Sum 14 ára gamal fór Theodor til skips. Tey fyrstu árini sigldi hann sum dekkari og síðani sum motormaður. Eftir at hava siglt í nøkur ár keypti hann sær ein deksbát, sum hann hevði í eina tíð, til hann fekk sær handil í kjallaranum. Tað var skjótt at kjallarin bleiv ov trongur, og í 1968 bygdi hann so ein nýggjan handil, sum hann hevði, til elsti sonurin tók yvir.
Theodor hevur eisini fingist við at stoypa, og hevur hann stoypt nógv hús í Sørvági.
Tað sum Theodor serliga er kendur fyri er útróðurin. Fyri nøkurm árum síðani kom hann í føroysku metbókina, sum elsti útróðrarmaður í Føroyum. Hann hevur róð út í nógv ár, og sum 70 ára gamal keypti hann eitt nýtt seksmannafar, sjálvt um nógv hildu, at tað var hann ov gamal til. Báturin er nú 25 ára gamal og enn er Theodor einsamallur á floti nærum hvønn dag, tá ið veður er. Hann hevur havt nógvar góðar avreiðingar til fiskamarknaðin í ár. Nú ið tað gjørdist krav, at allir útróðrarmenn skulu hava ís við til útróðrar, hevur tað ikki fingið hann at setast aftur. Tvørtur ímóti. Hann keypti ístaðin tveir isoleraðar fiskakassar, soleidis at hann kann ísa fiskin umborð so skjótt, sum hann er kruvdur.
Um vetrarnar, meðan báturin stendur uppi á landi, putlast hann í kjallarinum. Hann er sera fittur í hondum, og hevur smíða nógvar ymiskar lutir. Hann fæst mest við at gera reiðskap, sum varð brúktur í gomlum døgum.
Theodor er ein trúgvandi maður. Hann hevdi sunnudagsskúlan í nógv ár, har ið hann kom at kenna nógv børn. Eisini hevur hann verið fastur gestur í missiónshúsinum, sum hann eisini var við til at byggja.
Theodor giftist við Nenceu og tey fingu 10 børn, 5 gentir og 5 dreingir sum øll búgva i Vágum.