Latið fólki trivnaðarjørð

   

Tað átti ikki at verið so trupult hjá íbúgvum í høvuðsstaðarøkinum at fingið møguleikan at keypt jørð, tá tað er nóg mikið av almennari jørð í høvuðstaðarøkinum.
Í høvuðsstaðarøkinum eru fitt av fólki, ið eru áhugað at fáast við jarðarbrúk í teirra frítíð, tað verður seg at hava seyð, gæs ella annað tílíkt at putlast við í frítíðini.
Trupulleikin hjá íbúgvum í høvuðsstaðarøkinum er tó tann, at fyri nógv skulu tey út um garðarnar fyri at fáa íðkað sítt frítíðarítriv. Hetta sjálvt um tað er nóg mikið av jørð í høvuðsstaðarøkinum, almenn jørð. Sjálvandi er tað ein gleði í sjálvum sær at koma út um Havnina við hvørt, men nógv høvdu fegin vilja havt møguleikan at íðkað sítt ítriv tættari høvuðsstaðnum, og tað sæst aftur á tí langa bíðilistanum hjá Tórshavnar Kommunu fyri at fáa eina leigutrøð ella eitt urtagarðsstykki.
Tað einasta rætta at gera er at lata fólkið koma framat jørðini. Ein partur av tí almennu jørðini í høvuðsstaðarøkinum átti at verið seld í smáar lutir til tey, ið ynskja sær tilknýti til frítíðarjarðarbrúk. Ein partur av uttangarðsjørðini kundi verið seld og skipað sum felagshagi við kravinum, at eingin kundi keypa meira enn eina ella tvær gyllin. Innangarðsjørðin kundi eisini verið seld í minni lutum.
Um tað seinni vísir seg, at tað er tørvur á jørðini til almenn endamál, eitt nú bústaðarútstykking ella almenna bygging, kann ásetast í skeytinum, at tað almenna hevur rætt at keypa jørðina aftur fyri sama prís plus eina prístalsregulering.
Eitt er vist, at tað átti ikki at verið neyðugt, at tað almenna í ár 2004 skal eiga og reka búnaðarjørð umkring allan høvuðsstaðin. Tey, ið ynskja at reka jørð sum eitt ítriv, eiga at fáa møguleikan at koma framat, latið fólkið keypa jørðina.