Pelagos yvirtekur PP Faroe Pelagic í Kollafirði

Eigararnir í PP Faroe Pelagic, Kollafjørður, hava undirskrivað eitt ætlanarskjal saman við Pelagos, Fuglafjørður, um yvirtøku av partabrøvunum í PP Faroe Pelagic.

Treytað av at báðir partar uppfylla ásettar treytir í ætlanarskjalinum, hava PP Faroe Pelagic og Pelagos avtalað í høvuðsheitum at yvirtøkan av eigaraskapinum skal til fulnar vera farin fram tann 1. desember 2023. 

 

Avtalan fer ikki at ávirka tann óbeinleiðis eigaraskap, sum Parlevliet & van der Plas, Niðurlond, hevur í fiskivinnufyritøkunum Næraberg, JFK og Kósin.

 

Báðir partar eru samdir um, at yvirtøkan skal ikki viðføra avbrot í virkseminum á PP Faroe Pelagic, og at øll verandi arbeiðsfólk í starvi har fáa í boði at halda fram í sínum arbeiði á sama stað undir tí nýggja arbeiðsgevaranum. 

 

Avtalan fer at gera Pelagos til leiðandi eigara og operatør av frystivirkjum fyri uppsjóvarfisk í Føroyum við einum slíkum virki í Fuglafirði og einum í Kollafirði.

 

Partarnir eru samdir um at ikki gera fleiri viðmerkingar í løtuni til yvirtøku avtaluna.

 

PP Faroe Pelagic kom inn í føroysku uppsjóvarvinnuna á landi, tá fyritøkan í 2009 keypti uppsjóvarvirkið í Kollafirði, sum mest var kent undir navninum Kollafjord Pelagic, eitt virki, ið hevði trupulleikar. Við drúgvum royndum í at byggja og reka líknandi uppsjóvarvirkir í øðrum londum, eydnaðist PP Faroe Pelagic at gera nyttu av sínari marknaðar-leiðandi serfrøði. Fyritøkan prógvaði, at tað er fult gjørligt í Føroyum, bæði tøkniliga og búskaparliga, at reka vinnuliga virking av uppsjóvarfiski til matna á landi, og var harvið við til at slóða fyri, at hini bæði líknandi virkini sum seinni vórðu bygd eisini komu. 

 

Uppsjóvarvirkið Pelagos fór undir virksemi sítt í 2014. Eigararnir har eru Havsbrún, Framherji, Palli hjá Mariannu, og á Enni. 

 

PP Faroe Pelagic er óbeinleiðis dóttirfelag hjá Parlevliet & van der Plas, Niðurlond.