Tað var stórur spenningur undan tíðindafundinum hjá P/F Norðoyatunlinum seinnapartin hósdagin á Hotel Hafnia. Tilboðini um tunnilsarbeiðið undir Leirvíksfjørð skuldu kunngerast.
Trý tilboð vóru komin inn í alt, og lægsta tilboðið var áljóðandi 248 mio krónur. Hetta tilboð átti Føroya Konsortinum bólkurin við NCC, Byggitek og J&K Petersen. Sama felag gjørdi Vágatunnilin, og hóast eingin endalig avgerð fyriliggur, so merktist á fólki á tíðindafundinum, at talan nærmast er um ein avgreiðsluspurning, at NCC eisini skal gera undirsjóvartunnilin undir Leirvíksfjørð.
MT Højgaard saman við Kruse&Smith átti næst lægsta tilboðið á 267 mio. krónur. Phil Group hevði hægsta tilboð á 339 mio. krónur, so munurin millum hægsta og lægsta tilboð var góðar 90 millíonir.
Lægri enn væntað
Samlaða ætlanin er mett at kosta 335 mio krónur. Landskassin fíggjar 225 mio, meðan tær írestandi 110 mio. verða fíggjaðar við láni. Vegagerð, El- arbeiðið og sjálv boringin er umfatað í samlaða kostnaðinum. Borðingin varð mett at kosta góðar 270 mio. krónur. Tvey tilboð lógu undir metingini, og tað fegnaðist landsstýrismaður, Bjarni Djurholm, um.
? Tað sær rættiliga spennandi út. Lægsta tilboðið er væl lægri enn metingar, so tað sær skilagott út. Nú skulu endaligu samráðingarnar fáast í hús, og líkt er til at farast kann undir arbeiðið um ársskiftið, so tíðarætlanin heldur, segði ein fegin Bjarni Djurholm
Skeivt stað
Norðlýsið róð í gjár framundir, at tað var rættiliga løgið, at tíðindafundurin um tilboðini til tunnilsarbeiðið skuldu kunngerast í Havn. Norðoyatunnilin er ein stór hending fyri norðoyingar og eysturoyingar, og tí átti at verið upplagt, at tíðindafundurin varð hildin í Klaksvík ella Leirvík.
Klaksvíkingar kunnu eftir øllum at døma ugga seg við, at næsti tíðindafundur, tá endaligur sáttmáli verður undirskrivaður, verður sambært formanninum í P/F Norðoyatunlinum Bergur í Garði, norðanfyri, sum hann málbar seg.