Vil hava trygd fyri at útlendingar ikki verða illa viðfarnir í Føroyum

Sum heild eru viðurskiftini góð, men eftir øllum at døma eru undantøk sigur løgtingsmaður

Hvussu ætler ætlaninat tryggja, at útlendingar, sum koma til Føroyar at arbeiða verða ordiliga viðfarnir. Tað vil Uni Holm Johannesen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, nú hava at vita frá Bjarna Kárason Petersen, landsstýrismanni í lógarmálum og í innlendismálum.

 

– Sum heild eru viðurskiftini á føroyska arbeiðsmarknaðinum, góð, men eftir øllum at døma eru undantøk, tí fjølmiðlar hava borið søgur um útlendingar í matstovuvinnuni, ið eru illa viðfarnir, sigur løgtingsmaðurin.

 

Tí vil hann hava at vita, hvussu landsstýrismaðurin ætlar at tryggja, at eftirlitið við arbeiðsgevarum, sum hava útlendska arbeiðsmegi í starvi, verður framt fýra ferðir um árið, sum avtalað varð, tá ið nýggja skipanin um at fáa útlendska arbeiðsmegi hendavegin, varð sett í verk.  Hann vil eisini hava at vita um landsstýrismaðurin hevur nakra ítøkiliga ætlan um at herða eftirlitið við arbeiðsgevarum, sum hava útlendingar í arbeiði.

 

Somuleiðis skal landsstýrismaðurin greiða frá, hvussu ætlanin er at kunna útlendingar, sum koma hendavegin, um lønarviðurskifti og setanartreytirnar, fakfelagsrættindi, og annað. Løgtingsmaðurin spyr eisini um ætlanin at hava regluligt eftirlit við bústaðarviðurskiftunum hjá útlendskari arbeiðsmegi, so tað verður tryggjað, at útlendingar, sum koma til Føroya at arbeiða, hava virðilig livikor.

 

Uni Holm Johannesen heldur, at vit skulu virðismeta tað stóra arbeiðið, útlendingar í Føroyum gera, men vit mugu hava vissu fyri, at tað er eftir teimum lønarsáttmálum og setanartreytum, sum eru galdandi í Føroyum.

 

Ein annar trupulleiki er, at tá ið arbeiðið hjá einum arbeiðsgevara gongur undan, eru tað føroyingar, sum fyrst verða sendir til hús, tí arbeiðsgevarin hevur sáttmála við útlendingarnar um at tryggja teimum fulla arbeiðsviku. Og løgtingsmaðurin vil eisini hava at vita, hvat landsstýrismaðurin ætlar at gera við tað.

 

Landsstýrismaðurin skal svara spurningunum fyrst í næsta mánað.