Enn eitt lop aftur í 60 árini

19. og 20. apríl fara dansiglaðir eldir ungdómar aftuir í 60 árini. Hetta er fimtanda árið á rað, at hondbóltsfelagið Neistin fagnar teimum góðu sekstiárunum

Dansur

Fríggjakvøldið 19. apríl og Leygarkvøldið 20. apríl verður dansur í Íróttar- og samkomuhøllini á Nabb. Tá afturvendandi tiltakið aftur í 60 árini á skránni. Hetta er fimtandu ferð, at skipað verður fyri tiltakið. Tað er hondbóltsfelagið Neistin, ið hevur skipað fyri tiltakið, og tað hevur verið so mikið væl umtókt, at roynt verður aftur í ár.
Tey, ið vóru ung í 60 árunum fáa nú møguleikan at minnast aftur á gamlar dagar við teimum so kendu bólkunum, sum gjørdu seg galdandi tá.
Til tiltakið í ár hava fyrireikararnir fingið hendur á Thunderbirds úr Vestmanna, Robert & Enjoyers og Twilight.
Hetta er nýggjundi ferð, at Thunderbirds luttaka á aftur í 60 árini, og tað er eingin annar bólkur, sum hevur megnað at luttikið eins ofta.
Sum vant verður tiltakið bæði fríggjakvøld og leygarkvøld. Bólkarnir fara at skiftast um at spæla bæði kvøldini,.

Nakað serligt
Tað er eisini rættiliga nógv, ið eftirtíðin hevur fingið vita frá teimum so góðu sekstiárunum. Í heftinum, ið fyrireikararnir hava latið gjørt til endamálið stendur eisini at lesa um, at 60 árini vóru nakað serligt ? eisini í Føroyum.
Tosar tú um tónleik og dans í Føroyum í sekstiárunum, sum sleppur tú heldur ikki undan at nevna støð sum Sjónleikarhúsið, har mangar søgur eiga heimstað.
Burtur úr heftinum kanst tú eisin at lesa, at ungu genturnar í sekstiárunum ikki plagdu at smakka sær á. Tað var bara onkur hendinga genta, ið vágaði sær hetta verk.
Tað verður eisini nokk at tíð og møguleikan til at minnast aftur til teir dansiglaðu dagarnar í Sjónleikarhúsinum og aðrastaðni hjá tí eldra ungdóminum, sum væntandi fer at flokkast í hópatal í Ítróttarhøllini á Nabb.