favorittarnar og Føroyar var millum lítil og eingin. Hetta gjørdi seg galdandi bæði fyrstu tíggju minuttirnar, tá stríðið stóð um miðvøllin, og okkara tiltuskaðu sær okkurt hornasparkið, og í 2. hálvleiki [...] mynstrum, og spælararnir høvdu nóg mikið av sjálvsáliti og førleika til at bjóða seg til, flyta seg fyri hvørjum øðrum og harvið hava fleiri spælmøguleikar. Men Føroyar taptu enn eina ferð, og hóast sk [...] Brynjolvur Nielsen og liðformaðurin, Bárður Johannesen, sum var fluttur úr verjuni og fram á miðvøllin, seg væl. Teitur Ellingsgaard var fluttur av aftasta manni og á vinstra vongverja, og tað gav størri tyngd
sólglottar og hitin millum 5 og 10 stig. Veðrið mánadagin, týsdagin og mikudagin: Hvassur vindur av útnyrðingi og norði, stundum kanska skrið. Ælaveður, men onkur sólglotti og hitin millum 5 og 10 stig. [...] Veðrið í dag: Fyrst gul av ymsum ættum, seinni upp í ein strúk av landnyrðingi og norði. Ælaveður, men eisini sólglottar og hitin millum 7 og 10 stig. Veðrið sunnudagin: Hvassur vindur av norði og útnyrðingi [...] Í gjár: Eitt lágtrýst í útnyrðing úr Føroyum fer komandi samdøgur suðureftir og dýpist nakað. Eitt lágtrýstøki norðanfyri og eystanfyri Føroyar stendur mestsum í stað. Í dag: Sum frálíður koma Føroyar at
havnaðir í. Hvat segði danska stjórnin tá, Edmund Joensen og onnur sambandsfólk? Statsministarin og Lykketoft vildu veita lán í samband við bankastøðuna, og vit kenna nú hvat lá aftan fyri hetta stóra hjálpsemi [...] avstað við. Skipum og øðrum vinnuligum virksemi. Og at tað var stovnanin av ópopulera Framtaksgrunninum, sum forði fyri hesi neyðtøku. Nei, Edmund Joensen, blaðstjórar á Dimmalætting og onnur, kreppan, sum [...] endaligu ábyrgdina - tað hava vit sjálvi. Og vit kunnu eins væl formalisera hesa ábyrgd. Og tað gera vit sjálvsagt best við at lyfta høvdið upp frá koddanum og skipa samfelagið soleiðis, at vit verða før
kensluni: Vit mugu fyrst og fremst líta á okkum sjálvi. Mentan sum ítriv Men eisini álit valdast. Og tá talan kemur inn á føroyskan mentunnarpolitikk, er tað ikki júst álit á mentan og list, sum eyðkennir [...] Politikarar og fólk hava síðani verið grundleggjandi samd um at standa saman í hesum máli. Eftir 27. január 95 hava vit vent tingini á høvdið. Nú siga føroyingar: Samstarv ja. Men vit mugu fyrst og fremst líta [...] dýrasta, vit eiga og tað vit eiga fram um onnur. Eitt heilt samfelag, sum tað ber til at síggja og vita um í øllum sínum limum og lutum. Har tað næstan ber til at vita hvønn einstakan nevndan og at kenna fólkið
mest av oyggjunum. Hann sigldi tætt undir land og inn ímillum Dímunar og tað gav forsætismálaráðharranum eitt náttúruupplivilsi av teimum sjáldsomu - og teimum donsku myndafólkunum nakrar stórfingnar myndir [...] Ronnie Midjord og Knud Steinø, yvirlækni buðu vælkomin. Har fingu tey morgunmat, áðrenn danski forsætisráðharrin varð vístur runt at síggja sjúkrahúsið og at heilsa uppá starvsfólk og sjúklingar. Lærdi [...] at høgga kol. Síðani varð farið longur norður til Sandvíkar, har Nyrup og fylgi hansara, og umboðini fyri Føroyska Javnaðarflokkin og drukku ein kaffimunn saman við bygdarfólki. Í Sandvík fall prátið sjálvsagt
Skýggjað og regn ella ælingur og hitin millum 7 og 10 stig. Veðrið mikudagin: Fyrst hvassur vindur av norði, men út á dagin minkar hann vindin og hósnáttina andøvsgul. Regn ella ælingur og hitin millum [...] millum 7 og 10 stig. Veðrið hósdagin, fríggjadagin og leygardagin: Gul til stívt andøvsgul av norði og sólglottar, men kanska okkurt ælið. Hitin um dagin upp í 8 stig, um náttina niður í 4 stig. Í gjár: Eitt [...] lágtrýst yvir Suður-Skandinavia fer í útnyrðing til Norska Havið. Í dag: Eitt hátrýst yvir Grønlandi og Grønlandsfjørðinum stendur mestsum í stað. Síðst í vikuni nærkast nýggj brúgvaløg av útsynningi.
Tað tók góðar 40 minuttir at fletta veðrin, og nú var dúgliga gitt um, hvat vektin mundi fara at vísa og har komu nógv og góð boð frá tiltiknum seyðakempum. Fyrst var brúkt fjaðravekt, men av eini ella aðrari [...] hevur verið spurningur, fleiri hava sett sær, og fleiri gitingar eru eisini. Onkur sigur, at ær og lamb er farin hesa brøttu leið niður, bøkk av bøkki, og lambið hevur so yvirlivað, meðan einki verður [...] dottið oman og hevur klárað fallið, sum er einar 60 favnar, og onkrar aðrar frágreiðingar eru helst eisini um henda neyðars veðr, sum gingið hevði einsamallur í Sørvágsbjørgunum; men hvussu so er og ikki, so
Tað er fyrst og fremst góði fiskiskapurin og góðir fiskaprísir, ið leggja lunnar undir stóra vøksturin í lønarútgjaldingum seinastu 12 mánaðirnar. Undir »fiskiskapur« er vøksturin næstan 100 milliónir [...] juli 97 til juli 98. Og ringarnir spreiða seg. Handilsídnaðurin er í fullum farti á veg uppeftir. Her eru stívliga 20 milliónir meira goldnar í lønum seinasta árið. Tað sama er í roynd og veru galdandi innan
Landsstevna Javnaðarfloksins staðfestir, at fyrst og fremst løntakarafjøldin, barnafamiljurnar og pensjónistarnir bóru byrðarnar í tungu kreppuárunum. Men hesi hava enn ikki fingið tann lut í búskapar [...] ov stórt. Umframt eina sosialt rættvísari skattaskipan, skal lands- og kommunukassanna inntøkugrundarlag betrast við øktum virksemi og við at líkningarmyndugleikin fær umstøður at gera sítt arbeiði til [...] teimum tilkemur. Tøka reala lønin er minkað 22% frá 1990 til í dag, pensjónirnar eru ikki dagførdar og útbúgvingarstuðulin er útholaður. Samhaldsfasti skal styrkjast Landsstevnan heldur, at stundin nú er
listafólk eru nógv umbiðin og verða javnan boðin við á framsýningar aðra staðni, serliga í Danmark. Gallaríini hava stóran áhuga at sýna verk eftir føroyingar, fyrst og fremst í Keypmannahavn. - Danir hava [...] tiskir og modernaðir, vit hanga í størri mun í tí sama. Og tað er bæði gott og ringt, sigur Bárður Jákupsson. Nýggj fólk, nýggj list Nýggjari føroysk myndlist gongur í ein mun aðrar leiðir, og ung føroysk [...] innan varðveitandi og skapandi list verða viðgjørdar og tilmæli og niðurstøður gjørdar. Niðurstøðan í álitinum er í stuttum tann, at mentan kostar pengar, at mentan er eitt tilfeingi og at hon eigur at verða