Rumbul í Kyndli

Hóast flaggskipið í løtuni er á odda í bestu mansdeildini, so tykist ónøgdin um venjarin vera somikið stór, at hesin væl kann vera sendur avstað, áðrenn komandi dystin

Hondbóltur

Nú tað bert resta fýra umfør í hondbóltslandskappingini hjá monnunum, er Kyndil tað liðið, sum liggur best fyri. Grøna havnarliðið er í løtuni tvey stig undan næstu kappingarneytunum, og tó at nógvir spennandi dystir eru eftir á skránni, so er Kyndil uttan iva liðið, sum hevur bestu kortini á hondini undan hesum. Ikki minst, tí liðið bara tvær ferðir skal spæla móti nøkrum av hinum oddaliðunum, meðan Neistin og VÍF hava tríggjar dystir av hesum slagnum.

Eingin viðmerking
Men tað eru skeinir undir glæstriligu tromini. Tí hóast oddastøðuna, so hevur innanhýsis stríð ígjøgnum eina tíð verið í Kyndils-hópinum, og nú er líkt til, at hetta fer at hava broytingar við sær.
Broytingin, sum liggur í kortunum tykist fyrst og fremst vera tann, at venjarin, Jan Djurhuus ikki kemur at standa á odda fyri liðnum teir seinastu fýra dystirnar.
Sum skilst, so hava fleiri av leikarunum á liðnum sýnt stóra ónøgd við leiðsluna hjá venjaranum, og kanska er tað eisini so, at leikararnir við hesum vilja gera eina roynd at venda gongdini seinastu vikurnar.
Týsmorgunin var tó vónleyst at fáa nakra almenna viðmerking frá leiðsluni í Kyndli um málið.
Jóannes Dalsgarð, formaður í nevndini, sigur, at nevndin í løtuni einki hevur at siga um málið, og í aðrar mátar tykist ikki vera gjørligt at frætta nøkur tíðindi hesum viðvíkjandi, men tað er tó lítið at ivast í, at okkurt verður at frætta um hetta komandi dagarnar.
Næsti dysturin hjá Kyndli verður sunnudagin móti H71, og júst hesin dysturin man meira enn nakar annar minna tey í felagnum á nakrar óneyðugar stigamissir, sum hava havt við sær, at kappingin í ár er vorðin munandi meira spennandi, enn tey í Kyndli munnu brýggja seg um.