Stíggjur
Málningalistin hjá brúkarunum á Stíggi hevur fingið eitt rættiligt skump seinastu tíðina, og tað er ikki sørt, at einstaklingar og kommunur vilja keypa tað, sum hesi fólkini gera.
Seldu 50 av 90
Á framsýningini í Ribarhúsi í Fuglafirði í august høvdu brúkarar á Stíggi einar 90 myndir við sær. Av hesum vórðu einar 50 myndir seldar.
Í fyrsta lagi eru tað tey avvarðandi sum keypa, men onnur hava so sanniliga eisini ligið fram við og ognað sær nakrar myndir.
Á Stíggi siga tey, at serliga Nes kommuna og Runavíkar kommuna keyptu fleiri málningar á hesi framsýningini.
Málningarnir, sum eru í dýrara endanum, kosta uppí einar 600 krónur, meðan teir í bíligara endanum kosta millum 100 og 200 krónur.
Framsýning
Á Stíggi hongur ein rættilig framsýning uppi við málningum, sum brúkarar hava gjørt. Yvir hvørjari "samling", er navnið á tí, ið teknað ella málað hevur.
Kendasti listamaðurin, sum eigur málningar, ið hanga á Stíggi, man vera Magni Mikkelsen, sum gjørdist ársins myndlistamaður, tá ið Javni skipaði fyri hesi kapping.
Á Stíggi hanga nógvar vakrar myndir. Summar abstraktar og aðrar, sum ímynda landsløg, bygdaløg, skip, bátar og virkir.
Plettskot
Tá ið Sosialurin í síðstu viku vitjaði á Stíggi, varð spurt, um vit kundu siga, hvaðani myndin, sum vit prenta á hesi síðuni, er.
- Skal eg svara beinanvegin, sigi eg, at hetta er Føroya Banki í Saltangará!
Jú, hetta var eitt plettskot!
Fegin var hon, ið málað hevði, at eg kundi siga, hvør myndin var.
Í hesum førinum var tað brúkarin, Ann-Mari í Puntabyrgi, sum hevði málað.
Á Verkhúsinum Stíggi í Saltangará eru 19 brúkarar, og starvsfólkini eru 6 í tali, harav tvey arbeiða hálva tíð.
Opið er hvønn yrkadag frá kl. 8.30-15.30.










