, t.d. í Hvalvík, Kvívík og Sandavági [...] Hjá fleiri manningum hava úrslitini ikki verið av leið, men sigrarnir hava ikki verið har. Fara teir at koma á ólavsøku? ? Tað vóna vit sjálvandi, og eg haldi ikki, at tað er veruleikafjart at rokna við [...] játtar, at tað hevur kenst heilt undarligt, at sigrarnir, sum plaga at vera nógvir, ikki hava verið har í ár, og tað er ikki frítt, at hann hevur fingið onkra stuttliga glósu, tí hetta er fyrsta árið, at hann
bara talan um kapping um næstfremsta plássið. Startstpurturin var ikki liðugur, tá guli báturin hevði stungið stevnið, rong og skut og menninar átoftini fram um hinar bátarnar, og síðani var ikki spenningur [...] spenningur var um næstfremsta plássið. Eina løtu sát tað út til, at Kølur og Havnarbáturin skuldu detta eitt sindur aftur um Nólsoying og Vestmenning, men teir togaðu fram aftur, og tað var eyðkent fyri [...] Allur spenningur um hvør fer at vinna, er burtur, tá 10-mannaførini rógva. Soleiðis var tað eisini vesturi í Vágunum, og skulu vit meta um vánirnar á ólavsøku, út frá tí, sum higartil er avrikað, so verður
higartil. Vit spyrja formannin í RSF, um skjóta avgreiðslan í Vági og í Miðvagí ikki leggur upp til, at farið verður til bara at rógva 100 metramálið: ? Tað hevur ikki verið frammi, og skal broyting koma [...] sindur viðbrekin, um veðrið ikki er heilt gott, og tað er tikin hædd fyri hesum við nýggja málinum. Onkuntíð áður hava allir bátarnir róð 1000 metrar í Sandavági, men tað hevur ikki verið ætlanin, sigur [...] frá hondini í Miðvági leygardagin. Orsaka av sjóvarfallinum var fyri langari tíð síðani avrátt, at kappróðurin skuldi vera klokkan 17.00, og ikki klokkan 15.00, soleiðs sum tað annars plagar at vera. Klokkan
sá nevndin seg ikki føra fyri at kjósa ein vinnara út frá ólavsøkuróðrinum, og so varð lutur kastaður. Tað var ikki sørt av tosi og misnøgd um hetta. Eigur at verða broytt Tey, sum ikki vóru nøgd vi avgerðina [...] nógv betri enn hon var, tá útvarpið gav steypið at kappast um, at tað er upplagt at broyta mannagongdina at finna vinnaran. Tað ber eitt nú til at brúka klokkuna, t.d. við at áseta at um tað stendur á jøvnum [...] fáa vit at síggja, hvussu tað verður við tí. Men um tað verður so, at bæði Junkarin og Eysturoyingurin vinna á ólavsøku, skal ein skriviborðsavgerð takast um, hvør skal fáa heiðurin av, at hava útvarpssteypið