? Vit hava fingið heimild frá nevndini at stovna felagið, og vit hava sett tríggjar milliónir krónur í tað at byrja við, sigur Poul Arne Jacobsen, stýrisformaður.
Ætlanin er, at føroyska partafelagið skal samstarva við Wavegen, sum rekur eitt alduorkuverk í Skotlandi. Wavegen hevur sýnt áhuga fyri ætlanini og er sinnað at arbeiða saman við føroyska felagnum.
SEV hevur tikið stig til eina kanning av møguleikunum at gera alduorkuverk í Føroyum. Nú verður bygt víðari á hesa kanningina, sum Signar Heinesen, sum var prosjektleiðari.
Tað verður tó neyðugt við meira enn trimum milliónum krónum, um alduorkuverkið skal gerast veruleiki. Ætlanin er tí at fáa fleiri íleggjarar og møguliga almennan stuðul. Wavegen í Skotlandi fær stuðul frá stjórnini í London og hevur eisini fingið granskingarstuðul frá ES.
Áhugaverd ætlan
Signar Heinesen, sum stóð fyri kanningini av alduorku í Føroyum, vísti á tveir ymsar møguleikar. Tann eini var at stoypa verkið út í havið á Mølini á Eiði, og hin var at gera eitt alduorkuverk í tunlum í berginum nærhendis Søltuvík.
Hendan seinna ætlanin hevur ongantíð verið roynd nakrastaðni, og tí er hon serliga áhugaverd. Hetta kann vekja áhugan aðrastaðni og møguliga knýta fleiri partar av verkætlanini.
? Tað er stór óvissa knýtt at eini slíkari ætlan, og tað er orsøkin til, at vit ikki hava sett meira pening í verkætlanina enn, sigur Poul Arne Jacobsen.
? Vit skulu gera fleiri tekniskar kanningar, sum fara at vísa, um tað er skilagott at gera eitt slíkt alduorkuverk. Síðani verður arbeitt víðari, sigur Poul Arne Jacobsen.
Mett verður, at eitt alduorkuverk sum tað í Søltuvík kostar 17 milliónir krónur at gera.