Vóna at broytt ferðaætlan fer at hjálpa

Tað meiri enn so fyri, at Smyril er ov lítil og at bilar ikki sleppa við. Nú vónar Strandferðslan at nakrar broytingar í ferðaætlanini kunnu hjálpa Bara í farnu viku hendi tað tvær ferðir, at bilar standa eftir og ikki sluppu við Smyrli

Á Strandferðsluni eru tey greið yvir trupulleikan og umhugsa nú, hvussu hann kann loysast.

Jens Petur Brattalíð, ferðslusamskiparin, sigur, at eitt, sum ger seg galdandi, er at Skipafelagið er hildið uppat at sigla upp á Suðuroy. Tað ger, at allur farmur til og úr Suðuroy nú skal við Smyrli.

Jan Haldansen, leiðari á Sjódeildini, sigur, at tá ið nógvur farmur er kann allur tann tungi flutningurin av trygdarávum ikki setast út í borðið og sostatt er viðhvørt neyðugt at seta treylarar og bingjur inn ímóti keysingini. Tá fáast hyllarnar ikki niður og tí sleppa færri bilar við.

Í eini roynd at bøta um støðuna og fyri at rætta aðrar skeivleikar, fer Smyril at broyta ferðaætlan tann 15. mai.

Ein broyting er, at mánadag og mikudag siglur Smyril sum er, úr Havn klokkan 13.30, men tann verður er flutt til klokkan 16.

Tað er fyri at tað skal bera til at fáa so nógvan farm sum gjørligt við hendan túrin ístaðin fyri at lata alt bíða til kvøldtúrin.

Eftir galdandi ferðaætlanin siglur hann so úr Suðuroy aftur klokkan 18.30 og tað er óbroytt, men fráferðin suðuraftur klokkan 20.30, er flutt til klokkan 21, tí tað hevur gingið illa at halda ferðaætlanina um kvøldið.

Fríggjamorgum fer Smyril at sigla av Krambatanga klokkan sjey alt árið og ikki klokkan seks helvtina av árinum, sum nú.

Leygardag er eisini ein broyting, tí tá siglur hann suður klokkan 15.30, men tann ferðin verður flutt til klokkan 16.

Hetta er fyri at geva ítróttarfólkið úr Suðuroy eina løtu afturat í Havn.

Hinvegin er kvøldtúrurin leygarkvøld, sum er klokkan 21, fluttur fram til klokkan 20.30.