Conference League: Bosniskur dómari til Víkingur-Linfield

Dysturin á Tórsvølli byrjar í annaðkvøld klokkan 19

Í annaðkvøld klokkan 19 á Tórsvølli spælir Víkingur fyrra dystin í triðja undanumfarinum í Conference League. Dysturin verður ímóti Linfield FC, ið á fimm sinnum hevur sligið føroysk lið úr evropeiskum kappingum.

 

Tað verður ein bosniskur dómari, ið fer at leiða uppgerðina millum Víking og Linfield.

 

Talan er um 36 ára gamla, Luka Bilbija. Luka Bilbija gjørdist altjóða dómari í 2021, og hann hevur dømt dystir í bestu bosnisku fótbóltsdeildini síðani 2018. Sostatt er talan um ein hampuliga royndan dómara.

 

VÍKINGUR (FRO) - LINFIELD FC (NIR)

 

Dómari: Luka Bilbija BIH

 

Hjálpardómari 1: Amer Macić BIH

 

Hjálpardómari  2: Damir Lazić BIH

 

Fjórði dómari: Dragan Petrović BIH

 

VAR dómari: Antoni Bandić BIH

 

VAR hjálpardómari: Dragan Kesić BIH

 

UEFA dómaraeygleiðari: László Vágner HUN

 

UEFA umboð: Jean-Pierre Cassagnes FRA