VITJAN
Í dag ? mikudagin ? kemur danski forsætisráðharrin, Anders Fogh Rasmussen á vitjan. Talan er um eina almenna vitjan. Umframt eitt longri fylgju av embætismonnum kemur eisini kona hansara, Anne-Mette Rasmussen við.
Hóast við dúgliga hava tráspurt Løgmansskrivstovuna, so vilja tey ikki koma við nakrari endaligari skrá. Hetta skyldast millum annað, at ein túrur við Brimli var á skránni. Løgmaður og forsætisráðharrin skuldu fundast og halda tíðindafund umborð á Brimli, men har eru flestum kunnugt eingir maskinmenn. Seinast vit frætta var ikki líkt til, at forsætisráðharrin sleppur til Suðuroynna við Brimli.
Frá Statsministeriet frætta vit, at Fogh skal vitja í Havn, Viðareiði, Klaksvík, Skúvoy og í Suðuroynni. Millum Sirri í Vági og Kósin í Klaksvík fáa vitjan av forsætisráðharranum og frú.
Vertar við vitjanina eru Anfinn Kallsberg, løgmaður, og hjúnafelagi løgmans, Berghild Kallsberg. Tey bæði fara at reika runt kring landið við forsætishjúnunum.
Um Anders Fogh Rasmussen er annars at siga, at hann er fimmti ára gamal. Síðani seinasta fólkatingsval á heysti 2001 hevur hann verið danskur forsætisráðharri. Hann er útbúgvin cand.oceon á Århus Universitet. Hann var á fyrsta sinni valdur í danska fólkatingi í 1978 og hevur sitið har síðani. Í stjórnini hjá Poul Schlüter var eitt skifti ráðharri í skattamálum og seinni búskaparráðharri. Í 1998 gjørdist hann formaður í Venstre eftir Uffe Elleman Jensen. Danski forsætisráðharrin hevur eisini skrivað fleiri bøkur.
Hetta er triðju ferð, at Anders Fogh Rasmussen er í Føroyum sum forsætisráðharri. Fyrstu ferð var í januar 2002, stutt eftir, at hann hevði tikið við sum forsætisráðharri. Í august í fjør var hann aftur í Føroyum ? á ríkisfundi við Anfinn Kallsberg og Jonathan Motzfeldt.