Heiðursportur fyri Gongurólvi

6-mannafør: Kvinnurnar vunnu fyrsta FM-sigurin í ár til Havnar

Tað hava verið tey róðrarár, tá neyðugt hevur verið hjá útvarpinum at vísa stórt hugflog fyri at finna fram til ymsar havnarsangir hjá Havnar Róðrarfelag, sum hevur vunnið so sera nógv.

Men í ár hevur verið steindeytt, tá tað hevur rátt um sigrar til HR. Inntil á vestanstevnu, tá kvinnurnar umborð á Gongurólvi eftir sera harða kapping frá Hvessingi, ið hevði verið fresmtur stóran part av teininum, vann við meiri enn einum sekundi. Tá var rómur á viðhaldsfólkinum hjá HR, og tá báturin kom aftur til Havnar, var móttøkan sum hon plagar at vera á bygd, t.d. í Hvalvík, Kvívík og Sandavági.

? Vit hava sæð eina støðuga framgongd hjá teimum, og vit roknaðu við, at tær fóru at vinna hesa ferð. Vit høvdu fingið timbur til vega, og tí hevði tað ikki so nógv uppá seg at fáa heiðursportrið upp at standa, og so fingu vit øll eina máltíð, sum møttu upp í neystinum. Tí syrgdu mammur at rógvarunum og onnur fyri.

Tað er Poul á Krákusteini, formaðurin í HR, ið greiður frá. Hann játtar, at tað hevur kenst heilt undarligt, at sigrarnir, sum plaga at vera nógvir, ikki hava verið har í ár, og tað er ikki frítt, at hann hevur fingið onkra stuttliga glósu, tí hetta er fyrsta árið, at hann er formaður eftir at Bjarni Sørensen hevur havt leiðsluna í felagnum í fleiri á:

? Vit hava havt fund við manningarnar í felagi við teimum at tosa um hvat tað er, sum hevur verið orsøkin til, at sigrarnir ikki eru komnir í ár, og vit hava í felagið staðfest, at venjingin hevur verið í lagi, og at manningarnar sum heild hava verið, sum tær skulu. Hjá fleiri manningum hava úrslitini ikki verið av leið, men sigrarnir hava ikki verið har.

Fara teir at koma á ólavsøku?

? Tað vóna vit sjálvandi, og eg haldi ikki, at tað er veruleikafjart at rokna við meiri enn einum sigri.

Poul á Krákusteini vil ikki seta nøvn á, men tað man lítil ivi vera um, at hann vónar og heldur tað vera sannlíkt, at umframt Gonguról vi kvinnum, so kunnu teir umborð á Ørvi kanska vinna. Og so hevði tað ivaleyst komið sera væl við, um Havnarbáturin hevði megnað at koppa Eysturoyinginum. Tá tað verður borið uppá mál fyri formanninum í HR, sigur hann seg ikki hava nakrar viðmerkingar.