vera avloystur av gleðini um tað, sum longu er komið til høldar, og venjararnir báðir tykjast eisini gera sítt, til tess at røkja hesa gleðina. Sostatt er venjingin týskvøldið framvegis einasta veruliga venjing [...] kostur hjá venjarunum báðum, sum tóku lut í spælinum. Mest sum allar tóktust leikararnir hava sett sær fyri, at teir báðir í øllum førum skuldu niður við nakkanum, og meira enn ta einu ferðina máttu teir [...] so kann eisini leggjast afturat, at tað helst ikki bara vóru føroyingarnir á staðnum, sum hugnaðu sær hesa løtuna. Ísraelsku trygdarvørarnir, sum altíð tykjast standa til reiðar, hugdu eisini at venjingini
ígjøgnum eina tíð verið í Kyndils-hópinum, og nú er líkt til, at hetta fer at hava broytingar við sær. Broytingin, sum liggur í kortunum tykist fyrst og fremst vera tann, at venjarin, Jan Djurhuus ikki [...] stóra ónøgd við leiðsluna hjá venjaranum, og kanska er tað eisini so, at leikararnir við hesum vilja gera eina roynd at venda gongdini seinastu vikurnar. Týsmorgunin var tó vónleyst at fáa nakra almenna [...] dysturin man meira enn nakar annar minna tey í felagnum á nakrar óneyðugar stigamissir, sum hava havt við sær, at kappingin í ár er vorðin munandi meira spennandi, enn tey í Kyndli munnu brýggja seg um.
tað fegnaðist landsstýrismaður, Bjarni Djurholm, um. ? Tað sær rættiliga spennandi út. Lægsta tilboðið er væl lægri enn metingar, so tað sær skilagott út. Nú skulu endaligu samráðingarnar fáast í hús, [...] merktist á fólki á tíðindafundinum, at talan nærmast er um ein avgreiðsluspurning, at NCC eisini skal gera undirsjóvartunnilin undir Leirvíksfjørð. MT Højgaard saman við Kruse&Smith átti næst lægsta tilboðið
fyri at halda sær av aftasta plássinum. Vónin her er uttan iva, at tað skal bera til at taka stig frá Kyndli, tá tær vitja annan mikudag. Ein dystur sum í fyrstu atløgu tykist skula gera av, hvat av teimum [...] Hondbóltur Enn hevur StÍF ikki sýnt nøkur tekin um, at liðið ætlar sær eina lægri endastøðu enn í fjør, tá tær vunnu bronsu. Sunnudagin hildu tær fast í frástøðuni til hinar heiðursmerkjabiðlarnar, tá
og síðani sum motormaður. Eftir at hava siglt í nøkur ár keypti hann sær ein deksbát, sum hann hevði í eina tíð, til hann fekk sær handil í kjallaranum. Tað var skjótt at kjallarin bleiv ov trongur, og [...] kjallarinum. Hann er sera fittur í hondum, og hevur smíða nógvar ymiskar lutir. Hann fæst mest við at gera reiðskap, sum varð brúktur í gomlum døgum. Theodor er ein trúgvandi maður. Hann hevdi sunnudagsskúlan
alla tíðina okkurt at gera. Birna Jacobsen dámdi sangskeiðið sum heild sera væl. Konsertin í Fríðrikskirkjuni gekk avbera væl, bæði hjá henni og øllum kórinum. Spurd, um hon ætlar sær aftur næstu ferð, ivast [...] vit fóru skjótt ígjøgnum teir. Jon Lotterud, norski kórleiðarin, dugdi eisini sera væl at læra frá sær. ? Samstundis, sum eg fekk nógv við tónleikaliga, so var skeiðið eisini gott andaliga. Við upp á alt
kommunur vilja keypa tað, sum hesi fólkini gera. Seldu 50 av 90 Á framsýningini í Ribarhúsi í Fuglafirði í august høvdu brúkarar á Stíggi einar 90 myndir við sær. Av hesum vórðu einar 50 myndir seldar. Í [...] lagi eru tað tey avvarðandi sum keypa, men onnur hava so sanniliga eisini ligið fram við og ognað sær nakrar myndir. Á Stíggi siga tey, at serliga Nes kommuna og Runavíkar kommuna keyptu fleiri málningar
óvitandi litaviskum kvinnum, skuldi til, áðrenn málið varð tikið upp á politiskum stigi, er í sjálvum sær ein sorgarleikur. Serliga fyri tær báðar kvinnurnar, men so sanniliga eisini fyri VB, føroyskan hondbólt [...] sagt ov bílig umbering í so máta. Hetta líkist mest av øllum eina roynd at skumpa trupulleikan frá sær, til hann verður so eyðsýndur, at hann skal loysast. Og so er lætt eftirfylgjandi at staðfesta, at [...] danskt málsøki. Hvørji atlit skulu takast í slíkum lógarverki, er upp til polistisku viðgerðina at gera av. Men í hesum arbeiði er neyðugt at staðfesta, hvørji samfelagslig atlit skulu takast, og ikki minst
. Tað einasta rætta at gera er at lata fólkið koma framat jørðini. Ein partur av tí almennu jørðini í høvuðsstaðarøkinum átti at verið seld í smáar lutir til tey, ið ynskja sær tilknýti til frítíðarjarðarbrúk [...] um tað er nóg mikið av jørð í høvuðsstaðarøkinum, almenn jørð. Sjálvandi er tað ein gleði í sjálvum sær at koma út um Havnina við hvørt, men nógv høvdu fegin vilja havt møguleikan at íðkað sítt ítriv tættari
soleiðis at hetta kann setast í mun til rentustustuðulin, sum verður veittur til tey, sum hava bygt sær ein sethús. Fyri at leggja upp fyri byggikostnaðinum, er tað kanska rætt at hyggja uppá MVG´ið soleiðis [...] byggiprísurin og leigukostnaðurin kunnu haldast á einum støði, sum ger tað møguligt hjá einstaka at festa sær búgv. Íbúðarblokkar Vit mugu tora at fara undir nakað munagott, og er tað mín meining, at tað skulu [...] blokkar við t.d. 50 íbúðum í hvørjum, og so er tað upp til t.d. byggifeløg og/ella sjálvsognarstovnar at gera av, hvussu hetta byggjaríið verður skipað. Tá hugt verður at byggjaríum uttanlanda, er tað góður møguleiki