plássum í Føroyum frøða seg um eina tað bestu summarvikuna, vit hava havt hetta summarið. Elduvík var einki undantak í so máta. Tá mjørkin liggur yvir Havnini, merkir hetta samstundis eina góða ætt í Elduvík [...] matpakkar undir hond, og síðan leitaðu sær til ánna í Elduvík. Runt bygdina sótu fólk úr øllum Føroyum og nýttu hvøn annan og góða veðrið, meðan børnini spældu sær í ánni. Blikalogn var allan dagin, og hitin dittaði [...] vakur endabrestur á eini framúr viku, og sólin skein bæði oman og niðan í bygdini við vakra umhvørvinum. Vanliga liggur fólkatalið í Elduvík um tey 20 fólkini, men sunnudagin vaks tað við fleiri 100%. Hetta
stuðul. Wavegen í Skotlandi fær stuðul frá stjórnini í London og hevur eisini fingið granskingarstuðul frá ES. Áhugaverd ætlan Signar Heinesen, sum stóð fyri kanningini av alduorku í Føroyum, vísti á tveir [...] tveir ymsar møguleikar. Tann eini var at stoypa verkið út í havið á Mølini á Eiði, og hin var at gera eitt alduorkuverk í tunlum í berginum nærhendis Søltuvík. Hendan seinna ætlanin hevur ongantíð verið roynd [...] tríggjar milliónir krónur í tað at byrja við, sigur Poul Arne Jacobsen, stýrisformaður. Ætlanin er, at føroyska partafelagið skal samstarva við Wavegen, sum rekur eitt alduorkuverk í Skotlandi. Wavegen hevur
Anders Fogh Rasmussen er í Føroyum sum forsætisráðharri. Fyrstu ferð var í januar 2002, stutt eftir, at hann hevði tikið við sum forsætisráðharri. Í august í fjør var hann aftur í Føroyum ? á ríkisfundi við [...] sinni valdur í danska fólkatingi í 1978 og hevur sitið har síðani. Í stjórnini hjá Poul Schlüter var eitt skifti ráðharri í skattamálum og seinni búskaparráðharri. Í 1998 gjørdist hann formaður í Venstre eftir [...] Brimli. Frá Statsministeriet frætta vit, at Fogh skal vitja í Havn, Viðareiði, Klaksvík, Skúvoy og í Suðuroynni. Millum Sirri í Vági og Kósin í Klaksvík fáa vitjan av forsætisráðharranum og frú. Vertar við
sekstiárunum. Í heftinum, ið fyrireikararnir hava latið gjørt til endamálið stendur eisini at lesa um, at 60 árini vóru nakað serligt ? eisini í Føroyum. Tosar tú um tónleik og dans í Føroyum í sekstiárunum [...] at roynt verður aftur í ár. Tey, ið vóru ung í 60 árunum fáa nú møguleikan at minnast aftur á gamlar dagar við teimum so kendu bólkunum, sum gjørdu seg galdandi tá. Til tiltakið í ár hava fyrireikararnir [...] til at minnast aftur til teir dansiglaðu dagarnar í Sjónleikarhúsinum og aðrastaðni hjá tí eldra ungdóminum, sum væntandi fer at flokkast í hópatal í Ítróttarhøllini á Nabb.
samstarvið fær í framtíðini. Og fundarfólkið er vælkomið at spyrja. Fyrilesturin um norðurlendska samstarvið verður í Norðurlandahúsinum mikukvøldið 9. januar kl.19.30. Norrøna Felagið í Føroyum skipar fyri [...] fyri. Stevna í Finnlandi Í summar verður norðurlendsk stevna í finska býnum Jakobstad, sum hevur 350 ára jubileum í ár. Stevnan verður frá 9. til 11. august, sum er vikuskifti. Tey, sum skipa fyri, vilja [...] Í Norðurlondum hevur í nógv hundrað ár verið samstarv millum londini, um ikki so skipað og umfatandi sum nú. Tá Niels á Velbastað mikukvøldið 9.januar heldur fyrilestur í Norðurlandahúsinum um norðurlendskt
hjá brekaðum í Føroyum verða viðgjørd í áliti, sum Javni hevur latið gera. Tað er ein arbeiðsbólkur, sum hevur gjørt álitið, sum kom út í gjár. Arbeiðsbólkurin varð settur á heysti 1998. Í hesum sambandi [...] oðum til brekað fólk í Føroyum. Og ikki minst at finna út av, hvat gjørt kann verða við tann tørv, sum heilt avgjørt er til staðar. Og at tørvurin er stórur, kemur týðiliga fram í álitinum. Víst verður [...] sambandi var lítil samkoma í hølunum hjá Javna, har álitið varð lagt fram. Jóna Dahl, formaður í Javna, segði, tá hon beyð vælkomin til hesa samkomuna, at endamálið hjá arbeiðsbólkinum hevur verið at finna fram
tingmaður fyri Javnaðarflokkin, nú hava at vita frá Bjarna Kárason Petersen, landsstýrismanni í lógarmálum og í innlendismálum. – Sum heild eru viðurskiftini á føroyska arbeiðsmarknaðinum, góð, men eftir [...] tað stóra arbeiðið, útlendingar í Føroyum gera, men vit mugu hava vissu fyri, at tað er eftir teimum lønarsáttmálum og setanartreytum, sum eru galdandi í Føroyum. Ein annar trupulleiki er, at tá ið [...] árið, sum avtalað varð, tá ið nýggja skipanin um at fáa útlendska arbeiðsmegi hendavegin, varð sett í verk. Hann vil eisini hava at vita um landsstýrismaðurin hevur nakra ítøkiliga ætlan um at herða
heldur móðurmálið í dag – og tá hevði tjóðskaparligi samleikin ikki verið eins eyðsýndur, og hann er. Vensil Hammershaimb var sonur seinasta løgmann í Føroyum, áðrenn løgtingið var tikið av í 1816, Jørgen-Frantz [...] norrøn mál. Hann verður nevndur faðir at føroyska skriftmálinum. Í 1841 ferðaðist hann í Føroyum og fór tá at skriva upp fólkaminni. Í 1855 fór Vensil Hammershaimb heim til Føroya at vera prestur. Hann [...] altjóða móðurmálsdagur er 21. februar, so verður føroyskur móðurmálsdagur hildin 25. mars, sum er føðingardagur V. U. Hammershaimbs. Hann varð føddur á Steig í Sandavági hendan dagin í 1819 – og tí verður hildið
felag Føroya sum arbeiða hjá Atlantic Airways við støð í Føroyum. Verkbannið er sostatt bert galdandi fyri støð í Føroyum, og ikki fyri støðina í Billund og Keypmannahavn. Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur [...] sum hava lýst verkfall, men arbeiðsgevararnir, sum hava lýst verkbann. Semingsmaðurin legði hósdagin í farnu viku enn eitt semingsuppskot fyri Føroya Arbeiðsgevarafelag og Flogskiparafelag Føroya. Føroya [...] sera óheppin støða, sum bæði flogskipararnir, Atlantic Airways og føroyska samfelagið verður kastað út í. Vit skilja ikki heilt, hví Flogskiparafelag Føroya hevur valt at forkasta bæði semingsuppskotini, sum
har fáa í boði at halda fram í sínum arbeiði á sama stað undir tí nýggja arbeiðsgevaranum. Avtalan fer at gera Pelagos til leiðandi eigara og operatør av frystivirkjum fyri uppsjóvarfisk í Føroyum við einum [...] einum slíkum virki í Fuglafirði og einum í Kollafirði. Partarnir eru samdir um at ikki gera fleiri viðmerkingar í løtuni til yvirtøku avtaluna. PP Faroe Pelagic kom inn í føroysku uppsjóvarvinnuna á landi [...] Niðurlond, hevur í fiskivinnufyritøkunum Næraberg, JFK og Kósin. Báðir partar eru samdir um, at yvirtøkan skal ikki viðføra avbrot í virkseminum á PP Faroe Pelagic, og at øll verandi arbeiðsfólk í starvi har