Tó bendi kjakið á, at nú skal tað politiska telvaríið ígongd, nú tað stundar til val, og er tað ikki eiti á hvat nú skal gerast, men eg eri stórliga bangin fyri, at vit enn einaferð eru vitni til tað bera valflesk.
Eisini til seinasta býráðsval var tað ikki eiti á, hvat skuldi gerast, men má tað staðfestast at ONKI er hent ? bert orð og ongar íbúðir.
Hvat skal til
Tað er neyðugt at nýtt fólk kemur til, sum kann leggja ein miðvísan bústaðurpolitikk tilrættis, og at tað út frá hesum, verður løgd ein ætlan, sum ger bústaðarmarknaðin meira nøktandi.
Vit kunnu síðani kjakast um hvønn leiklut tað almenna skal hava, og er tað mín mening, at tað skal veitast stuðul til leiguna, soleiðis at hetta kann setast í mun til rentustustuðulin, sum verður veittur til tey, sum hava bygt sær ein sethús.
Fyri at leggja upp fyri byggikostnaðinum, er tað kanska rætt at hyggja uppá MVG´ið soleiðis at byggingin kann gerast bíligari, men er tað sjálvandi neyðugt at seta greiðar reglar fyri, hvussu hetta skal gerast, soleiðis at byggiprísurin og leigukostnaðurin kunnu haldast á einum støði, sum ger tað møguligt hjá einstaka at festa sær búgv.
Íbúðarblokkar
Vit mugu tora at fara undir nakað munagott, og er tað mín meining, at tað skulu byggjast blokkar við t.d. 50 íbúðum í hvørjum, og so er tað upp til t.d. byggifeløg og/ella sjálvsognarstovnar at gera av, hvussu hetta byggjaríið verður skipað.
Tá hugt verður at byggjaríum uttanlanda, er tað góður møguleiki fyri at fáa snøgt byggjarí burtúr blokkbygging.
Trýstið á bústaðartrupulleikan er nú so stórt, at nú SKAL okkurt munagott gerast, og tí skal nýhugsan og nýggjar kreftir framat.