Árið í ár varð ætlað at vera eitt hátíðarár í Haiti, tí í ár eru 200 ár liðin, síðani tað lítla landið varð skipað sum heimsins fyrsta svarta lýðveldi. Av røttum skuldi tann fólkavaldi forsetin, Jean-Bertrand [...] gjørdi nógv burtur úr at lýsa tey vánaligu viðurskiftini hjá teimum fátæku. Í honum sóu fólk eina vón um eina betri framtíð - ikki bara í Haiti, men í øllum Karibia. Hann var eitt slag av einum karibiskum [...] teimum báðum børnunum. Prestagerningin hevur hann lagt frá sær, men forsetastarvið heldur hann fast um. Tað er helst eisini tað týdningarmesta, sum hann nakrantíð hevur havt. 0 Kelda: Berlingste Tidende
Í annaðkvøld, týskvøldið, klokkan 19.30 verður vónargudstænasta í Vesturkirkjuni, triðja árið á rað. Jólini eru fyri mong ein hugnalig tíð, har vit hava høvi at hvíla okkum og at vera saman. Men jólini [...] verður at tendra ljós fyri onkrum, sum farin er, og at fáa samtalu við ein av prestunum - og forbøn, um ein ynskir tað. Altargongd verður og drekkamuður aftaná, siga prestarnir, sum heilsa, at øll eru hjartaliga
gjørdi Skopunar Kommuna av at krevja havnagjald fyri skipið, og tann rokningin er 336.000 krónur um árið. Páll á Reynatúgvu, tingmaður fyri Tjóðveldi úr Sandoynni, reisti málið á Løgtingi og vildi hava [...] rímiligt, at Strandferðslan skal fáa eina eykarokning frá Skopunar kommunu afturfyri at hava bøtt um ferðasambandið til Sandoyar. Tað er framvegis hugsanin Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum [...] Skopunar kommuna hevur boðað frá, at nú Hasfjord er sett í sigling, hækkar havnargjaldið 336.000 krónur um árið, sum er dupult so nógv, sum tað var. Tí hevur hevur tað verið neyðugt hjá Strandferðsluni at
annars, at tað eru ikki avtalaðir fundir við bretar um markið, men tað er upp til báðar partar, at um teir hava nakað nýtt og nakað áhugavert at tosa um, at geva ljóð frá sær. -Føroyingar hava klárt sagt [...] koma at arbeiða undir, verður ásettur í kunngerðum. Hetta eru serliga reglur um trygdarviðurskifti, arbeiðsumhvørvið og um hvørjir upplýsingar skulu latast føroyskum myndugleikum. Løgmaður sigur víðarivið [...] Hann sigur, at samráðingar hava nú verið um markið í sjey ár. -Tað hevur ikki gingist, sum vit høvdu vónað, men kortini hava vit ikki slept vónini heilt, um at tað ber til at fáa eina samráðingarloysn
at byggja alingina í Hvalba út, so at hon kann koma á eitt støði, har teir taka nøkur túsund tons um árið. Onnur ala tosk í aliringum á sjónum. Tit hava alingina í stórum kørum á landi. Hvør er fyrimunurin [...] sum er roynd í laksaaling við góðum úrsliti. Men tað er ikki roynt í toskaaling fyrr, so talan er um rættiliga spennandi royndir, tey farin í holt við í Hvalba. Her skal kortini leggjast afturat, at áður [...] smoltini gangandi í kørunum í 12-14 mánaðir, áðrenn teir verða tiknir. Men tá skal helst vera talan um tosk, ið vigar 4 - 4,5 kilo. - Tá ið toskurin so verður tikin, skuldu vit helst havt eina vøru, ið
sagt, fleiri serflokkatilboð fara at koma um landið. Venjingarskúlin í Havn, nú Skúlin á Fløtum, hevur longu havt ein tílíkan serflokk í sjey ár. Fyrsta árið hevði flokkurin fýra næmingar og í ár eru 30
næstu árini. Landsverk hevur áður boðað frá, at fáa tey 20 milliónir um árið at arbeiða við, kunnu tey bora 700 metrar av tunlinum um árið. Tunnilin er einar 2200 metrar langur, og sostatt fer tað at taka [...] so eru útlit fyri, at koyrandi er ígjøgnum hann eina ferð í 2023. Men fær Landsverk 10 milliónir um árið til Dalstunnilin, er skjótt at rokna út, at so tekur tað góð seks ár at bora hann ígjøgnum, umframt [...] útvegað, men nú er eftir at útvega lendið, har vegur og tunnil skulu gerast. Hann væntar, at spurningurin um lendið verður avgreiddur tíðliga í summar, ella í øllum førum, fyri summarfrítíðina. Og tá ið lendið
burturúr sambandinum við FriBU. Um ikki, so kunnu vit altíð royna eydnuna enn einaferð, sigur Birgir Sigurðsson, sangari í I AM. FriBU ger mun FriuBU hvur seinasta árið marknaðarført ein bólk, ið kallast [...] heiminum. Tað hevði tí verið ein spennandi møguleiki, um FriBU hevði hug at gera okkurt fyri at fáa I AM fram. Á ferðini í Noregi vóru teir í I AM spurdir, um teir møguliga vildi taka lut á einum ungdómsfestivali [...] tivali, sum skal verða í Bergen í heyst. Teir játtaðu hálvavegna, men enn er ikki avgjørt, um I AM verða við á festivalinum. Myndtxt: I AM vónar, at okkurt fer at koma burtur úr ferðini, sum bólkurin gjørdi
kommunurnar á Suðuroynni um at taka stig til at byggja røktarheim í Vági. Nú um vikiskiftið fingu allar kommunurnar skriv frá Hans Paula Strøm, landsstýrismanni, har hann heitir á tær um at taka stig til at [...] eisini verða gjørd til minnisveik, verður talan um 49 heildagsstørv á einum slíkum røktarheimi. Hvørt heildagsstarv kostar umleið 310.000 krónur í lønum um árið. Men á hesum øki er heilt vanligt at arbeiða [...] fólk, verður talan um 39 heildagsstørv, ella 62 starvsfólkum. Ein meting vísir, at verður borið skjótt at, kann eitt slíkt røktarheim standa liðugt um tvey ár, ella í seinasta lagi um hálvttriðja ár. Standa
klokkan 21, tí tað hevur gingið illa at halda ferðaætlanina um kvøldið. Fríggjamorgum fer Smyril at sigla av Krambatanga klokkan sjey alt árið og ikki klokkan seks helvtina av árinum, sum nú. Leygardag [...] ímóti keysingini. Tá fáast hyllarnar ikki niður og tí sleppa færri bilar við. Í eini roynd at bøta um støðuna og fyri at rætta aðrar skeivleikar, fer Smyril at broyta ferðaætlan tann 15. mai. Ein broyting