Samstarv í øldir

NORRØNT SAMSTARV
Tíðindaskriv

Í Norðurlondum hevur í nógv hundrað ár verið samstarv millum londini, um ikki so skipað og umfatandi sum nú. Tá Niels á Velbastað mikukvøldið 9.januar heldur fyrilestur í Norðurlandahúsinum um norðurlendskt samstarv, byrjar hann í 1529. Men høvuðsdenturin verður lagdur á seinastu 50 árini. Nevnast kunnu Helsinkisáttmálin, Norðurlandaráðið og norðurlendska ráðharraráðið.

Niels á Velbastað er fulltrúi í Norðurlandarmálum á Løgmansskrivstovuni.

Hann fer í fyrilestrinum millum annað at vísa á, at norðurlendska samstarvið hevur altíð lagað seg eftir politiska veruleikanum, so sum limaskapinum hjá nøkrum Norðurlondum í ES.

Føroyski luturin í samstarvinum verður eisini nevndur. Tað er ikki altíð nøkur sjálvfylgja í huganum hjá millum annað embætismonnum í teimum »stóru« Norðurlondunum, at Føroyar, Grønland og Áland hava sjálvsøgd rættindi í norðurlendska samstarvinum, so sum at fáa flaggið hjá sær við millum hini.

Niels á Velbastað fer eisini at nevna tær avbjóðingar, sum norðurlendska samstarvið fær í framtíðini. Og fundarfólkið er vælkomið at spyrja.

Fyrilesturin um norðurlendska samstarvið verður í Norðurlandahúsinum mikukvøldið 9. januar kl.19.30. Norrøna Felagið í Føroyum skipar fyri.

Stevna í Finnlandi
Í summar verður norðurlendsk stevna í finska býnum Jakobstad, sum hevur 350 ára jubileum í ár. Stevnan verður frá 9. til 11. august, sum er vikuskifti. Tey, sum skipa fyri, vilja fegin síggja limir í norrønum feløgum, umboð fyri kommunur og onnur, sum hava áhuga fyri vinarbýarsamstarvi. Evnið á stevnuni er vinarbýasamstarv, sæst í skránni fyri teir tríggjar dagarnar.

Luttøkan kostar 200-220 evrur, tað veldst um, hvørjum hotelli, fólk búgva á. Skrá og tilmeldingarblað fáast frá Norrøna Felagnum í Føroyum.

Umsóknarfreistin er til 1.juli. Tað ber eisini til at fara inn á heimasíðuna hjá finska norrøna felagnum: "pn@pojola-norden.fi"